Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 67 - 4. apríl 2006 Feriuavloysarar Runavíkar kommuna søkir eftir feriuavloysarum til Heimið á Mýrunum í Runavík. Talan er um tíðarskeiðið frá 1. juni til 31. august 2006. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Krøv: • hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar- frøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari, ella fólk við royndum innan demensrøkt. • hevur áhuga fyri røkt av minnisveikum fólkum • hevur hug og hegni at vera um minnisveik fólk • hevur góð samstarvsevnir • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir tørvinum hjá búðfólkunum • er nýhugsandi og hevur hug og árræði at skipa fyri dagligum virksemi fyri tey minnisveiku Vit kunnu bjóða: • eitt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína áskoðan galdandi og verða við til at menna umsorgan og røkt • góða innleiðslu • góðar møguleikar til at brúka tíni skapandi og ígongdsetandi evni • eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi, hvar ið hvør einstakur kann kenna seg væl Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmála ímillum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Maibritt Jacobsen, leiðara á tlf. 477080 ella 448034. Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til: Heimið á Mýrunum Mýravegur 26 620 Runavík Umsóknarfreist: 15. apríl 2006. Sjúkrarøktarfrøðingur Runavíkar kommuna søkir eftir eftir sjúkrarøktar- frøðingi til Heimið á Mýrunum í Runavík. Talan er um fast starv sum sjúkrarøktarfrøðingur, í niðursettum brøki, 0,6125 at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Krøv: • hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar- frøðingur • hevur áhuga fyri røkt av minnisveikum fólkum • hevur hug og hegni at vera um minnisveik fólk • hevur góð samstarvsevnir • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir tørvinum hjá búfólkunum • er nýhugsandi og hevur hug og áræði at skipa fyri dagligum virksemi fyri tey minnisveiku. Vit kunnu bjóða: • eitt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína áskoð- an galdandi og verða við til at menna umsorgan og røkt • góða innleiðslu • undirvísing • góðar møguleikar til at brúka tíni skapandi og ígongdsetandi evni • eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi, hvar hvør einstakur kann kenna seg væl. Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmála ímillum Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar- málaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Maibritt Jacobsen, leiðara á tlf. 448034 ella 477080. Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til: Heimið á Mýrunum Mýravegur 26 620 Runavík Umsóknarfreist: 15. apríl 2006. Søkt verður eftir einum starvsfólki til køkin á Korndalsbýlinum á Eiði at byrja 1. mai 2006 ella skjótast tilber. Arbeiðið fevnir um matgerð, planlegging av matarskrá og annað arbeiði í køkinum. Vit vænta at tú: • Hevur viðkomandi útbúgving • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt • Dugir væl at samstarva og samskifta • Áhuga í og gleði við at arbeiða við eldri fólki • Er motiverað og fleksibul Vit kunnu bjóða: • Góðan møguleika at brúka tíni skapandi evnir • Eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi Lønar- og setanarviðurskifti: Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og serforsorgina við setanarstað í Heimarøktini. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, varaleiðara á tlf. 422570. Umsóknir Skrivlig umsókn saman við prógvi, viðmælum v.m. vera at senda til: Heimarøktin Vágoy/Norðstreymoy Økisskrivstovan 370 Miðvágur Umsóknarfreist: 21. apríl 2006 kl. 15.00. Heimarøktin Vágar/Norðstreymoy Køksrøktarstarvsfólk til Korndalsbýlið á Eiði .KOCHWPFWT XGTËWTÈ/KËNCJÕUKPWOÈ8¶IUDQVPK OKMWMXÓNFKË CRTÈNMN GXPKË 7OJXÓTXKUO¶NÈ 5WËWTUVTG[OK 'NKP.KPFGPUMQXDØT¶ËUNKOWTNGIIWTH[TK /ÓVKHLÓNOGPV 5WËWTUVTG[OQ[CT,CXPCËCTHGNCI