týsdagur 4. apríl 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 67 - 4. apríl 2006
Hóast Dagsbrún
er ein risafyritøka,
sum væntandi fer at
hava eina sølu upp á
ímillum fýra og fimm
milliardir í á, halda
tey ikki, at Føroyar
eru ov smáar
Íslendska fyritøkan, Dags
brún, er ein fyritøka, sum er
vaksin ómetaliga skjótt.
Virðisbrøvini hækka í
hvørjum og tað ger virk
semið eisini. Soleiðis hev
ur Dagsbrún skjótt eina
sølu, sum táttar í fimm milli
ardir krónur.
Fleiri av teirra fyritøkum,
hava ment seg til at vera
nakrar av teimum størstu í
Íslandi á teirra øki.
Men hóast talan er um eina
stóra fyritøku, heldur hon
ikki, at føroyski marknaðurin
er ov lítil at brúka kreftir upp
á, hóast vit bara eru sløk
50.000 fólk.
Dagsbrún er longu í Før
oyum við tað, at hon eigur
telefyritøkuna, Kall, sum er í
støðugari menning og sostatt
hava teir longu kunnleika til
føroyska marknaðin.
– Talan er um eina fyritøka,
sum fevnir sera víða innan alt
tað økið, sum kann nevnast
samskifti, fjarskifti, miðlar
og undirhald, sigur Bjarni
Askham Bjarnason, stjóri í
Kall.
– Men teir hava eisini
gjørt íløgur í feløg, sum hava
við trygd og ansing at gera,
og í løtuni eru teir í ferð við
keypa seg inn í eina stóra
prentsmiðju í Bretlandi,
leggur hann afturat.
Somuleiðis hevur Dags
brún nýliga keypt meirilutan
í KT-fyritøkunu Køgun, sum
er ein hin størsta av sínum
slagi í øllum Íslandi.
Bjarni Askham Bjarnason
sigur, at á ferðini til Føroya í
hesi vikuni, ætlar Dagsbrún
at kanna eftir, hvørjir sam
starvsmøguleikar kunnu
vera í Føroyum.
Men teir ætla eisini at
eggja føroyingum til at seta
partapening í Dagsbrún.
Tey umboð fyri Dagsbrún,
sum koma til Føroyar í hesi
vikuni, umboða tann partin í
samtakinum, sum hevur við
tele-com at gera og Bjarni
Askham Bjarnason heldur
avgjørt, at møguleikar skuldi
verið fyri samstarvið við
føroyingar innan hetta øki.
Hann sigur, at talan kann
vera um at byggja okkurt nýtt
upp í Føroyum í samtarvi
við onnur og tað kann vera
á øllum møguligum økjum
innan miðlar, undirhald ella
samskifti í breiðastu merk
ing.
Íslendskur risi kannar
møguleikarnar í Føroyum
Stutt um Dagsbrún
Dagsbrún er eitt holdingfelag, sum hevur nógv feløg
undir hattinum. Feløg, sum Dagsbrún eigur og øki,
virksemið, fevnir um, er
Felag
Virkisøki
OG Vodafone: Telecom
365:
Útvarp, internet, sjónvarp og bløð
Sena:
Biografar, tónleikur, DVD-útleigan o.a.
D3:
Tónleikur, filmar o.a.
Securitas:
Trygdartænasta
Kall:
Telesamskifti
FAKTA
Bjarni Askham Bjarnason, stjóri á KALL