Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 68 - 5. apríl 2006 Islamisma – ein nýggj global hóttan? Mánakvøldið 10. apríl kl. 19 í Miðla­ húsinum fer danski journalisturin og rit­høvundurin Martin Krasnik at halda fyrilestur um islam sum politiska hugsjón við støði í nýggju bók síni “De retfærdige. En islamisk stafet”. Eftir fyrilesturin verður kjak á skránni FYRILESTUR Islamistarnir. Í altjóða fjølmiðlum hoyra vit um teir hvønn dag. Vit hoyra, at politiskt islam er nýggi hugsjónarligi høv­ uðsfíggindi vesturheimsins og hóttir okkara siðmenn­ ing. Vit hoyra, at stóri sam­ anstoyturin mill­um vest­ urheimin og mus­limska heim­in gerst alt meiri sjón­ ligur, ikki minst í kjalar­vørr­ inum av, at tólv tekningar í Jyllandspostinum í heyst elvdu til øst­ar manna­múgv­ ur, mótmælisgongur, harð­ skap og brenn­andi dansk­ ar sendi­stovur í arab­­iska heim­in­um. Men hvørj­ir eru islam­istar­nir í veru­leik­ anum? Og hvør er teirra hugsjón? Fyrrverandi Deadline- verturin á DR og núverandi korrespondenturin hjá Week­ endavisen, Martin Krasnik, fór í 2004 til arabiska heim­ in fyri at hitta og hava sam­røður við politiskar og átrúnaðarligar leiðarar. Undir rannsóknarferð hans­ara gjøgnum London, Iran, Libanon, Pakistan og Saudi-Arabia samrøddi Krasnik við hesar leiðarar um politikk, átrúnað, kær­ leika, lív og deyða. Og ikki minst fyri at spyrja: kunnu vit liva saman í friði? Úrslitið av ferðini var bókin “De retfærdige. En islamisk stafet”, sum kom út beint undan jólum, og mánakvøldið 10. apríl kl. 19 í Miðlahúsinum fer Martin Krasnik at greiða nærri frá síni bók, síni ferð gjøgnum arabiska heimin og sínum hugsanum um polit­isku viðurskiftini í og millum muslimska heim­ in og vesturheimin. Eftir fyrilesturin verða spurn­ ing­ar og kjak. Danska songkvinnan Anna David fer at framføra sangin Fuck dig!, og av sínum vælumtóktu sangum í Eclipse leygarkvøldið, tá eigaraskiftið verður hátíðarhildið Náttarlív Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leygarkvøldið siga gomlu náttarkongarnir í Havn farvæl, og nýggju eigarnir av Café Natúr, REX og Eclipse siga gott kvøld. Kvøldið verður ein risa veitsla, har tað besta innan føroyskan tónleik fer á pallin í REX, og eitt tað heitasta danska poppnavnið Anna David fer á pallin í Eclipse. Danska songkvinnan Anna David er best kend frá lagnum Fuck Dig, ið hevur verið ein sonn landa­ plága í Danmark, og eisini hevur klára seg væl á 15 teimum bestu. Havgrímur Johannesen sigur, at hetta er eitt serligt kvøld bæði fyri nýggju og gomlu eig­arar­nar, tí verður tað há­tíðarhildið ordiligt. Hann sigur, at Anna David fer á pallin við bólki og dansarum um tvey tíðina um náttina. Í REX spælir Spaðar 5, við hópin av gestasangarum og tónleikarum m.a. Terja Rasmussen, Kim Hansen, Jens Marna Hansen, James Olsen og Ólavi Olsen. Havgrímur sigur, at tað er við blandaðum kensl­ um, at hann letur hetta virk­semið frá sær. Frá at vera ovbyrjaður verð­ur hann knappiliga arbeiðs­ leys­ur, og til reiðar til nýggj­­ar avbjóðingar, hetta er spennandi í sær sjálv­ um. Men arbeiðið í náttar­ lívinum í Havn hevur eisini verið stuttligt. Havgrímur sigur, at ser­ liga stuttligt er at hava møgu­leikan at gevast á topp­in­um, tað gongur øgi­ liga væl fyri tíðina, og tað er tí stuttligt at kunna geva ein væl koyrandi virki víðari. Kórkonsert við sangarum úr Fuglafirði Leygardagin 8. apríl kl. 16:00 hev­ur Før­­oyskt kamar­ kór-Atlantic Voices konsert í Fríðriks­ kirkjuni KONSERT Tíðindaskriv Sama dag kl. 20:00 verður konsert í Fuglafjarðar kirkju. Kórið fer á konsertferð til Reykjavíkar og New York. Kórið telur 20 sang­ar­ar, flestu teirra eru úr Fugla­ firði og nakrir aðrastaðni frá í Føroyum. Kórið hevur fingið innbjóðing frá the First Moravian Church