mikudagur 5. apríl 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 68 - 5. apríl 2006
Fasten your seatbelt
– get ready for takeoff
– crosscheck please!
Tá hesi orð eru
søgd, vita tey flestu,
hvat tað næsta er á
skránni umborð -
flogmaturin.
Vit hava kannað
eftir, hvat hendir
áðrenn flogmaturin
endar framman
fyri tær umborð á
flogfarinum
Flúgving
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Inni á Hotel Vágum er
klokkan akkurát farin
av átta, og sjey kvinnur
standa í rúkandi farti og
gera smyrjibreyð. Breyðini
skulu smyrjast, salatbløð,
roastbúffur, leykur, remo-
ulada og tomat skulu leggjast
á, og alt skal helst síggja
vakurt og leskiligt út.
Í einum øðrum rúmi
verður eitt annað slag av
mati gjørdur, sum er til teir
styttri flogtúrarna. Tvíflís við
ost, skinku og salat verður
lagt í posar, sum skulu til
Stanstead.
Hendan morgun skulu
kokkarnir á Hotel Vágum
gera 450 »matar«, sum tær
kalla tað. Og alt skal vera úti
av húsinum áðrenn klokkan
10 um morgunin.
– Vit hava ongantíð verið
ov seinar enn, siga tær.
Maturin ídag er roastbúffur
og rækjur á smyrjibreyði.
Aðrar daga kann tað verða
laksur,
kjøtfrikadellur,
rullipylsa og fiskaflak.
– Vit hava 16 ymiskar
matskráir, sum vit skifta
ímillum. Vit gera sama mat
í eina viku, sigur Malja
Danielsen, kokkur á Hotel
Vágum. Í dag er nógv
at gera, so eyka fólk eru
innkallað.
Viðhvørt hyggja tær
til ein lepan, ið hongur
uppi á vegginum. Har
hevur Atlantsflog skrivað
nøvnini á teimum ymisku
flogførunum, nær tey skulu
avstað, og hvussu nógv fólk
eru í hvørjum. Í dag eru
nýggju flogfør, sum skulu
avstað úr Vágum.
15 av teimum 450
fólkunum eru børn, og tey
skulu hava sín serliga mat, ið
er eitt sindur lættari enn hjá
teimum vaksnu. Tvíflísar,
eitt petti av eini appelsin og
ein sleikisneis verður pakkað
til børnini. Onkutíð fáa tey
sjokalátapálegg.
Kaldan mat
Matskráin verður gjørd í
samráð við Atlantic Airways,
og roynt verður at passa matin
til sesongina. Atlantsflog
hevur alt frá byrjanini bjóðað
kaldan mat – Maersk Air
hevði heitan mat og nýggja
flogfelagið FaroeJet skal
eisini hava heitan mat til síni
ferðafólk.
– Tað er faktiskt lættari
at gera heitan mat. Tann
kaldi maturin er nógso
nógv arbeiði við eftirsum
so nógv ymiskt skal leggjast
á breyðini, sigur Amy
Jacobsen, kokkur á Hotel
Vágum.
Nógv arbeiði við at pakka
bestikk og seta koppar og
pappír á bakkarnir verður
gjørt frammanundan. Eisini
verður citrón, tomat og annað
skorið upp dagin áðrenn.
Viðhvørt verður serligur
matur gjørdur tá vegetarar,
diabetiarir ella fólk við
ovurviðkvæmi eru umborð.
– Atlantsflog boðar okkum
frá, um tað er nakað serligt,
sigur Kári Hentze, stjóri
á Hotel Vágum. Viðhvørt
verða lítlar lagkøkur eisini
gjørdar til tey, sum hava
føðingardag ella eru nýgift.
Kári Hentze meinar, at
matur má verða umborð á
flogførunum úr Føroyum.
– Fólk lata seg pent í, tá
tey fara út at flúgva her og
vænta sær at fáa mat, tá tey
koma umborð.
Annars eru tað nógv
flogfeløg uttanlands, sum
velja at ikki servera nakran
mat ókeypis, men lata
ferðafólkini keypa tann mat,
tey vilja hava.
Hotel Vágar fær sjáldan
nakrar klagur um matin
umborð, onkutíð hevur
onkur sagt, at víndrúvurnar
vóru modnar.
Ein flogterna, vit hava
tosað við, sigur at maturin,
teim flestu dáma best er
rullupylsa og fiskaflak.
Tá eru ongar leivdir eftir á
bakkunum.
Tá klokkan er blivin
9.30 verða lokini koyrd
á smyrjibreyðspakkarnir
og verða teir settir inn
í vognarnar. Ein maður
kemur og koyrir teir oman
til flogførini, og so er bara
hjá flogternunum at servera
umborð. Góðan matarlyst!
Heimasíður verða
gjørdar um tey
mest løgnu evni.
Ein heimasíða er
bara um flúgvimat.
Ferðafólk úr øllum
heiminum hava
sent myndir inn
og skrivað, hvussu
teimum dámdu
matin. Og jú,
Atlantic er eisini við.
Flúgving
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Í løtuni eru 16.769 myndir
inni á www.airlinemeals.
net, og talið økist alla
tíðina. Flogfeløg sum
Xiamen Airlines, Kulula,
SAS, American Airlines,
Druk Air og okkara
egna Atlantsflog eru
nøkur av teimum 521
flogfeløgunum, sum eru
umboðað á heimasíðuni.
Litmyndir eru av mati
og drykkivørum, ið verða
bodnar umborð. Eisini
verður skrivað, hvar flogið
var ímillum, hvussu nógv
ferðaseðilin
kostaði,
hvussu leingi ferðin vardi,
og so verður ummæli frá
1 til 10 sett á, hvussu
maturin og tænastustøðið
var umborð.
Summi flogfeløg hava
nógv ymisk fólk sent
myndir og ummæli inn
um, og onnur er tað bara
ein persónur, sum hevur
skrivað um. Flogfeløg sum
ikki hava so gott orð á sær,
sum til dømis Aeroflot,
hava ikki so vánaligan mat,
sum ein hevði trúð, nógv
hava givið teimum bæði 7,
8 og 9 í karakteri.
Flogfeløgini vit kenna
best her í Føroyum
Maersk Air og Iceland Air
fáa blandað ummæli. Ein
skrivar, at lasagnan hjá
Iceland Air var »vemmilig«
og ræður øllum, sum skulu
flúgva við Iceland Air at
eta áðrenn tey fara umborð.
Maersk Air fær hampulig
umdømi, onkur heldur, at
tað var í so lítið av mati.
Atlantic
Airways
hevur bara eitt ummæli
á síðuni. Men tað er ein
sera vælnøgdur maður.
Hann skrivar »øgiliga høgt
tænastustøði, nógv betri
enn onnur flogfeløg sum
flúgva so stuttar túrar«.
Hann gav Atlantsflog 8 í
karakteri.
Flogmatur á alnótini
Máltíð á 10.000 metra hædd
Atlantsflog fekk høgan
karakter
Concorde hevði høgt støði á
matinum
»Vemmilig« var lasagnan
hjá Iceland Air
Maturin hjá pólska
felagnum LOT luktaði illa
Roastbúffur og rækjur eru á matskránni hesa vikuna.
Børnini fáa sleikisneis
Matpakkarnir verða gjørdir í
tí rúkandi farti.