mikudagur 5. apríl 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
- Tað kendist kanska løgið
at spíla eina næstan bera
rumpu upp í myndatólið hjá
myndamanninum, men tað
var stuttligt, og eg eri væl
nøgd við myndirnar, sigur bert
17 ára gamla havnagentan
Turið Weihe Reinert, ið
vísir fram nýggjasta mótan
innan undirklæðir í danska
kvinnublaðnum Sirene, sum í
løtuni liggur á øllum hillunum
í føroysku, donsku og
grønlendsku handlunum
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Myndir: Elite Model Management
Turið Weihe Reinert arbeiðir dagliga
fyri eitt modellfelag í Keypmannahavn
– Elite Model Manage ment. Sirene
setti seg í samband við felagið, ið
síðan koyrdi uppgávuna víðari til
Turið:
– Hóast eg alt fyri eitt fekk at vita,
at eg bert skuldi vera í undirklæðum
á myndunum í Sirene, ivaðist eg onga
løtu. Eg helt tað ljóðaði stuttligt og
tók beinanvegin av tilboðnum.
Av fyrstan tíð meldaðu tvær
vinkonur Turið til eina kapp ing hjá
modellfelagnum Elite Model. Turið
kom í finaluna, men vann tó ikki.
Men til kapp ingina var ein dómari
úr París, og honum dámdi Turið so
væl og bað hana tískil bara heldur
koma við sær til París at gera okkurt
smávegis arbeiði fyri seg. Turið fór við
honum til Go-feese, ið er eitt slag av
casting. Har gekk hon í tvær vikur og
fekk nógv burturúr. Tá hon kom heim
aftur, vóru nógv áhugað at fáa hana
at gera ymiskt arbeiði fyri seg – eitt
nú kvinnublaðið Sirene, Vi Unge, eitt
brúðarblað og ymiskir handlar.
Einans í undirklæðum – hvat so?
Turið er væl nøgd við myndirnar í
Sirene og heldur ikki, tað var undarligt
at standa framman fyri mynda
manninum einans í undirklæðum:
– Øll, ið vóru í hølinum, vóru
sera fitt og hjálptu mær væl. Eina
løtu kendist tað kanska eitt sindur
undarligt at spíla seg fram í næstan
berari rumpu framman fyri øllum,
men eg havi tikið myndir saman við
myndamanninum áður, so tað gekk
sum eftir ánni.
Hóast nýgg ja Sirene blaðið einans
hevur ligið á handilshillunum í nakrar
fáar dagar, eru tað longu nógv, ið
kenna Turið aftur á gøtuni í Danmark:
– Dagliga hugsi eg ikki um, um
tað eru nógv, ið veita mær ans. Men
fleiri hava tó longu kent meg aftur
á gøtunum, og sjálvandi geva fleiri
mannfólk mær gætur. Enn er tó
eingin, ið hevur fingið ilt av, at eg
havi tikið hasar myndirnar. Og teir
føroyingarnir, eg havi tosað við, halda
tað bara vera stuttligt, og eg havi
somuleiðis allan vegin fingið fullan
stuðul frá familju og vinum.
Og telefonin hjá Turið hevur
somuleiðis gingið heit seinastu
dagarnar, og, sum sagt, hava nógv
longu ringt og biðið hana gjørt ymiskt
arbeiði fyri seg:
– Men enn havi eg ikki játtað meg til
so nógv arbeiði. Eg havi ein skúla at
hugsa um.
Turið gongur á háskúlanum Egå
Ungdomshøjskole og hevur eitt nú
lærugreinirnar design, ítrótt og tónleik.
– Mær dámar sera væl at vera á
háskúlanum, ið gevur mær nógvar
Føroysk ung modell í Sirene:
Í berum
undirk
Turið Reinert Weihe
Fødd:..................05.05.88
Hárlitur:.............Ljóst
Eygnalitur:.........Blá
Hædd:................1,78 m
Bróst:.................70 cm
BH stødd:..........70A
Miðja:.................50 cm
Mjødn:...............80 cm
Klædnastødd:....34
Skógvastødd:....37