týsdagur 4. apríl 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 67 - 4. apríl 2006
Vogabær hevur
vunnið sær eitt
umdømi, sum ein
kendur framleiðari
av vælsmakkandi sós
og dippi, sum eru
vælhóskandi til alla
matgerð. Vørurnar
eru vælumtóktar
fyri sín góða smakk,
og fyri tað fríska
tilfarið, ið nýtt verður
í framleiðsluni
Fyritøkan sá dagsins ljós
í 1976, tá Guðmundur
Sigurðsson og Sigrún Ósk
Ingadóttir opnaðu ein handil
í Vogar, sum varð doyptur
Vogabær. Eftir at hava
rikið handilin í nøkur ár,
fóru tey undir at framleiða
ymisk sløg av sós. Seinni
seldu tey handilin, og tá
broyttist handilin til eina
fyritøku, sum framleiddi sós
burturav.
Nýggju eigararnir funnu
skjótt útav, at teimum tørvaðu
størri hølir til framleiðsluna.
Í 1988 umbygdu tey hølini,
so at tey vuksu frá 180m2
til 300m2. Eisini varð gjørt
nógv burturúr at røkja tey
strongu heilsufrøðiligu krøv
ini um reinleika o.a.
Í 1989 keypti Vogabær eina
aðra fyritøku, E. Finnson,
ein fyritøka sum framleiddi
4 ymisk sløg av sós.
Í 1990 legði Vogabær fleiri
sósir afturat út á marknaðin
undir navninum E. Finnson.
Síðan hevur fyritøkan arbeitt
fyri at menna teirra sós og
hava framleitt nýggjar vørur
til tann krevjandi íslendska
góman.
Í dag framleiða tey í
Vogabær 4 ymisk sløg av
dippum, 3 sløg av E. Finnson
majonesi og 10 sløg av E.
Finnson sósum, sum eru
gjørdar úr súrgaðum róma
og majonesi.
Vogabær framleiðir eisini
E. Finnson kettjup, E.
Finnson søtan sinnop og 8
ymisk sløg av E. Finnson
“Opera Sós”. Opera Sósirnar
eru sterkar sósir sum eru
góðar til pasta, grillaðan
mat, bakstur, breyðpinnar
og tvíflísir.
Fyritøkan hevur ment
framleiðsluháttin sera nógv.
At byrja við varð øll fram
leiðslan gjørd við hond,
og tá gekk væl seinni enn
í dag. So við og við vórðu
ymiskar maskinur tiknar í
nýtslu. Hetta førdi við sær,
at framleiðslan gekk skjótari
og gjørdist meiri effektiv.
Innbjálvingin er framleidd
í Íslandi, undantikið glass
krukkurnar, sum verða nýttar
til Opera Sósirnar. Tær eru
innfluttar úr Danmark.
Hósdagin hin 16.mars
í 2000 varð farið undir at
byggja nýggj 1300m2 stór
hølir í Hafnafirði. Hesi hølir
vórðu tikin í nýtslu tann 04.
oktober í 2001.
Fyritøkan Vogabær er
alsamt vaksandi, og tað sama
er við søluni av vørunum.
Leiðslan í Vogabær sær
eina bjarta framtíð hjá eini
fyritøku í vøkstri.
– sigur Ásbjørn
Gíslason, stjórin í
íslendsku flutnings
fyritøkuni Samskip,
sum fagnar tvey ára
degnum hjá virk
seminum í Føroyum.
Samskip hevur havt stóra
framgongd í Føroyum tey
tvey árini, ið gingin eru
síðani felagið byrjaði av
nýggjum at virka í Føroyum.
Í fyrstani steðgaðu Samskip
aðra hvørja viku í Klaksvík
á veg úr Íslandi til Bretland
og meginland Europa.
