mikudagur 5. apríl 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Knút Háberg Eysturstein
Sum einstaklingur gav Knút Háberg Eysturstein
í 2004 frálíku fløguna Havsglóð út. Á hesi
fløgu upplivdu vit lagskrivarin Knút Háberg
Eysturstein. Hesin er bæði inniligur og
dugnaligur. Røddin hjá Knút er heilt serlig,
og hann syngur við nógvar innlivan. Afturat
sær hevur hann ein flokk av sera dugnaligum
tónleikarum.
Leirvíkingurin Knút byrjaði sítt tónlistar
liga yrki, sum gittarleikari í bólkum sum Mari
gold og avleggaranum Mary’s Baby. Men tað var,
sum orgulleikari í Gestum, at Knút flutti seg
inn í føroysku tónleikatilvitskuna. Hann hevur
eisini í Marius og í einstaklingaverkætlanini
hjá Peturi Pólson víst seg, sum ein sera hab
ilan urguleikara, ið hevur átt ein stóran leik
lut í heildarmyndini hjá hesum bólkum. Saman
við júst Petur Pólsyni hevur Knút seinastu
tíðina spælt mótmælistónleik undir navninum
Tuxedo Rebels. Men á asfalt verður hann aftur
at hoyra í síni egnu verkætlan.
SIC
SIC er Føroya besti deyðmálmsbólkur. Síðan SIC
skiftið út í manningini í fjør, er bólkurin
vorðin alsamt betur, og eru nú ein sannur
veggur av deyðsmálmi. Í Mikkjal Gaard Hansen
hevur bólkurin ein tann sterkasta oddamannin í
føroyskum tónleiki. Hann er tað fyri tað myrka
og ráa í føroyskum tónleiki, ið Eivør er fyri
tað vakra og reina.
Bólkurin hevur spælt rættiliga fitt í Føroy
um seinasta árið, umframt at teir hava verið
á konsertferðum í Danmark og Ìslandi. Tað
skilst, at bólkurin arbeiðir við fløguætlanum.
Teir ætla sær næstu tíðina at royna seg í
útlandinum, og verða tí ikki nógv á hoyra á
føroyskum tónleikapallum. Men á asfalt hava
teir játtað at luttaka.
SIC vórðu nummar trý í The Global Battle Of
The Bands fjør, men tað skilst, at tað einans
vóru nøkur fá stig millum SIC, Lama Sea og
Marius, sum vann.
Unn Paturson – enn eitt
come back á Asfalt
Nú er nakað liðið, síðan føroyingurin hevur
hoyrt nakað frá Unn Patursson, men nú noyðast
vit ikki at bíða leingi afturat. Unn hevur
nevniliga savnað sær nakrar knalldugnaligar
tónleikarar, og við teimum trínur hon á pallin
á Asfalttiltakinum. Unn lýsir sín tónleikastíl
sum eina samanrenning millum fusión og popp.
Unn er uttan iva ein av okkara fremstu song
fuglum. Hon syngur sera sannførandi, og hon
hevur eitt sterkt innlit í tónleikin sum verður
framførdur á pallinum. Hetta gevur henni eitt
stórt yvirskot til hennara framførslu..
Unn hevur áður forkelað okkum við tveimum
góðum útgávum. “Gloymska Við Grape” var slóð
brótandi poppur í einum hami, sum ikki áður er
hoyrdur her á landi. Síðan fór Unn at arbeiða
uppá eitt meiri jassutt konsept, sum hon kal
laði fyri “RUN”.
Páll Finnur Páll hava
ein serligan eginleika
at skriva ljótan
boðskap í penum hami.
Í dag byrjaði atgongumerkjasølan
til asfalt. Í hesum sambandi
kunnu vit avdúka fýra av nøvnunum
á risa tónleikatiltakinum í
Tórsgøtu. Føroya ónærisligasti
poppbólkur Páll Finnur Páll
verður millum nøvnini eins og
Sic, Knút Háberg Eysturstein
og Unn Patursson.
Páll Finnur Páll er langt síðan
vorðin
fólkaogn.
Bólkurin
hevur eini heilt serlig evni at
skriva fangandi og syngivið-
vinarlig
poppløg.
Lagið
“Forelskaður Sjónleikari” av
fyrru fløguni hjá bólkinum
er tað størsta popp hittið í
føroyskum tónleiki seinastu
nógvu árini. Á nýggju fløguni
hjá bólkinum, fær rokkurin ein
eitt sindur størri leiklut.
Hetta
klæðir
tónleikinum
væl.
Ofta
eru
tekstirnir
væl hinumegin tað vanliga,
og ikki alt er borðbart.
Eitt nú skýrdi ummælarin hjá
Sosialinum fyri nøkrum árum
síðan lagið “Blottarar” fyri
at vera eitt lag, ið ongantíð
átti at verið skrivað. Fleiri
tekstir hjá teimum eru so
ófantaligir, at teir ikki
kunnu verða spældir í føroysku
loftmiðlunum. Tað gerst so
serliga langt úti, tí hesar
ófantaligheitir verða bornar
fram í fittum popp hami. Men
Páll Finnur Páll er altíð
frálíkur á konsertum. Bólkurin
er stutt sagt ein av bestu
føroysku tónleikabólkunum í
løtuni.
Páll Finnur Páll, Knút, Unn og Sic á asfalt