at koma yvir og hava nakrar konsertir í New York Kórleiðari er Frits Jo­hannesen, orgulfylgispæl og klaverfylgisspæl hava Heðin Kambsdal og Eyðun á Lakjuni. Ráðið fyri Ferðslu­ trygd heitir á politikarar um at hava ferðslutrygdina í huga, nú uppskot frá Miðflokkinum er í tinginum um at lata stuðul til stórfamiljubilar FERÐSLUTRYGD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í sambandi við lógarupp­ skotið um at veita stuðul til stórfamiljubilar, hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd vent sær til hini norðurlondini við fyrispurningi, um líknandi tiltøk finnast har. Ferðslutrygd sigur, at svar eru komin úr Íslandi, Danmark, Noregi og Finn­ landi og staðfestast kann, at eingin slík skipan finst í hesum londunum. Men í svar­ inum verður undir­strikað, at uppskotið er skilagott. Stjórin í danska ráðnum fyri ferðslutrygd, René La Cour Sell, heldur uppskotið vera so gott, at hann ætlar at royna at fáa tað við í politiska kjakið í Danmark. Tað sama ætlar stjórin í finska ráðnum fyri ferðslutrygd at gera. Frá 2009 koma EU krøv um, at øll í bilinum skulu bindast í bilbelti. Hesum krøvum eiga vit í Føroyum sjálvsagt at fylgja. – Nú hetta uppskot er til viðgerðar í løgtinginum, heitir Ráðið fyri Ferðslutrygd á politikararnar um at hava ferðslutrygdina í huga. Anna David í Eclipse Hondbóltsfelagið Neistin hevur gjørt av, at tiltakið Aftur í 60 árini nú lækkar ímóti endanum. Leygarkvøldið 29. apríl er nítjanda árið á rað, at felagið skipar fyri hesum vælumtókta tiltaki 60’INI Tíðindaskriv 35000 atgongumerki er seld hesi árini, og eingin ivi er um, at vit í Neistanum einaferð um árið hava skylda trúgvu “dansarunum” hetta tiltakið. Vit eru øll vorðin góð við Aftur í 60 árini og harvið dansifólkið. Tað koma so nógv fólk allastaðni úr Føroyum, at tað ikki bara er inntøkan, sum fær okkum at skipa fyri tiltakinum. Nú hava vit so gjørt av, at tiltakið Aftur í 60 árini verður fyriskipað fyri næst seinastu ferð leygarkvøldið 29. apríl. Næsta ár eru tað tjúga ár liðin, síðani Neistin fyrstu ferð skipaði fyri til­ takinum. Tað var í 1988, at Robert McBirnie frá Faroe Boys, Vagnur Michelsen frá Neistan­ um og Robert Magnussen og Einar Vesturklett frá Twi­light, løgdu lunnur undir Aftur í 60 árini. Teir vildu fyriskipa eitt 60 ára tiltak, sum var øðrvísi enn bara vanligur dansur. Skrá skuldi gerast, borð setast í høllina, ja, skulu hugna sær og føla seg væl, tað veri seg um tey dansaðu ella sótu við borðini og lurtaðu eftir 60- ára tónleiki. Ætlanin var bara við ein­ um 60 ára kvøldi í 1988, men eftirspurningur var so stórur eftir atgongumerkjum til fríggjakvøldið, at tiltakið í 1988 var bæði fríggjakvøld og leygarkvøld. Neistin hevur hesi árini savnað sama nógvar 60 ára bólkar, sum vóru givnir at spæla. 60 ára bólkarnir, sum hava spælt hesi átjan árini eru: Faroe Boys, Cream Crack­ers, Goggan, Silly Boys, Island­ers, Rúnar, Thund­­erbirds, X-rays, Fla­ m­ingo, En­joyers og Tey av Kam­­arin­um. Í ár spæla Thunder­birds og Robert og vin­menn. Onkur spyr óivað, hví Neist­ in næsta ár gevst við 60 ára tiltakinum. Tónleikararnir, sum spældu í 60 árunum verða ikki yngri sum árini ganga, ja, fleiri teirra eru ikki millum okkum longur. Trúgvu “dansararnir” eldast eisini, og tey, sum í 1988 vóru kanska fimti ár nú er sjeyti ár. Tí hevur Neistin gjørt av, at í 2007 verður tiltakið fyri tjúgundi og seinastu ferð. Punktum og finala fyri ógloym­andi løtuna bæði fyri tón­leik­arar, dansarar og fyri­reik­arar. Leygar­kvøldið 29. apríl spæla Thunder­birds og Robert og vin­menn, har Jógvan Dahl úr Faroe Boys er ein av vin­monn­un­um. Stuðul til stórfamiljubilar er eitt ferðslutrygdargott uppskot Aftur í 60 árini fyri næst seinastu ferð Robert McBirnie Thund­­erbirds úr Vestmanna