Síðani kom Havnin afturat
sum atkomustað á veg frá
Europa til Íslands. Í hesum
døgum steðgar felagið
tvær ferðir um vikuna í
Føroyum. Virksemið vaks
uppaftur meira seinasta
summar, tá Samskip ogn
aði sær frystigoymsluna
hjá niðurlendsku flutnings
fyritøkuni Kloosterboer.
Starvsfólkini hjá felagnum
í Føroyum eru nýggju í
tali, fýra arbeiða á skriv
stovuni í Havn og fimm
í frystigoymsluni í Kolla
firði.
„Vit hava rokkið sera
góð úrslit í Føroyum.
Undirtøkan frá okkara við
skiftafólkum hevur verið
stak góð og okkum hevur
eydnast at fingið frálík
starvsfólk, ið hevur gjørt
eitt megnararbeiði,“ sigur
Ásbjørn Gíslason, tann ungi
stjórin í Samskip. Seinasta
ár avgjørdi hann at flyta frá
Rotterdam til Reykjavíkar,
har hann stendur fyri dagliga
rakstrinum av felagnum í
Íslandi og Føroyum. Framm
anundan starvaðist hann
í seks ár hjá Samskipum
uttanlands, har hann var á
odda fyri uttanlandsdeildini
hjá felagnum.
Fjølbroytt
flutningsfyritøka í
skjótum vøkstri
„Seinastu árini hava verið
uppgongutíðir hjá Samskip
og nú hava vit sterkar og
vælvirkandi rakstrareindir,
bæði heima í Íslandi, í
Europa og her í Føroyum,“
sigur Ásbjørn. Hann vísir á,
at rakstrarinntøkurnar hjá
felagnum eru tíggjufaldaðar
seinastu 10 árini. Tær vóru
stívliga 600 mió. krónum í
føroyskum peningi í 1996,
t.e. árið, tann veruliga
framgongdin hjá felagnum
uttanlands kann sigast at
hava byrjað. Nú er tann
árligi umsetningurin umleið
6 milliardir krónur.
„Okkara virksemi er blivið
sera umfatandi og røkkur um
allan heimin,” sigur stjórin
hjá Samskip. “Vit hava íalt
55 skrivstovur í 22 londum
í trimum heimspørtum. Har
umframt hava vit umboð
kring allan heimin. Vit hava
ein flota, sum telir umleið
50 skip, og harafturat stóran
bingjuflota og nógvar
goymslur. Hvønn dag koyra í
miðal 1.500 bingjubilar fyri
okkara rokning vítt og breitt
um Europa.“
“Nógv arbeiði liggur
aftanfyri framstigini, sum
eru gjørd hjá felagnum sein
astu árini. Tey eru úrslitini
av miðvísari samskipan
og planlegging,” leggur
Ásbjørn afturat. „Vit byrjaðu
uttanlanda virksemi okkara
í smáum við at keypa partar
í fyritøkum, eitt nú norska
frystiskipafelagnum Silver
Sea, týsku meklingini Sotra
og estlendsku bingjuflutn
ings-fyritøkuni TECO. Stór
stig vóru tikin seinasta ár,
tá vit keyptu niðurlendska
skipafelagið Geest North Sea
Line. Nakað seinni keyptu
vit bretska skipafelagið
Seawheel og frystigoymsl
urnar hjá niðurlendsku fyri
tøkuni Kloosterboer.“
Tað gekk skjótt framá
hjá Samskipum í fjør. Við
ársbyrjan fór felagið undir
at nýta nýggju 28.000
ferm. høvuðstøðina, felagið
eigur í Íslandi – ta størstu
vørumiðstøðina í landinum.
„Og hetta er ikki øll søgan,“
sigur ein errin Ásbjørn.
„Vit fingu eisini tvey nýggj
skip í fjør, Arnarfell og
Helgafell, sum vóru smíðað
fyri Samskip. Hesi skipini
taka sær av Føroya- og
Europa-siglingini saman
við tveimum øðrum skipum,
Akrafell og Hvassafell,“
sigur hann. Hann leggur
afturat, at bæði hesi skipini
sigla undir føroyskum flaggi.
