Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 68 - 5. apríl 2006 Eigaraviðurskiftini hjá fiskavirkinum, Sp/ f Norðfra í Norðdepli, eru broytt, soleiðis at Tavan í Leirvík nú eigur umleið 20% av partapeninginum, samstundis sum hjúnini, Esther og Allan Eysturskarð, eisini eiga ein part av felagnum. Meirilutaeigari og stjóri í felagnum er framvegis primus- motorurin, Jógvan Høj Norðfra Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Síðan Jógvan Høj í 1997 keypti fyrrverandi Frost­ virk­ið í Norðdepli og gav virk­inum navnið, Sp/f Norð­ fra, hevur gongdin verið skift­andi. Í fjør stóð nøkulunda upp og niður hjá virkinum, men í 2004 og í 2003 var raksturin heldur vánaligur. Stórt prísfall Jógvan Høj, stjóri, sigur, umsetningurin hjá virkinum minkaði við einum triðingi í 2003 í mun til árið fyri – fyri somu sløg av vøru og somu nøgd av fiski. Hann vísir á, at yvirgangs­ atsóknirnar ímóti USA elvdu til, at dollarin fall, og tá ið minni fekst fyri fiskin í USA, floymdu stórar nøgdir av fiski úr eitt nú Kina inn á evropeiska marknaðin. – Eisini íslendingar og norð­­menn kendu sviðan av, at dollarin var viknaður og sendu eisini nógv meira fisk enn vanligt á evropeiska marknaðin. Úrslitið var, at prísurin fyri hvítan fisk var fyri stórum prísfalli – og kanska var fallið upp­aftur størri á evropeiska mark­ naðinum enn í USA orsakað av dollaranum. Stjórin vísir á, at hetta vóru alt orsøkir, sum teir onga ávirkan høvdu á, og tí gjørdist úrslitið hjá virkinum so vánaligt í 2003 og 2004. Vend kom í – Men í oktober mánaða í fjør byrjaði vend at koma í, soleiðis at tað sum heild gjørdist lættari at selja fiska­ vørur fyri líkinda prís. Jógvan Høj sigur, at gongd­ in hjá virkinum higartil í ár hevur verið nøktandi - og tá ið hann sigur nøktandi, skilja vit, at gongdin hevur verið góð. – Tað er ov tíðliga at fara út og ”reypa” um gongdina, tí tú veitst jú ongantíð, hvussu verður restina av árinum. Men fáa vit fisk, og hetta ikki verður í alt ov harðari kapping við útflutningin av heilum fiski, vænti eg, at tað fer at bera til, sigur hann. Í fiskavirkisvinnuni eru marginalarnir smáir, og her vísir Jógvan á, at gert tú ikki alt 100% rætt alla tíðina, tjen­ ar tú ongan pening. Upsakuttara Høvuðsfiskaslagið, sum tey umleið 50 fólkini arbeiða á Norðfra, er serliga hýsa, men virkið keypir eisini tosk og onnur fiskasløg til virk­ingar. Um summarið er hvít­ ing­ur eisini ein partur av rá­vørugrundarlagnum. Stjórin heldur, at tað er lættari at stýra framleiðsluni, tá ið framleiðslan er einføld, og virkið ikki keypir ov nógv fiskasløg í senn. Upsi hevur ikki verið ar­beiddur á virkinum í Norð­ depli í fleiri ár, men líkt er nú til, at upsi eisini verður ein partur av framleiðsluni, tá ið minni fæst av hýsu, og hýsan tískil er dýr at keypa. – Vit hava bara tvær flaka­linjur á virkinum, eina til størri fisk og eina til smáan fisk. Haraftrat hava vit nú útvegað okkum ein sonevndan ”kutara”, men vit ætla okkum ikki at arbeiða bæði hýsu og upsa í senn. Jógvan væntar, at ups­in serliga fer at koma inn í fram­ leiðsluna um summ­arið. – Kutarin er framkomin og elektroniskur, og vit ætla at skera upsaportiónir við honum. Nýggja maskinan á virk­ in­um hjá