Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 5. apríl 2006  Góðtóku eina høga lønar­hækking Arbeiðsgevarafelagið harmast um, at Starvs­mannafelagið fór í verkfall, heldur enn at góðtaka eina lønarhækking Verkfall Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Føroya Arbeiðs­gev­ara­ felag var sinnað at góðtaka lnarhækkingina, hóast hon er hægri enn í sáttmálum, sum eru gjørdir. Tað sigur Johan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tí harmast hann um, at Starvs mannafelagið ikki vildi góðtaka semings­upp­skotið, men heldur koyrdi alt fólkið hjá Føroya Tele til hús. Nú samráðingar hava ver­ ið um nýggjan sáttmála hjá teimum limum, sum Starvs ­ mannafelagið hev­ur hjá Føroya Tele, er tað Før­oya Arbeiðs­gevara­fel­ag, sum samráðist fyri Før­oya Tele. Tað endaði við, at sem­ ingsmenninir komu upp í. Eftir at hava sitið saman við pørtunum í tveir dagar, løgdu teir fyrrapartin týs­dagin eitt uppskot fyri partarnar. Talan var um ein fýra ára sáttmála, sum hevði giv­ið lim­ unum í Starvs­manna­felagnum eina hækk­ing í løn­um og eftirlønum upp á tilsamans 8,3% hesi fýra árini. – Føroya Arbeiðs­gev­ ara­felag valdi at siga ja til semjuna, sjálvt um hon gav meira enn tað støði sum er lagt á privata arbeiðs­ markn­aðinum, sig­ur Føroya Ar­beiðs­gevara­felag í einum tíðinda­skrivi. Felagið sigur, at tey bæði fyrstu árini, hevði sáttmálin kostað Føroya Tele 2,6 % og hetta sv ar­ar til hækkingina í semj­unum á almenna arbeiðs­marknaðinum. Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at tá á sáttmálin varð gjørdur við arbeið­ara­­feløgini í fjør, løgdu bæði arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir dent á, at hetta støðið skuldi hald­ast fyri allan arbeiðs­marknaðin. – Semjan sum nú varð løgd fyri partarnar í sam­ bandi við Føroya Tele, lá á sama støði sum tvey ára sáttmálarnir á almenna ar­beiðsmarknaðinum og so­s tatt 0,2 % hægri enn semj­ an við arbeiðara­feløgini. – Men í hesum føri er talan um ein fýra ára sáttmála og vit vita at tað kostar at gera sáttmálar sum røkka so nógv ár fram sigur Johan Páll Joensen. Hann leggur afturat, at varð hendan semj­an góð­ tikin, var Arbeiðs­gevara­ felagið til reiðar at leingja aðrar sáttmálar samsv arandi hesum. Àrsins fyrsta verkfall er nú veruleiki og tað tað skal nógv til fyri at finna semju Verkfall Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er rættiliga langt ímillum partarnar. Tað er tann turra stað­fest­ ­ ingin hjá Gunnleivi Dals­ garð. Ársins fyrsta verkfall er nú veruleiki, eftir at all­ ir 200 limirnir hjá Starvs ­ mannafelagnum á Føroya Tele, løgdu arbeiðið niður í gjár. Og formaðurin í Starvs ­ mannafelagnum, sigur, at so­ leiðis sum støðan var, kundi tað ikki enda við øðrum enn verkfalli. Tað er Føroya Arbeiðs­ gev­arafelag, sum samráðist fyri Føroya Tele og sáttmálin gekk út 1. mars og síðani hevur verið roynt at finna semju. Tað hevur eisini gingið fínt, heilt til tey fóru at tosa um sjálva lønina, tí tá kom ordiliga stígur í. Tað endaði við, at sem­ ingsmenninir vórðu tilkall­ aðir. Teir hava allar hesar seinastu dagarnar roynt at finna eina semju um lønuna, men tað eydnaðist ikki og sostatt fór meginparturin av