mikudagur 5. apríl 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Punk trio’in The Dreams leggur í morgin síðstu hond á upptøkurnar
av fyrstu fløguni hjá bólkinum. Fløgan punkar føroyska
sangskattin og fær Grønu Sangbók at ljóða, sum hon ongantíð hevur
ljóðað áður
PUNKA FØROYSKA SANGSKATTIN
Popp-punkur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Seinastu báðar vikurnar hevur The
Dreams tikið fløgu upp í Studio
Pegasus í Klaksvík. Hetta kann
gerast bæði fyrsta og síðsta
fløga, ið bólkurin ger til føroyska
marknaðin. Tveir av limunum eru
longu fluttir til Danmarkar, meðan
tann triði flytur niður í næstum.
Síðan The Dreams skiftu navnið
Zink út, og endaðu í favninum hjá
amerikansku songkvinnuni Anastaciu,
hevur næstan alt tos um The Dreams
snúð seg um bólkin og útlandið.
Men nýggja fløgan snýr seg bara um
føroyska heimamarknaðin.
Føroyskir slagarar
The Dreams hevur hesar seinastu
vikurnar tikið 10 løg upp, tey
flestu
av
hesum
eru
sannir
slagarar. Hettar eru løg sum Til
allar vinir hjá Blátt, 80’ini
hjá Frændum, Sirkús Tinganes hjá
Annfinn & Co., Sasa sa sa hjá Georg
eystan Á, Forelskaður sjónleikari
hjá Páll Finnur Páll, Eg siti so
eina hjá Vestmonnum og Nummar hjá
Terja Rasmussen. Teir tolka eisini
Nalju klassikaran “Sjeikurin”, ið
Poppkorn eisini tolkaðu herfyri.
Men
Eirikur
Gilston
Corfitz
Andersen bassleikari í The Dreams
lovar, at teirra útgáva verður
nógv betur, og flennur. Hann
sigur, at teir eru øgiliga væl
nøgdir við úrslitið. Tað hevur
riggað væl, at gjørt løgini um
til Popppunk. Í stíl minnur fløgan
um eitt nú Green Day, Blink 182
og Sum 41, sigur hann. “Vit hava
spælt popppunk í 4-5 ár nú, so tað
liggur heilt nátúrligt hjá okkum,
at spæla løgini í okkara stíli”,
sigur hann.
Gomul ætlan
Í MTV sendingini A Cut, tulkaðu
The Dreams eitt lag hjá Anastaciu,
og nærliggjandi er tí at spyrja,
um henda tulkingin gav teimum
hugskotið til hesa fløguna. Men
tað gjørdi hon ikki, sigur Eirikur.
Hann greiðir frá, at hugskotið
er gamalt. Tá teir itu Zink
spældu teir einaferð “Forelskaður
sjónleikai” í eini punk útgávu,
tað var stuttligt. Tì hava teir
spælt við tankan um eina tílíka
útgávu leingi.
Teir dáma allir væl bólkin Me
First And The Gimme Gimmies, ið er
ein bólkur, ið tolkar kend løg í
punk útgávum. Bólkurin hevur limir
út NOFX, Foo Fighters og Lagwagon
og hevur givið fleiri útgávur
út. So huskotið kemur kanska
frá teimum, sigur Eirikur, ið tó
viðgongur, á at teir als ikki gera
líka ráðar útgávur av løgunum sum
Gimme Gimmes – Vit spæla popppunk,
sigur hann.
Leitaðu í Grønu Sangbók
Tað eru teir í The Dreams, ið
sjálvir hava valt løgini. Hetta
varð m.a. gjørt við at blaða í
Grønu Sangbók greiðir Eirikur frá.
Nógv av løgunum, ið teimum dámdu
høvdu fimm vers og einki niðurlag,
so tey vórðu droppaði. Eftir sótu
teir so at endans við 10 løgum, ið
eru tey, ið vera á fløguni.
Løgini eru flest øll kend, og á
onkran hátt vorðin fólkaogn. Men
ein jokari er eisini við. Hetta er
lagið “Nú ert tú ein onnur” hjá
Eyðun Nolsøe av fløguni Eyðun og
Terji. Lagið gjørdist ongantíð eitt
stórt hitt, men sambært The Dreams
hevur tað stórt hittpotentiali, og
riggar væl í popppunk útgávu.
Ringt at meta um
yndisløg
Eirikur sigur, at hann heldur, tað
vera ringt at meta um, hvørji løg
eru tey bestu á fløguni. Men hann
er persónliga serliga væl nøgdur
við Til allar vinir og 80’ini, ið
hann heldur rigga øgiliga væl.
Kemur út 1. mei
Tað
er
ljóðtøkningurin
Ingi
Isaksen, ið hevur snarað knøttunum
saman við teimum í The Dreams
í
upptøkuhølunum
hjá
Pegasus
í Klaksvík. Fløgan verður nú
ljóðblandað í Kristoff Studio inni
á Gøtu í Hoyvík av Kristoffur
Mørkøre. Fløguhúsan ger Heiðrikur
av Heygum. 3’arin stendur fyri
útgávuni. Væntandi verður fløgan í
handlunum 1. mei.
Útlandið bíðar
Í síðstu viku varð almannakunngjørt,
at The Dreams fer at spæla á
Spot-festivalinum í Århus fyrsta
vikuskiftið í juni. Men hetta er
bert ein av fleiri konsertum við
The Dreams í Danmark. Í løtuni
verður arbeitt við konsertum saman
við tveimum donskum bólkum.