„Av rakstarligum orsøkum
vórðu bæði hesi skipini skrá
sett her í Havn.“
Ætlanin at økja marknaðar
lutin í Føroyum
Hóast tað nógva og
umfatandi virksemið metir
Ásbjørn, at góðir møguleikar
eru fyri Samskip at økja um
virksemið, serliga uttanlands.
Oddamennirnir hjá felagnum
hava sett sær fyri at blíva
størsta flutningsfyritøkan
á hesum øki í Europa – og
samstundis ein leiðandi fyri
tøka innanfyri hesa vinnu
grein.
„Vit hóma stórar vakstrar
møguleikar her í Føroyum
og vit hava góðan hug at
økja okkara marknaðarlut
soleiðis, at hann fer at liggja
á sama støði sum í Íslandi.”
Tá vit spyrja um tann
føroyska marknaðin, sigur
Ásbjørn at hann líkist
nógv tí íslendska. “Høvuðs
útflutningurin er fiskur og
vanlig nýtsluvøra er tann
størsti innflutningurin. Júst
sum í Íslandi leggja vit
størsta dentin á góðar og
tryggar bingjuflutningar
fyri at tæna bæði inn- og
útflytarum. Fiskaútflytarar
eru í góðum sambandi
við Bretland, meginlands
Europa og eystureftir til
Asia. Innflytarar kunnu
flyta sínar vørur beinleiðis
til Havnina frá europeiska
meginlandinum og Skandi
navia.“
Økt virksemi innan
fyri frystiflutning
og størri goymsla
í Kollafirði
Flutningur av frystivørum
verður alsamt størri partur av
virkseminum hjá Samskip.
Felagið styrkti munandi um
støðu sína á hesum økinum,
tá tað keypti frystigoymsluna
hjá Kloosterboer í Kollafirði
seinasta
vár.
Felagið
keypti eisini goymslur frá
Kloosterboer í Noreg og
Niðurlondum og í dag eiga
Samskip íalt umleið 85.000
tonsa frystigoymslupláss,
goymsluplássið hjá felagnum
í Íslandi íroknað.
„Goymslan í Kollafirði
kanna taka ímóti 7.000
tonsum og nýtslan av henni
hevur verið so mikið góð, at
vit hava avgjørt at byggja
afturat henni soleiðis at
vit verða før fyri at møta
størri eftirspurningi eftir
goymsluplássi í Føroyum,“
sigur Ásbjørn. „Tað eru
m.a. reiðarí, sum fiska í
Norður Atlantinum. Vit
bjóða teimum tænastur í
samband við lossing og
goymslu av úrdráttum í Før
oyum og aðrastaðni, millum
annað við at nýta goymsl
una í Kollafirði. Eisini fer
dótturfyrirtøkan hjá okkum,
Silver Sea, at taka sær av
fjøltáttaðum frystiflutningi,
serliga til Baltisku londini
og Russland, úr Føroyum,
Íslandi og frá fleiri økjum
kring Norður Atlants
havið.“
Seta kósina móti
framhaldandi
vøkstri í Føroyum
„Hetta merkir sjálvandi at vit
miða ímóti alsamt veksandi
virksemi her í Føroyum.
Vit hava ymiskar ætlanir og
tað yvirskipaða endamálið
er at bøta um tænastur og
tilboð, bæði viðvíkjandi
inn- og útflutningi, frysti
vøruflutningin og almennu
flutningsmeklingina,“ sigur
Ásbjørn, ið ikki vil útgreina
beint nú, hvørji hesi tiltøkini
verða.
Vogabær – sós til allar íslendingar
Miða ímóti at virksemið
í Føroyum kann sametast
við tað, vit hava í Íslandi
Vogasósur
Frystigoymslan hjá Samskip í Kollafirði
Ásbjørn Gíslason, stjóri á
Samskip