arbeiðsfólkinum til hús seinnapartin í gjár. Friður má kosta eyka Gunnleivur Daslgarð sig­ ur, at upprunaliga varð tos­að um ein vanligan eitt ella tvey ára sáttmála, men tað, sum limirnir í Starvs ­ mannafelagnu kundu fáa í lønarhækking, varð so lítið, at tað kundi als ikki koma upp á tal. – Tí var tað óvanliga hug­ skot fostrað at gera ein fýra ára sáttmála. Formaðurin í Starvs­manna­ felagnum sigur, at tað hevði givið arbeiðsfrið í heili fýra ár, men tað eigur sjálvandi at kosta nakað eyka. – Tað eigur at vera dýrt at fáa tryggjaðan frið í fýra ár, men arbeiðsgevararnir vóru ikki sinnaðir at betala tann prísin. Gunnleivur Dalsgarð sig­ ur tað endaði við, at sem­ ingsmenninir løgdu eitt uppskot fyri partarnar, sum gav limunum í Starvs­manna­ felagnum eina hækking í løn og eftirløn upp á tilsamans 8,3% í einum fýra ára sátt­ mála. – Hetta er alt ov lítið til at tað kundi koma upp á tal at góðtaka tað sigur hann. Hann sigur, at skala talan vera um ein fýra ára sáttnála, vil Starvs mannafelagið ikki fara niður um eina hækking í lønum og eftirlønum upp á 12%. Sostatt er langt ímillum partarnar, staðfestir hann. – At fáa 8,3% í fýra ár, er heilt burturvið, leggur hann afturat, men vit mettu annars, at hetta var ein fyltur møguleiki at skapa støðufesti í einum longum áramáli. Gunnleivur Dalsgarð held­ ur, at tað eru samráðingarnar við arbeiðarafeløgini um eitt ár, sum hava spøkt í høvdinum á arbeiðsgevarunum. – Eg haldi ikki, at arbeiðs­ gevararnir í hesum føri hava hugsað nóg nógv um, hvat tænir Føroya Tele best. Eg haldi, at teir hava meiri hugsað um at at halda støðið so lágt sum gjørligt fyri at kunna brúka hendan sáttmálan sum fyrimynd, tá ið samráðingarnar vera við arbeiðarafeløgini um eitt ár. Tað skerst heldur ikki burt­ur, at Arbeiðs­gevara­fel­ agið hevur víst á støðið í teimum sáttmálum, sum eru gjørdir og tí vildu teir ikki fara uppum 8,3% í lænar­ hækking. Men tað góðtekur Starvs ­ mannafelagið ikki. – Sáttmálarnir, sum eru gjørdir, eru gjørdir undir heilt øðrvísi fortreytum og tað er søga. Nú er støðan í samfelagnum ein heilt onn­ ur, tí stór framgongd hevur verið í búskapinum og tað eigur sjálvs agt at síggjast aftur í sáttmálunum, sigur Gunnleivur Dalsgarð. – Nú ein stórur partur av starvsfólkunum á Føroya Tele eru farin í verkfall, fer tað at merkjast, men skuldi álvarlig brek tikið seg upp, væntar stjórin at fáa undantaksloyvi Verkfall Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú 200 starvs fólk á Føroya Tele eru farin í verkfall, er tað nakað, sum sæst. Eini 50 eru eftir til ar­beiðis á Føroya Tele og tað eru fólk, sum ikki eru limir í Starvs mannafelagnum, men sum eru verkfrøðingar, bú­skaparfrøðingar, løgfrøð­ ingar o. s.fr. Men Andrass Róin, stjóri á Føroya Tele, staðfestir, at tað sjálvandi fer at merkjast, at ein so stórur partur av starvs ­ fólkunum eru í verk­falli. Hann sigur, at tað mest sjón­liga fyri vanligu við­ skiftafólkini, er, at allar tele­ búðirnar kring landið eru stongdar. So leingi verkfallið er, verður heldur ikki koyrt runt til fólk at seta telefonir og annað til. Samstundis eru allar tele­fon­ tænastur stongdar og tað rakar nummarkall, hjálp til internet umvegis telefon