Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 5. apríl 2006 9 Borðoy: Fyri at sleppa undan ferðsluproppum ætl­ar Landsverk at seta upp skelti, ið skulu kunna bilførarar um, hvussu ein sum tryggast koyrir gjøgnum tunlarnar á Borðoynni. Hetta upplýsti stjórin á Landsverki, Oyvindur Brim­nes í Sosialinum í gjár. Hetta fer uttan iva at gera sítt til, at ferðslan fer at ganga lættari í framtíðini. Tað eru kortini tey norð­ anfyri sum hava saknað eitt heilt annað skelti í sjálvum tunlunum á Borðoynni: Eitt skelti, sum greitt sig­ ur at nú tú nærkast tunn­ ils­munnanum, eigur tú at snara annaðhvørt til høgru ella vinstru. Hesi skeltini hava staðið á sínum plássi, men vórðu av einihvørjari orsøk tikin niður fyri langari tíð síðani. Sum støðan er í dag, eru hesi skeltini ikki sett upp­ aftur. Hetta hevur undrað mang­ar av bilførarunum norðanfyri, tí tað er avgjørt neyðugt at vísa – serliga nýggjum bilførarum – hvønn veg tey skulu snara, tá tey koma út úr tunlunum. Sum skilst á Oyvindi Brim­nesi, so er ætlanin nú at taka hetta málið upp­ aftur. Tí, hesi skeltini eiga at verða á sínum fasta staði við eini ávísari fjarstøðu frá munnanum í tunlinum. Óhugsandi er tí ikki, at hesi skeltini verða sett upp aftur í næstum. sb. Skeltini í tunlinum koma uppaftur Hoyvík: Eins og undanfarin ár skipar fríkirkjan OASAN fyri stórari páskastevnu. Men hesa ferð verður stevn­ an ikki í Ítróttarhøllini sum vant, men í egnum bygningi í Hoyvík. Páskastevnan, sum verð­ ur í døgunum 13. til 17. apríl byrjar við skrúðgongu skírishósdag kl. 18. Áður hevur skrúð-gong­ an verið frá Vaglinum og niðan í Ítróttarhøllina á Hálsi. Men hesaferð verð­ ur hon í Hoyvík. Gingið verður frá ovasta buss- steðgiplássinum á Løg- mannabreyt og oman í OASUNA, har stevnan verður sett kl. 19. Umframt kvøldmøtini verða eisini onnur møti. All­­ar halgidagarnar á páskum verða morgun­ møti. Av serligum tiltøk­ um á stevnuni kann nevn­ast eitt familjumøti, ið verður páskadag, eitt ungdómstiltak við lov­ songs­løtu páskaaftan og sang­møti/syngið við møti páskakvøld. Sum vanligt verður eisini hesaferð vitjan uttanífrá. Tað verða Wilson Goeda úr Suðurafrika, ið verður høvuðstalari. Eisini verður Eivind Frøen úr Noregi við. sb. Páskastevna í nýggja bygninginum Oasan í Hoyvík stendur aftur í ár fyri páskastevnuni Aftur í ár skipar Smyril Line fyri serstøkum gospeltúri. Áhugin er stórur, tí longu nú hava fleiri fólk víst túrinum sín áhuga Gospel Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Norrøna: Hundraðtals før­ oyingar nýttu høvið at fara á fyrsta gospeltúrin nakrantíð í mai mánaði í fjør. Leiðslan á Smyril Line og fyrireikararnir mettu seinni, at hesin túrurin var ov góður til bert at skula verða ta einu ferðina. Gospeltúrurin var snøgt sagt komin fyri at verða. Í eina tíð hava so fyri­ reik­ingar verið gjørdar til at endurtaka henda væl um­tókta túrin, og nú er dagur settur á: Tá Norrøna leggur frá landið hósdagin 4. mai byrjar samstundis gospeltúrur nr. 2. Aftur hesaferð kunnu fyri­ reikararnir bjóða teimum ferð­andi ein hóp av góðum og vælkendum gospeltónum sum fara at seta sín dám um­borð á flaggskipi okkara. – Vit hava lagt okkum eftir at fáa eitt breitt úrval av føroyskum gospeltónleiki við. Og eg haldi eisini, at her er avgjørt nakað fyri øll og fyri allar aldursbólkar, sigur ein av fyrireikarunum, Sigrið Sivertsen. Dentur verður lagdur á, at fólk eiga at tekna seg sum skjótast. Royndirnar frá í fjør vísa greitt, at tá gospeltúrurin byrjaði var einki kamar at fáa umborð. Líkt er eisini til,at fólk vísa tiltakinum áhuga, tí longu nú eru fleiri kømur seld. Sangur og gykl Saman við Sigrið hava Ás­bjørn Berthelsen og Eir­ ikur Skála fyrireikað inni­ haldið á hesum serstaka túrinum. Við á ferðini verða bæði einstaklingar og bólkar: Pro­ claim sum eru ungir mans úr Heimamissiónini, og Ec­clesia sum var og er virkin sangbólkur úr Klaksvík. Tey flestu kennast helst við lagið “Siglir tú lívsins” – ein sangur sum enn er at hoyra í kvøðuljómunum til sjófólkið í útvarpinum. Umframt hesar bólkar verður eisini Heini Lützen og Magni Christiansen við, umframt kendu song­kvinnuna Sigrid Ras­mus­sen. Fyri tey sum eisini hava áhuga í øðrum slagi av undirhaldi, fer gyklarin Rógvi Dam av Argjum at hava fleiri framførslur hesar dagarnar umborð á Norrønu. Kendir tónleikarar Norrøna leggur sum nevnt frá landi í Havn hósdagin 4. mai og kemur aftur á Havnina tíðliga mánamorgunin. Á ferðini verður eitt ríkt høvið hjá teimum ferðandi at hoyra gospeltónleik í ymiskum útgávum og undir ymiskum framførslum. Eitt sokallað skipsorkestur verður eisini við, og fara teir at spæla undir hjá Magna Christiansen, eins og teir verða við til tey serstøku Syngið Við-tiltøkini. Somu menn fara eisini at verða við, tá jam sessi­on verður á skránni um kvøld­ arnar, har bæði tónleikarar og sangarar kunnu sleppa fram­at einum ljóðføri og eini mikrofon um áhugi er fyri tí. Her er ikki talan um nýbyrjarar í føroyskum tón­ leiki, tí hesir teljast millum teir frægu av okkara egnu. Millum tónleikarar á ferð­ ini eru so kend nøvn sum Ólavur Øster og Jákup Zachariassen. Barnatiltak Tá ein fer slíkar túrar er neyð­ugt at hugsa um allar aldursbólkar. Og tað hava fyrireikararnir eisini gjørt. Sum nakað spildurnýtt er ætlanin at hava eitt serstakt workshop fyri børn umborð. Hetta fer Sigrið Sivertsen at taka sær av. Ætlanin er at savna øll tey áhugaðu børnini til sang­ venjing, og síðani er ætlanin at tey skulu syngja við fleiri av tiltøkunum umborð. Sigrið er longu í ferð við at fyrireika seg til hetta work­ shoppið, og ynskir tí at fáa tey ferðandi at siga frá, um børn teirra hava áhuga í at syngja í tí serstaka Norrønu- kórinum og hvønn aldur tey hava. Hetta kann gerast við at ringja til Sigrið (tlf. 210736/510736). – Eg gleði meg øgiligt til at hitta hesi børnini. Og eg vóni, at tey verða mong í tali, so at vit kunnu fáa eitt stórt og gott barnakór, sigur Sigrið. Gospeltónarnir skulu fylla Norrønu Glaður sangur fara at sermerkja gospeltúrin hjá Norrønu í næsta mánaði