Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 5. apríl 2006 7 Trygg­ingar­felagið Føroyar sponsorerar nú partar av virk­ seminum hjá Norður­ landa­húsinum Mentan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ongin upphædd varð av­ dúkað, tá Tryggingar­fe­­ lagið Før­oyar og Norð­­ur­ landa­húsið mikumorg­unin skrivaðu undir stuð­uls­ avtala, ið merkir, at trygg­ ingar­felag­ið næstu tvey árini verður fíggj­ar­­ligur stuðul hjá Norður­landa­ húsinum. Stjórin í Norðurlanda­ húsinum, Niels Halm, fegn­ ast um stuðulsavtaluna, og vísir á, at í øðrum lond­um eru slíkar avtalur væl kendar, og eitt nú í granna­londum okk­ara er van­ligt, at vinnu­lív og ment­anar­lív finna saman í tílíkum samstarvi. Og hann er somuleiðis av teirri áskoðan, at tað er gott fyri allar partar, at mentan og vinnulív finna saman. – Tað gevur nýggjar møgu­leikar, at vit á henda hátt kunnu samstarva við vinnuligar fyritøkur sum Tryggingarfelagið Føroyar, ið samstundis hava áhuga í mentanini, sigur hann og leggur aftrat, at henda avtalan tó ikki bert er ein fíggjarlig avtala. – Hetta snýr seg eisini um annað enn fíggjarligt samstarv, tí aðalmálið við av­taluni er at gera ment­ anina enn meira sjónliga, sigur hann og greiðir frá, at ætlanin er at brúka stuðulin til, í størri mun at profilera og marknaðarføra húsið og tiltøkini, sum húsið skipar fyri. Niels Halm vísir í hes­ um sambandi á, at tað jú framvegis eru og fara at vera Norðurlandaráðið og Føroya Landsstýri, ið standa fyri høvuðs­fígg­ ingini av Norð­urlanda­hús­ in­um, men at tað sjálv­ andi eisini hevur týdning fyri húsið, at samstarv fæst aðrar vegir, so fleiri streingir eru at spæla á. Á tíðindafundinum kom fram, at avtalan er serlig, á tann hátt, at báðir partar vóna, at onnur við teimum taka táttin upp, so kanska fleiri aðrar líknandi avtalur fara at verða gjørdar mill­ um føroyskt vinnulív og Norðurlandahúsið. Gott fyri vinnuna Og úr Tryggingarfelagnum Føroyar verður sagt: – Vit síggja stórar møgu­ leikar í samstarvinum, tí í okkara eyg­um er Norð­­­ur­landa­húsið ein spenn­­andi og savnandi mentanarmiðdepil, ið hevur havt avgerandi týdning fyri ta menning, ið hevur verið í føroyskum mentanarlívi tey mongu seinnu árini, siga Jónsvein Simonsen og Petur Elias Petersen frá Tryggingarfelagnum Før­ oyar. Eisini vísa teir á, at hetta ikki merkir at Trygg­ ingarfelagið gevst við at stuðla ítróttini og øðrum virksemi, sum felagið van­ liga hevur stuðlað. Av fyrimunum fyri fe­lag­ ið annars kunnu nevnast, at felagið í onkrum førum hevur rætt til atgongumerki til tiltøk í húsinum, umframt at felagið sleppur at læna húsið eina ferð hvørt ár, til starvsfólkatiltøk og líkn­ andi. Mentanin og vinnan eru vinir Fimmti ár eru liðin síðani Barnablaðið kom út á fyrsta sinni, og í dag eru umleið helmingurin av øllum børnum, sum ganga í 1. til 7. flokki haldarar av Barnablaðnum Barnamentan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í hesum sambandið hevði Bókadeild Føroya Lær­ arafelags bjóðað til tíð­inda­ fundar í SMS, har fe­lag­ið hevur hugvekjandi fram­ sýning um útgávurnar hesi hálvthundrað árini. Blaðið kom út á fyrsta sinni í 1928, og var tað Mikkjal á Ryggi sum tók stig til fyrstu útgávuna. Stundum hevur útgávuvirksemið ligið á láni, men síðani 1959 er blaðið komið út við jøvnum millumbili. Blaðið er sjálvsagt nógv broytt hesi mongu árini, bæði í sniði og skapi, og Niels Jákup Thomsen, sum hevur stjórnað blaðnum síðani 1983, sigur, at