o.s.fr. Andrass Róin sigur, at minni brek verða heldur ikki umvæld og varar verkfallið leingi, kann tað henda, at tað heldur ikki fer at bera til at seta rokningar út. Men varar verkfallið leingi, kann tað eisini fáa meiri álvarsligar avleiðingar, tí so kann tað raka viðlíkahaldið og tað er sera óheppið. Men stjórin væntar av­gjørt, at taka størri brek seg upp, fer tað at bera til at fáa undantaksloyvi til at umvæla tey. Eitt nú væntar hann av­gjørt, at Føroya Tele hevði fingið undantaksloyvi til at kalla fólk inn at umvæla eitt brek, sum kanska leggur eina heila bygd í telefonloysi, tí tað hevði ikki tænt nøkrum endamáli hjá hvørgum parti at lagt alt lamið. Avoldað og primitivt Nú verkfall er á Føroya Tele, er hetta ein støða, tey ikki eru von við, tí tað er ikki ofta, at tað kemur fyri. – Men Andrass Róin sigur, at hetta er ein støða, sum Føroya Tele onga ávirkan hev­ur á, tí tað er Føroya Ar­beiðsgevarafelag, sum sam­ráðist fyri Føroya Tele. – Hetta er ein ósemja, sum er ímillum Starvs mannafelagið og Arbeiðsgevarafelagið, har Føroya Tele er blivin gísli. Av tí, at Føroya Tele onga ávirkan hevur á støðuna, vil hann heldur ikki siga nak­að um semingsyppskotið yvir­ høvur. Men hann ásannar, at tað er sera óheppið, at verkfall er á stovninum. – Tað er avoldað og prim­ it­ivt at hava verkføll sum hesi í einum framkomnum samfelagið og so leingi støðan á arbeiðsmarknaðinum ikki broytist, kunnu vit gloyma alt um búskaparliga menning og endamálið í vis­jón 2015, leggur hann aft­urat. Tað kunnu vit sleppa øllum tankum um, so leingi sam­felagið og stór feløg kunnu verða løgd lamin av verkføllum í tíð og úrtíð. – Tað ger kappingarførið hjá føroyskum vinnulívi og føroyska búskapinum verri, leggur hann afturat. Mugu sleppa undan Hann sigur, at hetta ger eisini kappingarstøðuna hjá Føroya Tele verri, enn hon eigur at vera mótvegis teimum, sum tey kappast við. Hann heldur, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu læra seg at tosa betri saman. Andrass Róin heldur, at í øðrum londum hava tey ásannað, at ongin fær nak­að burturúr ósemjum á arbeiðsmarknaðinum og tí eru verkføll ikki so vanlig har. – Hetta er heilt avgjørt ein støða, sum vit fara at taka upp innanhýsis tá ið verkfallið er av, Føroya Tele má skip­ast so, at ósemjur á arbeiðs­markn­ aðinum ikki ávirka stovnin so illa, sum nú, tí tað sigur seg sjálvt, at vit kunnu ikki liva við at kunna vera rakt av verkfalli í heilum. Hvat Føroya Tele kann gera við tað, hevur hann onki boð upp á enn. Men hann heldur, at eitt úrslit av hesum kann vera, at arbeiðsuppgávurnar á Før­ oya Tele í framtíðini fara at vera býttar øðrvísi ímillum starvs fólkið, enn tær eru nú so at Føroya Tele ikki verður so ávirkað av verkføllum. – Vit ætla ikki at gera fólki til tænastufólk, men vit fara at kanna, hvørjir møguleikar, eru, sigur Andrass Róin. Vildu ikki fara niður um 12 prosent í lønarhækking – Tað kostar at fáa frið í fleiri ár, men arbeiðsgevararnir vildu ikki spæla við, sigur Gunnleivur Dalsgarð Nógv arbeiði liggur lamið – So leingi hetta skilið er á føroyska arbeiðsmarknaðinum, kunnu vit gloyma alt um búskaparliga menning og visjón 2015, sigur Andrass Róin, stjóri í Føroya Tele