mikudagur 5. apríl 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 5. apríl 2006
11
Viðvíkjandi einskiljingini
av Føroya Banka vil eg
heita á politikkarnir um at
lata allar føroyingar fáa eitt
partabræv í Føroya Banka
áljóðandi eitt rímuligt
virði.
Tit kendu føroyingin, tá
íð alt fór á heysin í hesum
landi og sendi honum rokn
ingina. Nú íð seljast skal,
kenna tit ikki sama føroy
ingin aftur, sum knossaði
seg ígjøgnum kreppuna og
tók eitt ódnartak, fruktinar
av tí er eitt nú Føroya
Banki.
Hava tit gloymt tað ella
hví skal Føroya Banki selj
ast uttan um tann veruliga
ánaraan?
Tit mátti verið glaðir um,
at allir føroyingar áttu eitt
partabræv, sum var skrásett
á Virðisbrævamarknaði
Føroya.
Til Marjun
Olsen, næst
formann
í Suður
oyar Sam
bandsfelag
Eg bleiv ikki sørt bilsin,
tá eg læs bræv títt í Sosial
inum 30.03-2006.
Er tað virkuliga so gal
ið, at undanfarni formað
ur í Suðuroyar Sambands
felag ikki veit betur um
limir sínar. Hetta sigur eitt
sindur um seriøsitetin hjá
tær. Tað er spell at hoyra
at tú ikki hevur fingið
tann nýggja limalistan í
sambandsfelagnum. Mín
tilmelding um limaskap
bleiv gjørd fyri tveimum
árum síðani. Um tú so
ikki ert vitandi um tað,
sigur okkum meir enn
gott er.
Eg veit heldur ikki, um
tað er nakað mark fyri,
hvussu leingið mann skal
hava verið limur í felag
num, áðrenn tú hevur rætt
til at gerast formaður.
Hevði tú verði meira
seriøs í Suðuroyar Sam
bandsfelag, so høvdu
hesir skeivleikar frá tín
um knappaborðið ikki
uppstaðið.
Tað var nú gott, at nýtt
krút kom inn í felagið,
ella hevði tað bara sovnað
burtur.
Eg eri enn ungur í hesum
høpi, men tú mást heldur
umhugsað tína støðu, nú
tú misti formannspostin
til ein í hevur eina mein
ing og sum torur at siga
hana.
Sigur man altíð ja og
amen so skal ein ikki
rokna við at fáa ávirkan.
Um eg havi trýst á nakr
an eyman knøtt hjá tær
viðvíkandi mínum útsøgn
um, so eri eg harmur um
tað, men veruleikin er
ofta beiskur at svølgja.
Eg veit hvat tú segði
undir fýra eygum, áðrenn
undirskriftina um upp
stilling.
Vónandi skrivar tú aftur
við eini umbering, um tú
hevur rygg til tess.
P/F Føroya Shell
parkerar sínar tangabilar
á tryggan hátt. Tað vísir
felagið á, eftir at ein
lurtari hjá Útvarpinum
reisti ein spurning
um hesi viðurskifti í
morgunsendingini í dag
Tað gleðir P/F Føroya Shell
at fólk vísa spurningum ans,
sum stinga seg upp innan
heilsu, trygd ella umhvørvi.
P/F Føroya Shell hevur leingi
arbeitt á ein skipaðan hátt
innan hesi øki, og felagið
lýkur tey sera avbjóðandi
krøvini, sum móðurfelagið
Royal Dutch Shell ásetir.
Í morgunsendingini hjá
Útvarpinum í dag var við
gjørdur ein spurningur um,
hvørt tangabilar standa trygt
parkeraðir millum hús, og
nomið bleiv við, hvørjar
reglur eru galdandi á hesum
øki.
Kunngerð um eldfiman
løg fyriskrivar, at akfar, ið
flytur meira enn 600 upp
lagseindir, skal vera undir
støðugum eftirliti. Tá talan
er um bensin, svarar hetta
til eina nøgd upp á 600
litrar, meðan nøgdin er
30.000 litrar, tá ið vit tosa
um diesel ella gassolju. Ein
vanligur tangabilur við trim
um akslum rúmar umleið
17.000 litrar, meðan teir
størru tangabilarnir við fýra
akslum taka umleið 24.000
litrar.
Tað er rætt, sum greitt
varð frá í sendingini, at
P/F Føroya Shell hevur
sínar egnu mannagongdir
á hesum økinum. Sjálvandi
lúka hesar mannagongdir
landsins lógir og ásetingar,
men av praktiskum orsøkum
hava vit hert mannagongdina
soleiðis, at hon er einfaldari
at fylgja.
Hjá okkum er mannagongd
in hendan, at um tangabilurin
hevur bensin í tanganum,
so skal hann ikki parkerast
millum hús. Samstundis
skulu vit sjálvandi eisini
lúka allar aðrar ásetingar um
parkering.
Eg hevði eitt skriv í bløð
unum herfyri, har víst varð
á vantandi náttúruarbeiði
hjá Føroya landsstýri. Í út
varpssending segði lands
stýrismaðurin í umhvørv
ismálum, at har verður
arbeitt við at gera eina
nýggja náttúruverndarlóg
og við at seta eina náttúru-,
umhvørvis- og lendisfyrisit
ing á stovn. Eg rokni við,
at lógin, sum sipað varð
til, er tann sama, sum Inn
lendismálaráðið segði var
á veg í 2003, og at fyrisit
ingin, sum sipað varð til,
er tann, sum varð sett í sam
gonguskjalið í 2002, og sum
løgmaður í fjør segði skuldi
verða sett á stovn 1. januar
í ár.
Skuldi tað veruliga hent, at
vit fáa eina náttúrufyrisiting,
so havi eg tíverri ikki góðar
vónir um, at hon fær gjørt
tað arbeiðið, sum tey flestu
av okkum vóna. Tvinnanda
orsakir eru til tað.
Hugburðurin hjá
landsstýrinum
Fyrsta orsøkin er, at ein
fyrisiting skal arbeiða í
samsvari við politikkin hjá
landsstýrinum. Tað kann
heilt greitt staðfestast, at
í løtuni er hugburðurin og
førdi politikkurin hjá lands
stýrinum ikki til frama fyri
náttúruna. Her skulu verða
nevnd trý dømi:
Landsstýrið leggur einki í
egnar hugsjónir á økinum. Í
2001 gjørdi Føroya landsstýri
greitt, hvørja hugsjónir tað
hevði í sambandi við ferða
vinnupolitikk, m.a. varð sagt,
at “Ferðafólk, sum koma til
Føroya, vilja uppliva náttúru
og mentan okkara, og tí skal
ferðavinnan í menning sínari
hava atlit at varðveitslu av
náttúruni og umhvørvinum.”
Hetta stóð sína roynd, tá ið
tað gjørdist greitt, at fugla
lívið undir bjørgunum í
Vestmanna minkaði, og at
ferðafólkasiglingin, sum har
er, varð mett at skunda undir
minkingina. Ein bólkur
gjørdi eitt uppskot um,
hvussu hetta kundi bøtast,
men landsstýrið leyp frá
sínum føgru orðum og læt
standa til.
Innlendismálaráðið fíggj
ar náttúruoyðing. Tað er
staðfest at størsta hóttanin
ímóti náttúruni í dag er bein
leiðis menniskjalig inntriv,
og atnæststørsta hóttanin er
innslødd fremmand sløg.
Hóast tað, so er tað júst hetta
virksemi, sum landsstýrið
stuðlar, tá tað loyvir og
fíggjar træplanting mitt í
føroysku náttúruni.
Inntriv verða tikin fram um
náttúru. Tá ið inntriv verða
gjørd í náttúruna í sambandi
við størri verkætlanir, vigar
landsstýrið virðið á náttúr
uni mótvegis virðinum á
inntrivinum. Dømini eru
nógv, t.d. samferðsluhavn í
Suðuroy, vindmyllur í Nes
haga og uppi á Mýrunum
í Vestmanna og velting og
avveiting av haga og mýru
lendi kring alt landið. Í hvørj
um einstøkum føri hevur
landsstýrið tikið ta avgerð,
at náttúran er minni verd enn
inntrivið.
Um landsstýrið ikki metti
seg hava grundarlag fyri
at taka avgerðir í slíkum
málum, har náttúran møgu
liga er fyri vanbýti, so vórðu
onga avgerðir tiknar. Tá ið
avgerðir alsamt verða tiknar,
so er tað tí, at landsstýrið
metir seg hava eitt nóg gott
grundarlag. Tá er trupul
leikin ikki ein vantandi
náttúrufyrisiting, men ein
førdur politikkur, sum er
skaðiligur fyri náttúruna.
Her koma vit aftur til tað,
sum nomið varð við í byrj
anini, nevniliga at náttúru
fyrisitingin ikki fer at arbeiða
sambært føgrum orðum,
hugsjónum ella visjónum,
men veruliga politikkinum
hjá landsstýrinum. Skal
náttúrufyrisitingin arbeiða
til frama fyri náttúruna, so
skal politikkurin broytast.
Hevur landsstýrið ætlanir
um at broyta hugburð og
politikk mótvegis náttúr
uni?
Neyðug vitan er ikki tøk
Næsta orsøkin til at
náttúrufyrisitingin neyvan
fær arbeitt, sum ein slík
fyrisiting eigur, er, at ein
fyrisiting skal hava nakað at
arbeiða við. Umframt vitan
um lógir og altjóða sáttmálar
skal
náttúrufyrisitingin
hava vitan um náttúruna.
Landsstýrismaðurin í Inn
lendismálum hevði fatur í
rætta endanum, tá ið hann
segði, at, “í einari nýggjari
umhvørvisverndarlóg eigur
mann at fara inn og skráseta,
hvat er í landinum og hvat,
sum hevur tørv á at verða
friðað”. Tílíka skráseting
av, hvat er í náttúruni, kann
ein fyrisiting ikki gera, men
einans lívfrøðingar og fólk
við serkunnleika – og tað
yvir eitt longri tíðarskeið.
Í flestum londum er henda
skráseting ein partur av tí
grundarbeiði, sum náttúru
gripasøvn, fróðskaparsetur
og aðrir almennir og kommu
nalir stovnar gera, men
soleiðis er ikki í Føroyum.
Heitt hevur verið á lands
stýrið um at seta pening
av til hetta, men tað hevur
landsstýrið valt ikki at
gera.
Síðstu árini hevur Inn
lendismálaráðið fíggjað
eina verkætlan á Náttúru
gripasavninum, har arbeitt
hevur verið við m.a. at gera
eina skipan, har náttúrudátur
verða skrásettar og gjørdar
tøkar á alnetinum. Ætlanin
hevur alla tíðina verið,
at hetta skal vera eitt am
boð hjá einari komandi
náttúrufyrisiting. Í ár varð
avgjørt ikki at fíggja hesa
verkætlan longur, og er hon
tí niðurløgd. Henda skipan
og tann vitan, sum henda
verkætlan hevur lagt eftir
seg á Náttúrugripasavninum,
fer nú fyri skeytið.
Tá ið náttúrufyrisitingin
fer til arbeiðis, fær hon lítla
og onga kunning um, hvat
fyriferst í náttúruni, og tá
nytta nýggjar sum gamlar
náttúruverndarlógir líka
lítið.
Ætlar landsstýrið, at ein
náttúrufyrisiting skal taka
støðu til mál uttan at hava
neyðuga vitan um náttúr
una?
Tíð at fara til verka
Í 1993 góðtók løgtingið
altjóða sáttmálan um lívfrøði
ligt margfeldi. Harvið eru
Føroyar, eins og flestonnur
lond í heiminum, bundnar
til tær ásetingar og mál,
sum hesin sáttmáli inniber.
Eitt av hesum málum er,
at í 2010 skulu vit kunna
staðfesta, at afturgongdin
av lívfrøðiligum margfeldi
er steðgað.
Landsstýrið hevur ikki
gloymt hesa avtalu, tí saman
við øðrum Norðurlondum
skrivaði Innlendismálaráðið
“Miljøhandlingsplan 2005-
2008”. Har stendur: “Det
nordiske samarbejde skal
indrettes på en sådan måde,
at den negative udvikling,
når det gælder tab af arter
og bestande inklusive deres
levesteder, stoppes med det
formål, at tabet af biologisk
mangfoldighed standses
senest i 2010” og víðari:
“Arbejdet med at standse
tabet af biologisk mang
foldighed senest i år 2010
vil have høj prioritet”.
Londini uttan um okkum
arbeiða við at røkka hesum
máli. Umframt at gera sama
arbeiði sum tey, noyðast vit
– eftir fýra árum – at fáa ta
vitan til vegar, sum tey hava
fingið eftir fleiri áratíggju av
grundarbeiði.
Skulu vit røkka á mál,
er neyðugt, at fáa eitt nóg
gott yvirlit yvir sløg og
vistskipanir í náttúruni, og
hvør gongdin hjá teimum
er. Síðani er neyðugt at seta
tiltøk í verk fyri at steðga
orsøkunum til tær aftur
gongdir, sum eru. Í 2010
skal so staðfestast, at aftur
gongdin í náttúruni er steðg
að.
Við hesum í tonkunum
skuldi ein trúð, at Føroya
landsstýri setti lívfrøðingar
og verkætlanir í verk, bæði
fyri røkka 2010-málinum,
men eisini fyri at ein
náttúrufyrisiting skal hava
nakað ítøkiligt at arbeiða
við. Tíverri kann bara stað
festast, at einki verður
gjørt. Orsøkin, ella heldur
undanførslan, tykist at
vera, at tað verður arbeitt
við at skipa náttúruvernd
arlóg og náttúrufyrisiting.
Avleiðingin av arbeiðs
gongdini hjá landsstýrinum
er, at vit ikki skulu rokna
við, at Føroyar teljast mill
um tey lond, sum í 2010
kunnu staðfesta, at málið er
rokkið.
Hevur Føroya landsstýri
tikið avgerð um, at 2010-
málið ikki skal røkkast?
VIÐMERKINGAR
Lívfrøðingur
Janus
Hansen
Náttúrufyrisiting
Formaður S.Sam
bandsfelag
Jan
Haldansen
Vágur
Svenning
Borg
stjóri, P/F Føroya Shell
Hákun
Djurhuus
Gevið fólkinum tað,
sum fólksins er
Shell parkerar tangabilar trygt