Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 68 - 5. apríl 2006 Nógvir spennandi fyrilestrar eru á skránni, tá ið KT- 2006 stevnan verður í Norðurlandahúsinum seinni í hesum mánaðinum KT-stevna Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Millum teir áhugaverdu fyrilestrahaldararnar er eitt nú ungi hoyvíkingurin, Heini Zachariassen, ið sum kunnugt er mettur at verða millum 100 tey fremstu ungu vinnulívsfólkini í Danmark, sum eisini var greitt frá her í blaðnum í farnu viku. Heini fer seinna dagin á KT-stevnuni at halda fyrilesturin, ið ber heitið “gloym heimamarknaðin”. Ógvuliga fjølbroyttir fyrilestrar Hinir fyrilestrarhaldararnir á KT-2006 eru danski rithøvundurin, Tor Nørretrander, stjórin á Betty Nansen sjónleikarahúsinum, Peter Langdal Jensen, Birger Hauge frá Danske Bredbånd, og Silvia Lauritsen frá KompeTansu. Tað er Synergi, ið skipar fyri KT-stevnuni, og Annika Andreassen hjá Synergi greiðir frá, at tær eru ikki minst spentar upp á at hoyra fyrilesturin hjá Peter Langdal Jensen. – Vit vóru til Årets Lederdag 2005 í Bella Centrinum í Keypmannahavn í fjør. Meðan vit vóru til ein heldur turrisligan fyrilestur, hoyrdu vit nógv klapp og nógvan látur úr fyrilestrarsalinum við síðuna av. Tá var tað Peter Langdal Jensen, ið hevði fyrilestur í tí salinum, og vit tosaðu seinni við onkran annan føroying, ið hevði verið til fyrilesturin hjá honum, og viðkomandi lat ómetaliga væl at. Peter Langdal Jensen er ein sera vælumtóktur fyrilestrarhaldari í Danmark, og vit eru ógvuliga fegnar um, at hann kemur á KT-2006, sigur Annika Andreassen. Fyrilesturin hjá Peter Langdal Jensen fer at snúgva seg um kreativa leiðslu og motiverandi arbeiðsumhvørvi. Hinir fyrilestrarnir fara eitt nú at snúgva seg um Digitala Heimið og um, at ein KT-frøðingur ikki er ein gandakallur. Umframt mongu fyri- lestrarnar er nógv annað forvitnisligt á skránni. Fleiri fyritøkur, ið virka innan KT fara at hava bás á stevnuni, har sýnt verður fram, hvat hesar fyritøkur fáast við. Í sambandi við KT-stevnuna verður eisini skipað fyri einum serligum tiltaki fyri miðnámsskúlanæmingar. Hetta tiltak verður fríggja- morgunin 21. apríl, og har fara teir báðir føroysku fyrilestrarhaldararnir, Heini Zachariassen og Silvia Lauritsen, at greiða næm- ingunum frá. KT-2006 verður í Norðurlandahúsinum í Havn í døgunum 20. og 21. apríl. Um bingjan við teimum 16 tonsunum av spreingievni, ið stóð á Eystaru Bryggju, hevði tað verið ein vanlukka uttan líka, sigur serfrøðingur hjá Færøernes Kommando Spreingievni Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í sambandi við tey 16 tonsini av spreingievni eru tað fleiri, ið hava sett spurnartekin við, um tað veruliga er hugsandi, at tey fóru í luftina. Søren Skinderholm, ið er spreingiserfrøðingur hjá Færøernes Kommando, sigur, at tað ikki er óhugsandi. Kennir ikki innihaldið – Nú kenni eg ikki tað nágreiniliga innihaldið í bingjuni, men eldur kundi elvt til spreinging. Dynamitt brennur væl, og kom til dømis eldur í okkurt, sum stóð upp at bingjuni, kundi hitin frá tí eldinum tendrað inni í bingjuni. Tá ið stóra vanlukkan var í Seest í Kolding, har ein fýrverksgoymsla fór í luftina, vóru tað millum annað fleiri bingjur, ið fóru í luftina, hóast eldur ikki var í øllum teimum, greiðir Søren Skinderholm frá. Spreingiserfrøðingurin hjá Færøernes Kommando greiðir eisini frá, at um til dømis detonatorar vóru í bingjuni, kundi ein trukkur syrgt fyri, at tað tendraði. – Um ein trukkur av óvart rennur á bingjuna, og gaflarnir fara inn ígjøgnum og renna seg í ein kassa við detonatorum í bingjuni, hevði tað gjørt, at tað tendraði í bingjuni, sigur Søren Skinderholm Torir ikki at hugsa tankan Sjálvur sigur Søren Skinderholm, at hann torir ikki at hugsa tankan, hvørjar avleiðingar tað hevði havt, um bingjan við spreingievnunum fór í luftina. – Eg tori ikki at hugsa, hvussu umfatandi tað hevði verið. Men tað er greitt, at tað hevði verið ein vanlukka uttan líka. Havnin hevði neyvan verið javnað við jørðina, men tað høvdu verið ómetaliga stórir skaðar av trykkinum. Tað høvdu nógv fólk latið lív, og nógvir skaðar høvdu staðist av eitt nú brotnum rútum, ið fóru flúgvandi gjøgnum luftina, sigur Søren Skinderholm. Serfrøðingurin hjá Fær- øernes Kommando sigur, at ein annar trupulleiki hevði verið, um ein eldur byrjaði beint við bingjuna. – Eg rokni ikki við, at bingjan hevur havt nakað frámerki, ið hevur víst á, at talan var um spreingievni, ið var í henni. Tí hevði sløkkiliðið heldur ikki havt ánilsi av, hvat teir høvdu við at gera, um teir komu á staðið, og so kundi eisini enda galið, heldur Søren Skinderholm. Ein vanlukka uttan líka Tað hevði verið ein vanlukka uttan líka, um bingjan við teimum 16 tonsunum av spreingievni hevði farið í luftina, sigur Søren Skinderholm, spreingiserfrøðingur hjá Færøernes Kommando Savnsmynd Forvitnislig KT-stevna í apríl Millum teir mest forvitnisligu fyrilestrarnar á KT-2006 er tann hjá Heina Zachariassen, ið snýr seg um at gloyma heimamarknaðin savnsmynd