týsdagur 4. apríl 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 4. apríl 2006
23
Ársaðalfundur
Eigarafelagið Norðasta Horn hevur ársaðalfund
tann 26. apríl 2006 kl. 20.00 í Býlingshúsinum. Skrá
smb. lógum felagsins.
Nevndin
Eigarafelagið Norðasta Horn
Pedagogur/
stuðulsfólk
Søkt verður eftir stuðli til barnagarðin í Leirvík, at
byrja 1. mai 2006.
Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðin hjá stuðlinum verður at stimbra
einum barni motoriskt og annars vera um barnið í
gerandisdegnum.
Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við familjuna.
Ynskiligt er, at tann ið settur verður, hevur hóskandi
útbúgving ella royndir.
Setan sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran,
Gunnvu Thomsen á tlf. 743125.
Umsóknir saman við møguligum avritum av prógvi
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. apríl
2006.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42
520 Leirvík
Krøv um skráseting
av flogfenaði
Heilsufrøðiliga Starvsstovan áleggur øllum komm-
unum at skráseta flogfenað í kommununi, við heim-
ild í §9 í djóraverndarlógini, løgtingslóg nr. 16 frá 23.
februar 2001.
Nes kommuna heitir hervið á allar borgarar at skrá-
seta sín flogfena, við at boða Nes kommunu frá
hesum tlf. 447586 ella nes@nes.fo.
Skrásetingin fevnir um navn, bústað, slag og tal av
flogfenaði.
Nes kommuna
Dagrøktarar til
Leirvíkar kommunu
Dagrøktarskipanin í Leirvíkar kommunu søkir eftir
dagrøktarum og møguligari hjálp, at byrja tann 1.
mai 2006.
Vit ynskja at tú
• Hevur góðar umstøður at hava børn bæði inni og
uttanfyri.
• Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
• Vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvs-
feløgum.
• Ert álítandi og hevur góð samstarvsevni.
• Ert tolin og vísir umsorgan.
• Hevur hegni og áhuga í at menna børnini.
• Dugir at síggja møguleikar í staðin fyri forðingar.
Í dagrøktarskipanini starvast 8 dagrøktarar og ein
leiðari. Talið av børnum í dagrøktini er 40.
Ein fastan dag um vikuna eru 3 dagrøktarar
saman við børnum í spælistovuni og 1,5 tíma um
vikuna eru allir dagrøktarnir ísenn við børnunum í
fimleikarhøllini.
Arbeiðstíðin er ímillum 7.30-17.15. Lønin er sam-
bært sáttmála við FA.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til tlf.
443251 og tosa við Marion Leifsdóttir, dagrøktar-
leiðara.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 11. apríl 2006.
Vinarliga send umsókn tygara til
Leirvíkar Kommunu
Dagrøktarskipanin
Postboks 42
520 Leirvík
Innskriving av
næmingum til forskúlan
Foreldur, ið ætla at skriva børn síni inn í forskúlan í
Sankta Frans skúla skúlaárið 2006/07, verða vinarliga
biðin um at boða skúlanum frá fyri 10. apríl 2006.
Arbeiðið í forskúlanum skiftir millum læring, menn-
andi spøl og kreativt virksemi. Dentur verður lagdur á
at geva børnunum góðar upplivingar, og at tey læra at
samstarva og hava virðing hvørt fyri øðrum.
Endamálið er m.a.:
• At fyrireika barnið til at fara í skúla
• At menna barnið málsliga
• At geva barninum góðar upplivingar við leiki og
skapandi virksemi
• At barnið lærir ymsar arbeiðshættir og at arbeiða
í friðum og náðum
• At barnið mennist samsvarandi teimum evnum,
tann einstaki hevur
• At virka fyri góðum samstarvi millum skúla og
heim
Sankta Frans skúli
Varðagøta 10
Tórshavn
Tlf. 302530
Lýsing frá Vágs Havn
Allir teir sum hava órudd liggjandi á økinum inni
á Oyrunum verða bidnir um at beina tað burtur
áðrenn 1. mai 2006.
Tað sum ikki er beint burtur nevnda dag verður
beint burtur fyri eigarans rokning.
Vágs Havn
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in