mikudagur 5. apríl 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 5. apríl 2006
15
Hendan dagin,
Sosialurin vitjaði á
Norðfra, høvdu tey
keypt eina nøgd av
fiski á Fiskamarknaði
Føroya, men tá ið
saman um kom, var
nøgdin nógv minni,
enn virkið hevði
goldið fyri
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Vit hava sent boð eftir
arbeiðsfólkinum at møta í
morgin, men nú noyðast vit
at geva avboð til tey flestu.
Fáa vit ikki fatur á teimum,
kann hetta kosta virkinum
pening.
Soleiðis greiddi Esther
Eysturskarð, bókhaldari
og fiskakeypari á Norðfra,
frá, tá ið vit vitjaðu inni á
virkinum ein seinnapart
herfyri.
– Vit hava keypt og goldið
fyri 14.000 pund av fiski
til Fiskamarknaðin Føroya
í dag, men nú vísir tað seg,
at vit fáa bara 3.200 pund.
Vit hava eisini goldið fyri
leigu av kassunum, sum
tey 14.000 pundini skuldu
verða í, tá ið tey komu norð
ur.
Ov stórur munur
Esther spyr, hvat tey nú
skulu gera?
– Við hesum 14.000
pundunum, skuldu vit havt
20.000 pund inni á gólvin
um í morgin. Men nú hava
vit bert 10.000 pund og
hava sent boð eftir arbeiðs
fólkinum.
Esther sigur, at tað ikki
er óvanligt, at nøgdin, sum
keypt er, ikki altíð er so
neyv, men talan er sjáldan
um meira enn 10% við síð
una av.
– Men í dag er munurin á
tí, vit hava keypt og goldið
fyri – og tí, vit fáa, stórur.
Vit hava við øðrum orðum
goldið fyri nakað, sum ikki
er til.
Hon vísir á, at tað er ikki
altíð so lætt hjá skipum og
bátum at siga ítøkiliga, hvat
teir fara at hava inni, tá ið
túrurin er liðugur – og ofta
verður lastin seld, áðrenn
túrur er lokin.
– Men so langt við síðuna
av er tað sjáldan, leggur hon
aftrat.
Esther ljóðar eitt sindur
irriterað, tá ið hon sigur,
at svartiper, sum hon tekur
til, aftur hesaferð kemur at
liggja hjá framleiðaranum.
Peningur til góðar
Vit spurdu hana, hvussu
verður við ágóðanum hjá
Fiskamarknaði Føroya í slík
um føri, tá ið meira verður
goldið, enn veruliga nøgdin
svarar til.
– Hetta verður avroknað
soleiðis, at vit eiga pening
til góðar hjá Fiskamarknaði
Føroya, leggur Esther Eyst
urskarð, bókhaldari og
fiskakeypari, aftrat.
við upsanum
Tú fært ikki altíð
tað tú betalir fyri
Esther Eysturskarð sigur,
at tað er ikki óvanligt,
at nøgdin, sum keypt
verður um telefonina á
Fiskamarknaði Føroya, ikki
altíð er so neyv, men talan
er sjáldan um meira enn
10% við síðuna av. – Í dag
var munurin stórur, sigur
hon
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Tað er ikki altíð so lætt hjá skipum og bátum at siga ítøkiliga, hvat teir fara at hava inni,
tá ið túrurin er liðugur – og ofta verður lastin seld, áðrenn túrur er lokin, sigur fiskakeyparin
hjá Norðfra
Mynd: Vilmund Jacobsen
food í Svøríki, men tað eru
eisini aðrir keyparar.
Jógvan
sigur,
at
rognatíðin er frá undan
jólum og allan apríl
mánaða. Flestu rognini
hevur felagið keypt um
Fiskamarknaðin Føroya.
– Nøgdirnar hava verið
nógv minni í ár enn í
fjør. Soleiðis er útboðið
minkað, samstundis sum
kappingin um rognini
hevur verið harðari.
Hann sigur, at Norðfra
keypti nógv upsarogn
í fjør, men nú fleiri og
fleiri skip hava fingið sær
kryvjimaskinu, er nógv
minni til av upsarognum,
tí maskinurnar oyðileggja
rognini undir kryvjing.
– Vit hava annars sukur
saltað bæði toska-og upsa
rogn, leggur hann aftrat.
Jógvan sigur, at tey plaga
at avskipa tunnurnar, tá ið
tær fylla upp í eina bingju
ella so.
– Ein partur av rávøruni,
sum vit senda av landinum,
kemur aftur higar til lands í
tupum sum kaviarur, helst
blandað við eitt sindur av
olju.
Nýggjur eginpeningur
Eigaraviðurskiftini
hjá
fiskavirkinum, Sp/f Norð
fra í Norðdepli, eru broytt,
soleiðis at Tavan í Leirvík nú
eigur umleið 20% av parta
peninginum, samstundis
sum hjúnini, Esther og Allan
Eysturskarð, eisini hava sett
pening í felagið.
Meirilutaeigari og stjóri
í felagnum er tó framvegis
primus-motorurin, Jógvan
Høj.
Á virkinum tekur dóttir
Jógvan, Esther, sær mest av
bókhaldinum og innkeypi
av fiski, Allan Eysturskarð
tekur sær av søluni á heima
marknaðinum, meðan Petur
Simonsen í fyrsta lagi tekur
sær av søluni uttanlands.
Nýggjur nevndarformaður
í Sp/f Norðfra er Ingvar Joen
sen í Leirvík, sum er ein
av drívhestunum aftanfyri
gulllaksavirkið.
– Eg haldi, at vit sum heild hava
góða rávøru í Føroyum. Fiskurin
er vorðin javnari til dygdar, og
tað er undantakið, at tú sært
heilt vánaligan fisk longur, sigur
Jógvan Høj, stjóri á Norðfra
Mynd: Vilmund Jacobsen