Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 68 - 5. apríl 2006 UTTAN ÚR HEIMI Amnesty hartar Sýrialand Tvíheldur um valdið Kvinnutrot í India Vilja ikki hava Camillu Amerikanskir granskarar siga, at fólk, sum ganga regluliga í kirkju ella á møti, liva longri enn hini. Trúgv Árni Joensen fartekst@mail.dk Ert tú í kirkju ella á møti eina ferð um vikuna, kanst tú rokna við at liva tvey ella trý ár longri enn hini. Tað siga amerikanskir granskarar. Teir duga kortini ikki at siga, um tað er vælvild úr erva, sum gevur fólki tvey ella trý ár í meðal afturat, men sambært granskaranum Daniel Hall á lærda háskúlanum í Pittsburgh hevur tann sosiala samveran helst størri týdning í hesum føri enn sjálv trúgvin. – Fólk fáa gott av átrúnaðarligum samanhaldi, og samveran gevur teimum svar upp á ymsar spurningar í lívinum, sigur Daniel Hall sambært BBC við heimasíðuna LiveScience. Men einki er ókeypis, og sambært amerikonsku granskarunum loysir tað seg betur fíggjarliga at leingja sær lívið við likamligari venjing enn við at ganga í kirkju ella á møti. Teir hava roknað út, at hvørt ár, sum fólk forvinna við at taka lut í trúarlívinum, kostar ímillum 20.000 og 700.000 krónur, meðan tey forvunnu eykaárini frá limamligari venjing kosta millum 15.000 og 400.000 krónur. Niðurstøðan hjá granskarunum er almanna- kunngjørd í Journal of the American Board of Family Medicine. Amerikanarar og bretar vilja hava irakska forsætisráðharran, Ibrahim al-Jaafari at leggja frá sær, tí hann forðar politisku gongdini í landinum. Men hann sigur nei. Irak Árni Joensen fartekst@mail.dk Hóast fýra mánaðir eru farnir síðani tað fyrsta demokratiska tjóðartingsvalið í Irak, hevur landið framvegis ikki fingið nakra stjórn. Tað var ikki tað, sum amerikanarar og bretar ætlaðu og vónaðu, og síðsta vikuskiftið vóru teir báðir uttanríkisráðharrarnir, Condoleezza Rice og Jack Straw, í Bagdad og gjørdu vart við, at tað gongur ikki sum ætlað. – Irakska fólkið er um at missa tolið, og verandi støða er óheppin fyri trygdina í landinum, segði Condoleezza Rice við tíðindafólk, eftir at hon og Jack Straw høvdu verið á fundi við irakska forsætisráðharran, Ibrahim al-Jaafari. Ibrahim al-Jaafari er eisini í uppskoti sum forsætisráðharri í einari komandi stjórn, men amerikanarar og bretar vilja hava hann at taka seg aftur, tí eftir teirra tykki er tað júst hann, sum er meinbogin. Men hann fer ongan veg. Í samrøðu við bretska blaðið The Guardian í dag sigur al-Jaafari, at hann lurtaði eftir tí, sum gestirnir úr Washington og London høvdu at bera fram, men at hann var ikki samdur við teimum. – Fólk í Irak fara eisini at gera vart við seg, verða tær demokratisku spælireglurnar brotnar, og tað eiga hvørki politikarar ella okkara samstarvsfelagar at eggja til, sigur al-Jaafari við blaðið. Tað vóru teir shiamuslimsku bólkarnir, sum skutu upp, at Ibrahim al-Jaafari skal skipa stjórn í Bagdad. Tað var í februar, og síðani hevur al-Jaafari fleiri ferðir ávarað USA ímóti at leggja seg út í ta politisku tilgongdina í Irak, skrivar Reuter. Noktar at taka seg aftur Jack Straw og Condoleezza Rice á fundi við Ibrahim al-Jaafari síðsta vikuskiftið. Tað eydnaðist teimum ikki at fáa hann at taka seg aftur sum forsætisráðharraevni. Kirkjugongd leingir lívið Sosiala samveran í kirkjuni leingir lívið Amnesty International sigur, at myndugleikarnir í Sýrialandi fara alt ov illa við politiskum andstøðingum, og at framferðin bøtir ikki um umdømi landsins. Í einari kunngerð sigur Amnesty International,. at mánadagin var ein politiskur andstøðingur í Sýrialandi dømdur fimm ára fongsul, tí hann hevði eggjað fólki til at mótmæla politikkinum hjá stýrinum. Sambært ákæruritinum hevði hann eggjað til uppreistur og borið skeiv tíðindi um myndugleikarnar. Sama dag varð ein annar maður dømdur 12 ára fongsul fyri politiskt andstøðuvirksemi. Amnesty International sigur, at báðir menninir eru politiskir fangar, tí teir vórðu dømdir, tí teir høvdu aðra politiska áskoðan enn teir ráðandi í Damaskus. Amerikanska fregnar- tænastan CIA hevur fyrr sagt, at kubanski forsetin, Fidel Castro, hevur Parkinson-sjúku, men í samrøðu við spanska blaðið El Pais sigur tann 80 ára gamli forsetin, at einki hald er í amerikonsku illgitingunum, sum hann málber seg. Spurdur, nær hann ætlar at leggja frá sær, svarar Castro, at tað hevur ongan skund, og at verandi valskeið endar ikki fyrr enn í 2008. Hann leggur afturat, at yngri kreftir eru til reiðar at taka við, men viðgongur, at yngri bróður hansara, Raul, er 77 og tí kanska ikki ungur longur. Fyri hálvum øðrum ári síðani breyt Castro annað knæið og annan armin, tá hann datt av einum røðarapalli, men tað tykist ikki hava ávirkað hann stórvegis, skrivar El Pais. Fidel Castro. Í indiska landspartinum Rajastan er so stórt trot á ungum kvinnum, at nógvir menn hava ilt við at finna sær eina konu. Orsøkin er, at flestu foreldur vilja heldur hava dreingir enn gentur, og tí er tað rættiliga vanligt, at kvinnur velja fosturtøku, so skjótt tær fáa at vita, at tær ganga við einari gentu. Kanningar hjá indiskum og kanadiskum granskarum hava avdúkað, at árliga verða umleið 500.000 gentufostur tikin í India. Hetta hevur havt við sær, at í fleiri bygdum í Rajastan eru bara 500 gentur fyri hvørjar 1.000 dreingir, skrivar Sunday Express. Tí sigur tað seg sjálvt, at tað er torført hjá teimum ungu monnunum at finna sær eina konu, og ofta noyðast menninir at gjalda eitt ella annað fyri at fáa eina konu, skrivar Sunday Express. – Tann maður, sum er so heppin at eiga eina unga dóttur, kann næstan kenna seg sum ein kong, skrivar blaðið. Charles prinsur gjørdi av at gifta seg við Camillu Parker Bowles, men bretar halda uppá, at teir vilja ikki hava hana til drotning. Í einari meininga-kanning hjá blaðnum The Times siga 56 prosent av teimum spurdu, at Camilla Parker Bowles eigur at taka til takkar við, at hon kann kalla seg konu prinsin. Bara 26 prosent halda, at hon skal verða drotning tann dag, Elizabeth drotning fellur frá. Kanningin hjá The Times vísir, at tað eru serliga tær bretsku kvinnurnar, sum eru ímóti, at Camilla verður drotning. Orsøkin er ivaleyst, at kvinnurnar hava ikki gloymt fyrru konu Charles prins, Dianu prinsessu.