mikudagur 5. apríl 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 68 - 5. apríl 2006
Í hesum døgum vitjar hópur av íslendingum í Føroy
um. Talan er um sera stór vinnuliga sendinevnd við
forsætisráðharranum, Halldór Ásgrímsson, á odda.
Hetta, at sjálvur forsætisráðharrin er á odda fyri sendi
nevndini vísir, hvussu stóran dent íslendingar leggja
á samvinnu við Føroyar. Halldór Ásgrimsson er høgt
í metum og hevur stóra virðing millum føroyskar
politikkarar og vinnulívsfólk. Føroyskir politikkarar
kenna Halldór frá norðurlendskum samstarvi, har hann
altíð hevur sýnt seg sum hin fremsti vinur føroyinga.
Eisini á búskaparliga samstarvsøkinum sum eitt nú
í samráðingum um fiskirættindi hevur Halldór verið
føroyingum dyggur. Halldór Ásgrímsson er sannur og
hollur føroyavinur, og tað er Føroyum ein heiður, at
hann kemur á almenna vitjan her hjá okkum. Halldór
og allur hópurin skulu vera hjartaliga vælkomnir til
land okkara.
Føroyingar og íslendingar hava allar orsøkir at sam
starva. Báðar tjóðir liva av havsins livandi tilfeingi,
báðar tjóðir av gomul søgulig felags minni og føroy
ingar og íslendingar hava samstarvað vinnuliga síðan
1880. Báðar tjóðir hava fingið globaliseringina og
altjóðagerðina inn um landamørkini, og eygsýnt er
fyri øllum, at hesa avbjóðing hava íslendingar tikið
við sera heppnari og sterkari hond.
Her er nógv at samstarva um á búskaparligum
eins væl og á politiskum økjum. Vit hava nógv at
læra av íslendingum, tá um globaliseringina ræður.
Íslendingar hava í áratíggjur mett allan heimin sum
teirra búskaparliga leikvøll. Hetta kemur ikki minst
til sjóndar í Danmark, har íslendskar fyritøkur
taka yvir eina danska stórfyritøku fyri og aðra eftir
– ikki hissini fyrtøkur, nej fyritøkur sum í donskum
hugaheimi eru meira at kalla kultstøð enn fyritøkur.
Her er ikki bert vinna men tungur symbolikkur og
ikki heilt einki av politikki.
Íslendingar og føroyingar eiga nú av álvara at fara
undir búskaparligt og politiskt samstarv. Vit hava
fingið amboðið til hetta samstarv, Hoyvíkssáttmálan
– nú er bert eftir at fylla karmarnar í hesum sáttmála.
Øki, ið tað er upplagt at samstarva um, eru mentan,
gransking, útbúgving, KT tøkni og aðar vitansvinnur,
fiskivinna, ferðavinna og altjóða samstarv. Settar eiga
at vera samstarvsnevndir, ið skulu hava sum setning
at fylla út karmarnar i Hoyvíkssáttmálanum. Hetta
krevur nógv av okkum føroyingum. Vit føroyingar
mugu læra okkum at vinna á óttanum fyri tí stóra og
fremmanda, tá um búskaparliga samvinnu ræður.
Her hava vit aftur nógv at læra av frændunum fyri
vestan hav. Men kanska hava vit okkurt at læra teir
eisini, treyðugt so. Vit ynskja enn einaferð frændum
okkara hjartaliga vælkomnum til Føroya og ynski
okkara er, at nógv gott og úrslitaríkt samstarv fer at
spyrjast burturúr.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Frændavitjan
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Lat tað vera sagt
beinanvegin, at orðini
ikki eru blaðfest fyri at
lokka hampafólk apríl
Nú Fiskavirking er einskild
og hevur skift eigarar, kann
ein og hvør gera sær tankar
hesum viðvíkjandi. Havi í
hvussu so er gjørt mær mín
ar.
Ásannast má, at sluttspurt
urin í tilgongdini, kann
samanlíknast við endabrest
útsølu við alstórum avsláttri.
Ja, snøgt sagt »ársins rossa
handil«. Tað at fyritøkan fyri
sløkum trimum árum síðan,
kundi seljast fyri yvir 80
mill. kr. meira vísir, hvussu
ódugnaliga fyriskipað er.
Formaður Framtakgrunn
sins royndi at frásiga sær
sína skuld av hesum, segði
at hetta var so tað, vit kundu
megna á hesum sinni. Hon
ballaði trupuleikan rættuliga
væl inn, men helt uppá, at
mótloysni valdaði undir útsøl
uni. Komedian endaði við, at
ikki slappst av við samlaðu
ognina av ávísum grundum.
Hetta vísir vissuliga heim
føðisliga dugnaloysi í land
sins umsiting, og tað í stóran
mun.
Sambart formansfrágreið
ingini var høðusorsøkin til
stóra avslátturin keyparirnir
fingu tann, at uppboðið upp á
fyritøkuna var ov vánaligt, at
potentiellar útlendskar keypi
sterkar vinnu- og fíggingar
fyritøkur høvdu mist áhugan
at bjóða. Hetta grundað á,
at føroysku »vinnupolittisku
viðurskiftini«, ikki vóru
holdbar.
Hon sipaði her helst til, tá
fiskivinnuumsitingin loyvdi
russum at keypa upsan fyri
spottprís á sinni, fyri síðan at
útkonkurera føroyska útflutn
ingin av somu vøru.
Fíggjarmalaráðið eigur
sanniliga eisini sín leiklut í
vanvirðisliga heitunum, Før
oyar hava fingið. At føroysku
vinnupolittisku viðurskiftini
sigast vera óholdbar, er sjálv
sagt, tá hugsað verður um
ta ferðina, SEV skamtaði
streymveitingina fyrrapartin
í juli 2005, tá alt landið so
at siga lá lamið. Her fingu
SEV og Maskinmeistara
felagið alla skuldina. Tað
vísti í hvørtfall diktatoriska
tilgongdin í løgtinginum á
sinni.
Men veruleikin er ein
heilt annar. Arbeiðsósemja
var als ikki ímillum áður
nevndu partarnar. Tvørtur
ímóti var semja um sátt
málaviðurskiftini og ájour
føring gjørd. Hetta kostaði
landskassanum, sum kunn
ugt, ikki so mikið sum eitt
klovið oyra. Og klárt var til
undirskrivtirnar.
At fíggjarmálaráharrin
gjørdi seg sekan í valdmis
nýtslu, vrakaði demokratiskta
semingsuppskotið,
og
hartil við vilja eisini mis
brúkti lógarásettu heimild
sína, við greitt at misbrúka
ásetingarnar í føroysku
kommunulógini, var veruliga
orsøkin til streymskamtann
ina. Tað var ógvuliga naivt
hugsað, at júst hetta ikki
einaferð skuldi koma okkum
aftur um brekku. Og nú
gongur sjón fyri søgn.
Nú føroysku vinnupolit
isku viðurskiftini sigast vera
komin í ringt ljós og óholdbar,
kann fíggjarmálaráðharrin
fyrst og fremst takka sær
sjálvum fyri. Landsumsit
ingin og løgtingsmeiriluturin
eiga sanniliga eisini sín
bróðurpart í óskilinum.
Spurningurin er so, um
man skal halda, at tað gong
ur nokk álíkavæl, ella kon
kretisera og siga: »FAST
TAKI TEIMUM«!
Á aðalfundi í Urguleikara
felagnum 25 mars 2006
var samtykt at skriva
opið bræv til ovasta
kirkjumyndugleika í
Føroyum.
Í nógv ár hava ymsu kirkju
ráðini í Føroyum tikið stór
tøk til tess at byggja kostn
aðarmiklar og góðar urgur.
Onkur skal halda fram, har ið
kirkjuráðini hava lagt lunnar,
og urguleikarar eru ikki at
finna undir hvørjum steini.
Hetta ger at trupulleikin at
fáa sjálvboðið fólk at binda
seg árið á tamb bara veksur
heldur enn minkar.
Tí spyr Urguleikarafelag
ið:
Hvør hevur ábyrgdina av,
at tað í t.d. Gjógv situr ein
urguleikari hvønn einasta
heiligdag í árinum umframt
við Allar aðrar kirkjuligar
handlingar?
• Er tað ovasti kirkjuligi
myndugleikin?
• Er tað kirkjuráðini?
• Ella er tað mentamála
ráðið?
Við tað at føroyska kirkjan
verður yvirtikin 1 jan. 2007
meta vit, at tað má hava
miklan áhuga hjá kirkjuligu
myndugleikunum, hvør
tað er, ið skal bera okkara
sálma/sangskatt víðari.
Sum er verður sungið
minni og minni í skúlunum.
Hetta er tragiskt, tí sangur
hevur stóran mentalan
mátt og er heilsufremjandi.
(Dømi: ein Ólavsøkunátt á
Vaglinum í Havn, har fjøldin
ikki kennir sangirnar.)
Urguleikarafelagið hevur
á aðalfundinum samtykt at:
• Urguleikarar skulu hava
samsýning fyri arbeiði
sítt.
• Teir urguleikarar ið nú
virka, mugu hava sjúka
vikarar og avloysarar.
• Kirkjan kann skriva út
eina kapping í at yrkja
nýggjar nútíðarsálmar,
sum siga ungdóminum
nakað um teirra egna lív
og umhvørvi.
• Urguleikarafelagið sær
fram til ein fund við Jógv
an á Lakjuni kirkjumála
ráðharra.
Okkara visjón 2015 er, at
tað í øllum størri bygdum
sita urguleikarar í føstum
starvi. Hesi skulu saman
við skúlaverkinum hava
ábyrgd fyri, at sálma/sang
skatturin verður borin víð
ari til komandi ættarlið.
Sambært Hagtalsbókini fyri
2004 eru 84% av øllum før
oyingum limir í føroysku
fólkakirkjuni, og eitt so
stórt tal forplyktar kirkjuligu
myndugleikarnar at taka
felag okkara í álvara.
Ársins rossahandil
Vestmanna
hin 1. apríl 2006
Hjalmar N.
Poulsen
Fundarsamtykt: Til ovasta
kirkjumyndugleika í Føroyum
V/ Jens Mortan
Mortensen, formanni
Urguleikara
felagið