mikudagur 5. apríl 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 5. apríl 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Anna Maria Mikkelsen,
vanliga nevnd Mia á
Støðini,
Syðrugøta,
andaðist í heiminum
í gjárkvøldið, 100 ára
gomul. Kistan fer úr
heiminum í Filadelfia
hóskvøldið klokkan 19.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Kistan
við
Jóhan
Mørkøre,
Hósvík,
fer úr Landssjúkra
húskapellinum hósdagin
6. apríl, klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr
Hósvíkar kirkju fríggja
dagin kl. 14. Tey, ið vilja
minnast Jóhan, kunnu lata
Leguhúsinum í Nesvík
eina peningagávu; konta
í peningastovnunum.
Kistan við Hans Jákup
Hansen, Tórshavn, fer
úr kapellinum á Lands
sjúkrahúsinum hósdagin
6. apríl kl. 20. Jarðarferðin
verður úr Havnar kirkju
fríggjadagin kl. 13.
Tey, ið vilja minnast
Hans Jákup, kunnu lata
eina peningagávu til
Frelsunarherin, konta í
peningastovnunum.
Kistan
við
Dávur
Daviden, Nes, fer úr
kapellinum á Lands
sjúkrahúsinum hósdagin
kl. 16. Jarðarferðin
verður úr Fríðrikskirkjuni
fríggjadagin kl. 14. Tey, ið
vilja minnast Dáva, kunnu
lata eina peningagávu
til Vesturskin, konta í
peningastovnunum.
Kistan við Osvald
Hansen, fer úr kap
ellinum á Landssjúkra
húsinum mikudagin kl.
16. Jarðarferðin verður
úr Havnar kirkju hós
dagin kl. 14. Tey, ið
vilja minnast Osvald
kunnu lata eina gávu til
Hoyvíkar kirkju, konto í
peningastovnunum.
Arne Tausen, ættaður
úr Hovi, búsitandi
í Havn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
mánadagin 3. apríl, 83
ára gamal. Bønarhald
verður í Landssjúkrahús
kapellinum mikudagin kl.
18. Jarðarferðin verður úr
Kirkjugarðskapellinum
í Havn hósdagin kl.
13. Tey ið ynskja at
minnast Arna, kunnu
lata eina gávu til Park
insonfelagið, konta í
Føroya Banka.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin.
6. apríl. Sixtus. Pávi, sum doyði ár 126.
Apríl 2006 hevði
Jákup Lamhauge 40
ára starvsdag sum
havnarmeistari við
Runavíkar havn. Í
hesum sambandi
skipaði Runavíkar
kommuna fyri
móttøku fríggjadagin
31. mars.
Móttøka
Fitt av fólki nýtti høvi til at
heilsa uppá Jákup Lamhauge.
Rodmundur Nielsen, borgar
stjóri segði nøkur orð.
Hann segði m.a., at Jákup
Lamhauge hevur aktivur í
politikki í mong ár, hann var
býráðslimur í 24 ár, harav
8 ár sum býráðsformaður
frá 1993 – 2000, og var tað
eitt tíðarskeið har flestu
kommunur í Føroyum høvdu
tað trupult fíggjarliga. Jákup
megnaði at stýra kommununi
hegnisliga gjøgnum hesi
truplu árini, ja Rodmundur
helt, at eingin hevði klára
hetta betur enn Jákup.
Jákup var í tvey ár formaður
í Kommunusamskipan Før
oya, frá 1999-2000. Hann
varð valdur í nevndina hjá
Samhald í Eysturoynni
í 1969 og sat út í eitt til
1990 og so aftur í 2002 har
hann eisini var eitt skifti.
Hann hevur eisini sitið í
landsnevndini hjá Sam
bandsflokkinum í nógv ár.
Eisini var hann tinglimur hjá
Sambandsflokkinum (1989-
1990), sum varamaður fyri
Jógvan Ingvard Olsen, meðan
hann var landsstýrismaður
og eisini verið varamaður í
fleiri styttir tíðarskeið.
Jákup hevur altíð verið
NSÍ´ari um ein háls. Hann
hevur sitið í nevndini hjá NSÍ
og eisini í starvsnevndini.
Tað var í tíðini, tá NSÍ bæði
hevði fótbólt, hondbólt og
kappróður, og var tað kanska
kappróðurin, ið hevði hans
ara størsta áhuga tá. Hann
er framvegis at síggja á bakk
anum í Runavík á hvørjum
heimadysti hjá NSÍ.
Jákup fekk handað heið
ursmerki frá Margrethu
Drotning í silvuri fyri trúgva
tænastu og var tað Kaj Leo
Johannesen, formaður í
sambandsflokkinum, ið
handaði Jákupi heiðurs
merkið, og segði hann eisini
nøkur orð.
Eliesar Kastalag, byggi
frøðingur hjá Runavíkar
kommunu og Kári P. Høj
gaard, býráðslimur søgdu
einini nøkur orð. Meinhard
Bjartalíð spældi nøkur klav
erstykki og Marita Joensen
og Johnny Hansen sungu.
Í frítíðini fæst Jákup við
seyð og hevur hann eisini ver
ið røktingarmaður í Lamba í
meira enn 30 ár, eisini hevur
hann bát.
Jákup Lamhauge, Saltangará:
40 ára starvsdag sum havnarmeistari
Kunngjørt verður at okkara kæri pápi, verpápi, abbi
og langabbi
Dávur Davidsen
Nes
andaðist á Landssjúkrahúsinum 3. apríl, 89 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
hósdagin kl. 16.00.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni
fríggjadagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Jensia og Marianna, Anna Helena, Jan
og Mathias
Tey, ið vilja minnast Dáva, kunnu lata Vesturskini eina peningagávu,
konto í peningastovnunum.
Fitt av fólki nýtti høvi til at heilsa upp á Jákup
Jákup fær handaðan ein málning sum gávu
Kaj Leo Johannesen, formaður í sambandsflokkinum, handaði
Jákupi heiðursmerki frá Margrethu Drotning í silvuri, og segði
hann eisini nøkur orð
Meinhard Bjartalíð spældi nøkur klaverstykkir og Marita
Joensen og Johnny Hansen sungu
1. apríl 2006 hevði Jákup Lamhauge 40 ára starvsdag sum havnarmeistari
við Runavíkar havn. Her er tað Jóannes S. Hansen, ið ynskir honum tillukku
Havnarmeistarin hjá Tórshavnar
kommunu, Jónsvein Lamhauge, var
eisini við til móttøkuna