Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 góðar og fjølbroyttar avbjóðingar. Ikki múgvandi av modellarbeiði Turið ásannar, at higartil er hon ikki vorðin nøkur múgvandi kvinna av modellarbeiðinum: – Tað er rættiliga dýrt at flúgva so nógv, sum eg geri, men eg havi, sum sagt, fingið góðan stuðul frá foreldrunum. Mamma hevur eisini verið við mær í Danmark og hjálpt mær væl ávegis við mínari karrieru. Men tá eg havi verið í Føroyum, havi eg arbeitt og vunnið mær nøkur oyru. Framtíðin? At gerast modell hevur ongantíð verið ein stórur dreymur hjá Turið, men vin- konur hennara hava altíð eggjað henni til at leggja meira orku í modelllívið: – Nú havi eg verið so heppin at komið so langt, so hví ikki bara halda fram? Hóast eg ongantíð veruliga havi hugsað um, at hetta skal gerast mín lívsleið, haldi eg tó, tað er vert at royna. So tá eg eri liðug við háskúlan, ætli eg mær at satsa 100% upp á modelllívið í eitt heilt ár, so fáa vit at síggja, hvussu langt eg komi. Hóast Turið ætlar at royna hørðu modellverðina í eina tíð, ætlar hon sær tó at fáa sær eina veruliga útbúgving: – Tað nyttar ikki bara at vera blindur og halda, at ein kann liva av at vera modell restina av lívinum. Eg má eisini hava ein fastan grundarstein at liva av, tá eg ikki longur kann brúkast framman fyri myndalinsuna. Hørð verð Eingin ivi er um, at modellverðin er ein hørð verð, ið setir størri og størri krøv til hvønn einstakan. At kalla hvør- ja viku hoyra vit um stór­ar stjørnur, ið ikki megna at liva undir hørðu krøvu- num, missa mótið á vegnum, drukna í evnis­misnýtslu ella verða misnýttar av onkr­um skálki. Men Turið er ikki bangin fyri hørðu verðini, ið bíðar eftir henni: – Higartil hevur alt gingið væl. Onkuntíð havi eg kent meg eitt vet útnyttaða av onkrum. Eitt nú havi eg arbeitt út í eitt ein heilan dag, men hóast hetta fingið lítið og einki afturfyri. Men eg royni altíð at tosa nógv við modellfelagið hjá mær, áðrenn eg sigi ja til ein uppgávu. Og tá eri ónøgd við okkurt, sigi eg altíð frá, sigur Turið og leggur alt fyri eitt afturat, at nógvar modellir, hon arbeiðir saman við, hava fingið at vita, at tær skulu tapa seg og íðka meira ítrótt, men tílíkt tímir hon ikki at hugsa so nógv um: – Eg eri kløn og havi ikki brúk fyri at tapa meg. Eg eti so at siga júst tað, eg havi hug til, og íðki ikki meira ítrótt enn vanligar gentur. Eg dansi hvørja viku, og so havi eg nakrar ítróttatímar á skúlanum hvørja viku. Tað er eingin ivi um, at tað eru fleiri aðrar gentur, ið fegin høvdu viljað staðið í tínum skóm í løtuni. Hevur tú okkurt gott ráð til teirra, ið veruliga ynskja at koma líka langt, sum tú ert komin? – Um tú veruliga ynskir at liva av modellverðini, verður tú noyddur at leggja lív og sál í arbeiðið, tú fært. Í modellverðini fært tú einki ókeypis og noyðist at taka av teimum møguleikunum, tú fært, við einum smíli. Vit eiga tó at ansa eftir, at vit ikki verða misnýtt av øllum teimum hørðu treytunum og skitnu skálkunum, ið modellverðin eisini bjóðar tær, sigur Turið Weihe Reinert at enda. m klæðum