tey alla tíðina hava lagt seg eftir, at blaðið skal vera nútíðarhóskandi og spennandi hjá lesarunum. Hetta, samstundis sum at eitt av aðalmálunum við út­gáv­ uni hevur verið at fjálga um og at stimbra børnum og ungum at lesa og skriva føroyskt tilfar. Nýggjan blaðstjóra Men tíðin fer við øllum, eisini blaðstjórum, og tí kunngjørdi Niels Jákup Thomsen, at nýggjur blaðstjóri nú tekur yvir, og verður tað Beinta Johannesen, sum hevur ver­ ið knýtt at blaðnum í eini 10 ár. Beinta fekk eisini orðið, og greiddi hon frá, at tey hava stórar ætlanir fyri framman, eitt nú at gera eina heimasíðu til blaðið, umframt at skipa fyri ymiskum tiltøkum. Heilsan frá Menta­ málaráðnum Í sambandi við at framsýn­ ingin um Barnablaðið lat upp í dag, flutti lands­stýris­ maðurin í Mentamálum, Jógv­an á Lakjuni, fram røðu. Har greiddi hann mill­­um annað frá, at bæði í barna­ heimi hansara og aftur nú, hann er vorðin vaks­in, íkoma illstøður í syskinaflokkinum, tá avgerast skal hvør teirra skal vera haldari av Barna­ blaðnum. Landsstýrismaðurin segði annars, at: – Tað skal stórt hegni til at geva út blað til so breiðan lesaraskara sum børn og ung. Vituligt er, at tað, sum tað 8 ára gamla barnið gleðir seg til, er tann 13 ára gamli unglingin vaksin frá. Soleiðis er, og soleiðis eigur tað at vera, tí hvørt menningarstig hevur sín tørv. Eisini samtíðin, vit liva í, setur krøv bæði til innihald og snið. Evnið skal vera við­ komandi, og stílur og skap hóska til tíðarandan. Og hann segði víðari, at hetta setur stór krøv bæði til blaðstjóra og stjórn at fylgja við, hvussu barna- og ungdómsmentanin broytist og mennist, at duga at taka ímóti broytingum, seta nýggj mál og royna nýggjar leiðir, uttan at sleppa endamálinum og tí fakliga og etiska støð­ inum. – Tit eru í einara støðug­ ari kapping við aðrar miðl­ar, ymisk barna- og ung­dóms­ bløð, sjónvarp og tær mongu skráirnar á alnetinum, segði Jógvan á Lakjuni, sum eisini vísti á, at blaðið innihaldsliga er broytt gjøgnum árini. – Tann vælkendi Baldrian, sum øll á mínum aldri uttan iva minnast aftur og hava fylgt trúliga øll barnárini, verð­ur í 1990 tikin av skránni, og í staðin koma tekni­søgur úr ævintýrheimi, segði hann og vísti á, at tað er merkis­vert, at fleiri av teimum føstu teigunum hava hildið fram so at siga øll árini, tó lívgaðir upp við uppseting, litum, myndum og broyttum heiti. – Vit mugu sanna, at hetta ber boð um, at tað eru viðurskifti, sum ættarliðini hava hildið fast við, sum eru vorðin partur av okkara mentanararvi. Talan er eitt nú um tættirnar: Børnini skriva, børnini tekna, gaman, teknirøðir, skriva mær bræv, søgur ella ævintýr og úr Bíbliuni. Henda seinasta táttin kenna vit eldru aftur undir evninum, ”Latið smá­ børnini koma til mín”, ella ”Í fyrstuni var orðið”. Framsýningin í SMS kemur í hæddina, tá Barnablaðið skipar fyri stórari konsert í SMS leygardagin, har eitt nú vælumtókti gentubólkurin Poppcorn og onnur fara at framføra. Barnablaðið fimmti ár Beinta Johannesen úr Havn er nýggjur blaðstjóri Jógvan á Lakjuni granskar greinar, sum kend fólk sendu blaðnum, tá tey vóru børn Nøkur teirra, sum skrivaðu inn til Barnablaðið, tá tey vóru børn: Ingi Samuelsen, 12 ár Heðin Klein, 9 ár Niels Nattestad, 12 ár Páll á Reynatúgvu Katrin Petersen, Sandur Kim Hansen, 8 ár, Nólsoy Elin Heinesen, 6 ár Jóannes Ejdesgaard, 8 ár Hjørdis Johansen, 11 ár Jónsvein Beck, 9 ár Bjørn Kalsø, 5 ár Justinus Eidesgaard, 9 ár Óluvá Zakariassen, 7 ár