mikudagur 5. apríl 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Planet.fo, 100 mannfólk og
500 konufólk upplivdu eitt
rokkbrak av eini konsert, tá
Johnny Deluxe fóru á pallin í
einum útseldum Pumpihúsi í
Keypmannahavn
Konsert
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tá Søren og Noam úr Johnny
Deluxe spældu á Planet Awards
í januar, var tjúkt av føroyskum
konufólki framman fyri pallin. Teir
báðir vøkru ungu menninir spældu
sín lætta popp beint inn í føroysku
kvinnuhjørtuni, framborin víð
vøkrum sangi og fittum kassagittar
spæli.
Herfyri var Planet.fo boðið við, tá
Johnny Deluxe spældu fyri einum
fullkomiliga útseldum Pumpihúsið
eitt hanagleiv frá Ráðhúsplássinum
mitt í danska høvuðsstaðnum.
Í frakka og myrkamorreyðari troyggju
Tá vit komu á dyrnar góðar 5
minuttir eftir, at konsertin var
byrjað, stóð á einum stórum skelti,
UDSOLGT. Hetta vistu vit í forvegin,
men meira merkisvert var, at sama
skelti hekk í klædnagoymsluni. Tað
er ikki oftari enn so, at ein klædna
goymsla er full. Tá vit í frakka og
myrkamorreyðari troyggju komu
inn í sjálvan konsertsalin sóu vit
orsøkina. Salurin var á tremur við
veitslupyntaðum konufólki. Bert
hendinga mannfólk var at síggja
millum áskoðararnar.
Eitt rokkbrak
Á pallinum runnu gittarleikarin
Søren og bassleikarin Jakob sum
ódnarveður runt, meðan sangarin
Noam stóð mitt á pallinum og
hevði alla áskoðarafjøldina í sínum
lógva.
Vit, ið einans kendu bólkin frá
vælframleiddum poppfløgum og
eini konsert við kassagittarum á
Planet Awards, vórðu tiknir av bóli.
Bólkurin rokkaði. Løgini vóru latin
úr sínum pena popphami, og tón
leikurin var melidiøsur rokkur við
nógvari orku.
500 munnar, ið skríggja í senn
Framførslan var lívlíg og festlig.
Bólkurin spældi síni fangandi
poppløg sum: “Du ligner en mil
lion”, “Sommeren er forbi”, “Lille
hypokonder” og syngi við slagarin
“Vi vil ha mer’”. Tað vóru tó serliga
løgini “Elskovspony”, “Drenge
Som Mig” og “Drømmer Jeg”, ið
fingu allan salin at kóka, umframt
teirra frálíka tolking av Kim Larsen
lagnum Joanna. Bólkurin hevur í
tolkingini megnað at gera eitt so
kent lag til sítt egna.
Samanumtikið var gott lív í alla
konsertina. Men tað var ikki eitt lag,
ið fekk allar størstu reaktiónina frá
áskoðarunum. Óljóðið var øgiligt.
Eg kendi meg deyvan eina góða
løtu aftan á. 500 konufólkarøddir
skríggjaðu av ovfarakæti, tá Noam
lat seg úr skjúrtini og stóð í berari
undirtroyggju.
Eisini okkurt fyri mannfólki
Vit mundu vera eini 100 mannfólk í
hølunum, flest øll vóru har saman
við damunum. Vit skríggjaðu ikki
líka hart, tá Noam fór úr skjúrtini,
men eisini vit fingu eina góða kon
sertuppliving. Bólkurin spældi heilt
væl. Konsertin var eitt sindur óróg
vað av vánaligu ljóðumstøðunum í
Pumpehúsinum, men hetta gjørdist
betur við tíðini, ella kanska vandu
oyrini seg bara við at ljóðblanda
annarleiðis.
Tað var pallframførslan, ið veru
liga lyfti konsertina upp um tað
vanliga. Tónleikararnir góvu seg
fult út alla tíðina. Meðan Noam
hevði fatur í øllum áhoyrarunum.
Her var talan um eitt bland av
karisma og arbeiðsorku, ið bara
riggaði. Onkuntíð spældi hann
gittar onkuntíð ikki, men alla tíðina
meistraði hann kynstrið at koma út
um pallkantin.
Við sær hevði Johnny Deluxe
kórsangarinnuna Gry Trampedach,
ið er hevur sungið kór við bólkinum
í rættiliga fitta tíð. Hon lyfti eisini
framførsluna við sínum góðu kór
røddum. Men hennara veikleikar
komu til sjóndar, tá hon sang
leiklutin hjá svensku Anne Nordell
í “Drømmer Jeg”. Røddin hjá Gry
er stutt sagt ikki nóg spennandi at
bera ein so stóran leiklut.
Annlit til annlit við ein seyð
Aftan á konsertina hittu vit Noam,
Søren, Jakob og Morten. Noam
og Søren takkaðu fyri seinast, og
søgdu, at túrurin til Føroyar hevði
verið fantastiskur. “Vit vilja svakliga
gjarna sleppa aftur til Føroyar”,
segði Noam “Vit tosa við onkran
festival har uppi og vónandi verður
tað veruleiki”, segði hann. Hann
greiddi eisini frá, at hann hevði eitt
ynski, um hann slapp til Føroyar aft
ur. Tað var at standa annlit til annlit
við ein seyð. Hann segði, at hann
hevði sæð nógvan seyð á ferðini
í Føroyum í januar, men hevði
ongantíð verið nær einum. Eisini
trummuleikarin Morten segði, seg
vóna, at Føroya ferðin fór at gerast
veruleiki. Tí hann hevði hoyrt so
nógv gott um túrin hjá hinum báð
um.
Tá 500 kvinnur
skríggja í senn
Mr. Johnny Deluxe, Noam er ein
sera sterkur oddamaður, ið hevði
áskoðararnar í sínum lógva
(mynd: Morten Rygaard)