týsdagur 4. apríl 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 67 - 4. apríl 2006 ]
Formil 1 koyringin
í Avstralia gjørdist
sera spennandi og í
stóran mun merkt av
ruðulleika. Vit sóu
hópin av koyrivillum,
tættar yvirhálingar
og ikki færri enn fýra
ferðir trygdarbilin á
breytini. Fernando
Alonso slapp tíðliga
framvið Jenson
Button á fyrsta
pláss, og eftir hetta
var oddasessurin
ongantíð hóttur
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Heimsmeistarin í formil 1
Fernando Alonso í Renault
líkist longu eftir tríggjar
koyringar einum komandi
heimsmeistara 2006. Hetta
tá hann sannførandi vann á
breytini í Alberts Park mitt
innið í Melbourne. Hann
hevur 28 stig, hetta er dupult
so nógv sum liðfelagin Gian
carlo Fisichella og finski
McLaren Mercedes koyr
arin Kimi Räikkönen hava
á einum deildum øðrum
plássi. Longu í byrjanini
var Alonso, ið byrjaði í
triðju byrjunarstðu, skjótari
enn Jenson Button í fyrstu
byrjunarstøðu, og hann
trýsti bretan fyrstu svingini,
áðrenn hann slapp framvið
honum, eftir hetta økti hann
um munin niður til annað
pláss nógvar ferðir, men fýra
verðir kom trygdarbilurin á
breytina og slettaði munin.
Tó var Alonso so sannførandi
henda dagin, at hann ikki
hevði trupulleikar við at
halda oddassessin.
Fisichella kundi
havt avbjóða
Liðfelagin hjá Alonso,
Fisichella skuldi byrja næst
fremstur, men steðgaði upp í
sjálvari byrjanini og noyddist
tí at byrja úr pittinum. Hann
tyktist annars, sum einasti
koyrari á breytini, ið hevði
kunna kappast við Alonso
um sigurin. Fisichella
megnaði at stríða seg fram
til sætta pláss, og royndi
at sleppa framvið Button
seinastu nógvu umførini.
Hetta eydnaðist í seinasta
svingi, tá motorurin hjá
Jenson Button brast í einum
eldroki, og bilurin steðgaði
10 metrar frá málstrikuni.
Óhepni bretin endaði heilt
uttan fyri stigini.
Sving 2 feldi teir stóru
Fyri Michael Schumacher
og Juan Pablo Montoya
endaði dagurin í sving 2,
har teir steðgaðu upp aftan
á koyrivillur. Hetta var
sama stað, ið Massa koyrdi
útav leygardagin. Michael
Schumacher endaðu í vegg
inum, meðan Montoya megn
aði at halda bilin í einum
petti, men steðgaði upp í
royndini.
Fyri
Nico
Rosberg,
Felipe Massa og Jarno
Trulli endaði koyringin á
fyrsta umfari. Rosberg,
Massa, Christian Klien og
Scott Speed stríddust um at
sleppa framvið hvør øðrum,
hetta endaði koyringina fyri
Rosberg og Massa. Eisini
Jarno Trulli og David Coult
hard stríddust eitt sindur ov
nær, og Trulli var trýstur av
breytini. Fyri Toyota, ið hava
havt eina ræðuliga byrjan av
kappingarárinum, gjørdist
dagurin annars ikki so galin.
Ralf Schumacher megnaði
við einum triðja plássi at
sleppa á sigursskammilin.
Ruðuleiki valdaði
Sjálv byrjanin var eisini
ein sannur ruðulleiki, fyrst
snaraði Montoya runt á
breytini í upphitingarum
farinum, men tá Fisichella
steðgaði upp í byrjanini,
slapp Montoya at endurtaka
sítt pláss.
Steðgaði upp
á fyrsta plássi
Mark Webber lá fremstur á
heimabreytini, tá hansara
motorur gekk fyri. Teir, ið
lógu frammanfyri honum
høvdu verið í pitt, tí hevði
hann
fremsta
plássið.
Oddasessurin hevði verið
tíðaravmarkaður. Men tá
søgan verður skrivað, so
endaði avstraliumaðurin
koyringina við tøkniligum
trupulleikum, meðan hann
lá á odda fyri avstralsku
koyringina.
Scott Speed
misti stigið
Amerikumaðurin
Scott
Speed endaði koyringina
á 8. plássi, men av tí at
hann hevði koyrt framvið
David Coulthard meðan
veittrað varð við gulum
trygdarfløggum, so fekk
hann 25 sekund løgd afturat
tíðini, hetta flutti hann niður
á 11. pláss. Hann var als ikki
nøgdur við hesa avgerð, og
endaði við at fáa $5000 í
bót, fyri at vera ófantaligur
í munninum.
Alonso vann ruðuleika
koyring í Melbourne
Støðan í formil 1 kappingini fyri koyrarar
1
Fernando Alonso
Spania
28
2
Kimi Räikkönen
Finnland
14
-
Giancarlo Fisichella
Italia
14
4
Michael Schumacher Týskland
11
-
Jenson Button
Ongland
11
6
Juan Pablo Montoya Kolumbia
9
7
Ralf Schumacher
Týskland
7
8
Nick Heidfeld
Týskland
5
-
Jaques Villeneuve
Kanada
5
10 Felipe Massa
Brasilia
4
11 Mark Webber
Avstralia
3
12 Nico Rosberg
Týskland
2
-
Rubens Barrichello
Brasilia
2
14 Christian Klien
Eysturríki
1
-
David Coulthard
Skotland
1
Støðan í formil 1 kappingini fyri lið
1
Renault
42
2
McLaren-Mercedes
23
3
Ferrari
15
4
Honda
13
5
Sauber BMW
10
6
Toyota
7
7
Williams-Cosworth
5
8
Red Bull Racing Ferrari
2
Úrslitið í Melbourne
1 Fernando Alonso - Renault
10
2. Kimi Räikkönen - McLaren-Mercedes
8
3 Ralf Schumacher - Toyota
6
4 Nick Heidfeld - Sauber-BMW
5
5 Giancarlo Fisichella - Renault
4
6 Jacques Villeneuve - Sauber-BMW
3
7 Rubens Barrichello - Honda
2
8 David Coulthard - RBR-Ferrari
1
9 Jenson Button - Honda
10 Christijan Albers -MF1-Toyota
11 Scott Speed - STR-Cosworth
12 Takuma Sato -Super Aguri-Honda
13 Yuji Ide - Super Aguri-Honda
-
Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes
-
Tiago Monteiro MF1-Toyota
-
Vitantonio Liuzzi STR-Cosworth
-
Michael Schumacher Ferrari
-
Mark Webber Williams-Cosworth
-
Christian Klien RBR-Ferrari
-
Jarno Trulli Toyota
-
Nico Rosberg Williams-Cosworth
-
Felipe Massa Ferrari