Norðfra er roynd­ arkoyrd við nøkrum tonsum av upsa, so hon er klár at taka í nýtslu, tá ið brúk er fyri henni. Mest línufiskur Meginparturin av rávøruni, sum virkið í Norðepli keypir, virkar og selir, er línufiskur, eini 95%. Sum vit nevndu í blaðgrein herfyri, hevði Norðfra ein umsetning í fjør upp á slakar 20 mió krónur, og av hesum seldi felagið fyri einar 5 mió krónur á heimamarknaðinum í Føroyum. – Øll vøran, sum verður virkað til heimamarknaðin, er úr línufiski, nógv tað mesta daggamal fiskur frá út­róðrarbátunum og ein minni partur nýggjasti fisk­ urin hjá línubátunum. Jógvan vísir á, at føroyingar vita, hvussu fiskur eigur at smakka, og tí er eingin orsøk at lata nakað annað út á heimamarknaðin enn bert ta allar bestu vøruna. – Um fólk siga, at tað er torført at fáa hendur á fiski til døgurðamat – soleiðis,sum tú stundum hoyrir fólk siga, er tað tí, at vit duga ov illa at gera vart við okkum, sigur hann. Fiskurin góður – Eg haldi, at vit sum heild hava góða rávøru í Føroyum. Fiskurin er vorðin javnari til dygdar, og tað er undantakið, at tú sært heilt vánaligan fisk longur. Stjórin sigur, at fiskimenn og liðini í vinnuni gera sær nógv størri ómak við fisk­ inum nú enn áður, og hetta sæst aftur í dygdini, ið fer sum liðugt vøra út aftur av virkinum. Hann heldur, at fiskurin sum heild er vorðin betur, bæði útróðrar-, línu-og trolfiskurin. – Línufiskurin hevur tó tann stóra fyrimun, at hann verður blóðgaður, sum upsin ikki altíð verður. Jógvan vísir á, at stórur munur er á einum flaki úr blóðgaðum og ikki blóðg­ aðum fiski. Munurin er blóð­ æðrarnar, sum síggjast í tí ikki blóðgaða fiskinum. – Ein ikki blóðgaður fisk­ur er ikki so leskiligur sum hin. Verður hann kók­ aður, er móðan oman á vatn­inum brún; er fiskurin blóðgaður, er móðan hvít, sigur stjórin. Abba-sild Norðfra í Norðdepli hevur í eina tíð selt Abba-sild og aðrar vørur, eitt nú rogn ella kaviar í tupum, sum svenska fyritøkan, Abba Seafood, virk­ar. Hesar vørur hevur fe­lagið selt í Føroyum. – Vit hava bara verið veit­ ari av hesum vørum fyri út­lendska framleiðaran í um­leið hálvt annað ár. Jógvan sigur, at Abba- sildin er heimskend fyri sína dygd, og felagið í Svøríki eigur eisini Glyngøre. – Tað eru eisini aðrir út­bjóð­aðar á føroyska markn­aðinum við hesi sild­ ini, men vit hildu, at úr­val­ ið kundi verið størri. Nú vit eisini hava umboðað svensku fyritøkuna við fleiri ymiskum vørum, eru aðrir eisini farnir at bjóða út fleiri vørusløg og hava í dag umleið sama útboð sum vit. Soleiðis hava vit í minsta lagi verið við til at útvegað føroyska brúkaranum eitt størri útboð. Stjórin ivast í, hvussu verður við Abba-sildini, sum Norðfra bjóðar út, nú fleiri útbjóðarar eru á markn­ aðinum við somu vørum. Sukursaltað rogn Í tvær rognavertíðir hevur Norðfra eisini sukursaltað rogn, sum tað verður rópt. Rognini verða saltað í tunn­ ur og send av landinum til aðrar at meirvirka. Ein av keyparunum er Abba Sea­ Norðfra sær eisini møguleikar Í tvær rognavertíðir hevur Norðfra eisini sukursaltað rogn, sum tað verður rópt. Rognini verða saltað í tunnur og send av landinum til aðrar at meirvirka. Ein av keyparunum er Abba Seafood í Svøríki, men tað eru eisini aðrir keyparar