mikudagur 5. apríl 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
The Yngwie
Malmsteen Collection,
Polygram 1991
Eg hevði hoyrt um Yngwie,
at hann spældi ótrúliga
skjótt og vildi tí gjarna
hoyra hann. Eg fann hesa
fløguna inni hjá Jón Tyril,
syskinabarninum,
og
hon
broytti mítt lív. Eg eigi
nú allar fløgurnar hjá
Yngwie. Eg haldi ikki, at
nakar gittarspælari kemur
uppá knøini hjá honum.
Clickhaze - EP,
Tutl 2003
Clickhaze var besti og týdn
ingarmesti føroyski bólkurin
nakrantíð. Tey broyttu før
oyska
tónleikaheimin
og
allir góðir føroyskir bólk
ir síðani hava verið ávirk
aðir av teimum. EP skapur
eisini ein longsul í mær.
Tað var ein stórur missur
fyri føroyska mentan, at
Clickhaze góvust. Eg hevði
vilja havt sangir sum “Wall
of Silence” og aðrar á
fløgu.
Tim Christensen -
Secrets on Parade,
EMI 2000
Mær dámar nógvan danskan
tónleik, men Tim og Dizzy
vóru ein opinbering fyri
meg. Tað er okkurt við sorg
blíða huglagnum og naivu
erligheitini,
sum
nemur
okkurt í mær. Mær hevur
eisini altíð dámt, at Tim
var so væl spældur. Hann
er ein góður gittarspælari
og bæði Dizzy og solo-
útgávurnar eru merktar av
góðum spæli.
Petra - Praise: The
Rock Cries Out, Sony
1989
Eg fekk hetta bandið kopi
erað, tá ið eg var 5 ella
6 ár. Og dugi alt bandið
uttanat, so nógv lurtaði eg
eftir tí. Petra var fyrsti
bólkurin, sum eg veruliga
elskaði. Tað var við at
lurta eftir teimum, at eg
fekk hugin at spæla gittar
av fyrstan tíð. Tað var
óveruligt at endiliga møta
teimum í fjør.
Dream Theater
- Scenes From A
Memory, Elektra 1999
Hetta má vera ein tann
fløgan, ið eg havi lurta
mest eftir. Eg haldi, at
hon er eitt meistaraverk,
ein perfekt blanding av tí
stórsligna og tí einfalda,
av tí progressiva og tí
popputta. Eg skrivaði enntá
høvuðsuppgávu í student um
hesa útgávuna. Karakterurin
var ikki heilt líka góður
sum fløgan, men tað snakka
vit minni um... :)
Mær dámar bæði Beyonce og Arch Enemy
Fimm tær bestu við Arna Zachariassen:
Millum tær 300 fløgurnar hjá Arna Zachariassen er
bæði poppur og rokkur, tær spegla fjøllbroytta
tónleikaáhugan hjá gittarsnillinginum úr I am og
Braquet, vit hava biðið hann valt tær fimm, ið hava
havt størstu ávirkanina á hann
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Arni Zachariassen hevur í bólk
unum I am og Braquet víst seg
sum ein gávuríkan gittarleikara.
ið er tekniskt sera væl fyr.
Í hesum døgum gera hann og
hinir í Braquet seg klárar
til eina stóra konsertferð í
USA. Ein konsertferð, ið kann
gerast stóra gjøgnumbrotið hjá
kristna føroyska rokkbólkinum.
Ein konsertferð, sum Arni og hin
ir gleða seg ordiliga nógv til.
Vit hava prátað við Arna, um
hvør tónleikur hevur givið honum
størsta íblásturin. Hetta fyri
at síggja hvat tað er, ið er
drívmegin aftan fyri fingrarnar,
ið ferðast av strongi til strong
við 200 km/t.
Fevnir breitt
Arni eigur einar 300 fløgur,
og tær fevna breitt. Her er
alt frá alternativum rokki hjá
Frank Zappa til sólkendan popp
hjá Beyoncé Knowles og aftur til
tungan deyðsmálm hjá Arch Enemy.
Arni heldur tað vera rættiliga
torført, at nevna nakað, ið allur
tónleikurin hevur til felags,
ella sum eyðkennir góðan tónleik.
Men sjálvandi er ávíst, ið honum
ikki dámar. Poppur skal t.d.
helst antin vera melidiøsur ella
eitt sindur kitjuttur, greiðir
Arni frá.
Ein fløga, ið hann júst hevur
keypt, er fløgan hjá Poppkorn, og
hesa fløgu dámar honum ordiliga
væl. Hann heldur sjálvur, at
tað, at hann lurtar eftir nógvum
ymiskum tónleiki, hoyrist aftur
í hansara lagaskriving. Tí hóast
hann spælir rokk bæði í I am og
Braquet, so eru onnur rák at hóma
í tónleikinum.
Torført at velja
Fløgusavni er stórt, so her eru
nógvar fløgur at velja ímillum,
og Arni situr eisini eina góða
løtu, áðrenn hann er liðugur við
listan av teimum fimm fløgunum,
ið hava havt størstu ávirkanina
á hann: