Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 68 - 5. apríl 2006 Nevndin í P/F Smyril Line hevur fingið tveir nýggjar limir. Andras Róin er nýggjur nevndarformaður, og Leif Abrahamsen er vorðin nevndarlimur. Teir koma inn í nevndina fyri Edvard Heen og Thomas Magnussen SMYRIL LINE Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Á aðalfundinum í P/F Smyril Line mánadagin 3. apríl 2006 fór ein útskifting fram í nevndini í reiðaríinum. Broyt­ingin ber í sær, at nýggj­ ur formaður og ein nýggjur limur eru valdir í nevndina. Nýggjur nevndarformaður er Andras Róin, stjóri á Før­ oya Tele. Hann tekur við sum for­mað­ur eftir Ed­vard Heen, ið hevur ver­ið for­­mað­ ur eitt skifti. Edvard Heen tók herfyri við sum privat­ kundaleiðari í Føroya Banka, og orsakað av ásetingum í banka- og sparikassalógini ber honum ikki til at halda fram sum nevndarformaður í Smyril Line. Nýggi nevndarlimurin er Leif Abrahamsen. Hann starvast dagliga sum stjóri á Føroya Gjaldstovu og tekur við nevndarsessi, ið Thomas Magnussen hevur havt. Thomas Magnussen gjørdist 1. desember 2005 stjóri í Smyri Line, og nú hevur hann lagt nevndararbeiðið til viks til fyrimuns fyri starvið sum stjóri. FT Holding hevur valt Andras Róin í nevndina, með­an Framtaksgrunnur Før­­oya hevur kosið Leif Abra­hamsen sum nevndar­ lim. Teir báðir tóku sæti í nevndini í Smyril Line frá fyrradegnum at rokna. Nevndin í Smyril Line telur nú hesar limir: Andras Róin, formaður Leif Abrahamsen Jónas Hallgrímsson Sandy Cluness SKIPASØLA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyrsta dagin fer Fesk­ fiskatrolarin Nesborg til Spania, har skipið verður gjørt út til fiskiskap í Afrika. »Nesborg« úr Vági hevur partrolað við »Nesborg 1«, sum fekk nýggjan maka, ið P/F Tvøran keypti fyrr í ár úr Noregi. Tað var skips­meklara­ virkið MARETEC á Argj­ um, sum skipaði fyri søluni av »Nesborg«, sum nú fer til vestur-afrika at royna seg har. Føroyingar skulu sigla skipið til Spania, har tað síðani verður gjørt út til fiskiskap í Afrika. Nesborg er seldur til Gibraltar Andras Róin nýggjur formaður í Smyril Line Marknaðarrák Farna vikan hevur verið friðarlig á fíggjarmarknaðunum. Tó megnaðu norrøn partabrøv at hækka 1%. Higartil í ár eru tey hækkað 14%, og gongdin frá trimum teim undanfarnu árunum er sostatt hildin fram í ár. Eitt, sum hevur sera stóran týdning fyri, um hetta góða rák eisini verður varðveitt hendan mánaðin, eru roknskapirnir fyri 1. ársfjórðing. Teir fyrstu verða kunngjørdir longu áðrenn páskir. Sum vanligt eru tey amerikonsku virkini skjótari at kunngera enn tey evropisku. Amerikonsku roknskapirnir hava týdning fyri partabrøv á okkara leiðum, tí gongdin á ymsu partabrævamarknaðirnir fylgist í ávísan mun. Tað er ikki bert avgerandi, at virkini kunngera góðar roknskapir. Teir skulu eisini vera betri enn marknaðurin væntar, fyri at føra til hægri kursir. Renturnar hækkaðar aftur 10-ára danska lánsbrævarentan kom týsdagin burtur úr strekk- inum 3,70%-3,75%, sum hon hevði ligið í 2-3 vikur. Og sum væntað varð tað við eini hækkan. Danska 10-ára rentan liggur í løtuni um 3,91%, og útlit eru fyri, at hon hækkar eitt vet aftrat. Maersk og Vestas í andgletti Kunngerðirnar frá Vestas og Mærsk vaktu stóran ans í farnu viku. Vestas hækkaði 25%, tá tað gjørdist greitt at tørvurin á nýggjum kapitali var nógv minni enn væntað og at betur skil var komið á mannagongdirnar. Eisini fingu tey eina stóra bílegging úr Kina. Kursurin á Mærsk lækkaði heili 15% mikudagin, tá úrslitið bert gjørdist 20,2 mia. kr. Hetta kom sera dátt við hjá greinarum, ið við stórari vissu høvdu mett úrslitið til 25 mia. kr. Eftirfylgjandi er Mærsk tó hækkað 5% aftur. Danska vísitalið OMXC20 lækkaði 4% hendan dagin, men er hækkað 2% aftur. Hesa vikuna Størsta hendingin hesa vikuna verður uttan iva amerikanska arbeiðsmarknaðarfrágreið- ingin, sum kemur fríggjadagin. Hetta er ein tann greiðasta ábendingin um standin hjá amerikanska brúkaranum. Annars verður eisini dentur lagdur á oljuprísin, nú Iran roynir nýggj vápn. Góðir roknskapir í væntu Vika 14 2006  ) piTÚ.  . /Ù! .- !   . .3( %.- $ ¯-$-     *" Ep9MLL TpMij Ú3( Ù 00 piiM9p TiM?j + ?Mww TpMSj ($ Ú3( pEZMi~ TiMEj  p[iEZMw? TpM9j  . .3( pwiMS9 pMEj 0 Z9MLZ iMZj - %º¥. /) $ L9Mp? TiM~j   !. $ Þ  ).¥. Ù 2$ !- ! (!)$ Ù¥.[  !. (Ù.   !. !. $ ~ 2Ú.¥!.[