Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Seinasta hósdag læt Bilasølan í Hoyvík fimm nýggjar bilar til Hertz-bilaleigu. Talan var um fimm Mazda3 1,6 Touring, fýra sed­an og ein hatchback. Síðan 1999 hevur Hertz Før­oyar leigað bilar út í sam­ starvi við altjóða fyritøkuna Hertz. Uni Danielsen frá Hertz Føroyar sigur, at teir vanliga hava millum 25 og 30 leigu­ bilar, hetta eru bilar av ym­isk­um sløgum, hvørs miðal­ald­ur er beint oman fyri 1,5 ár. Krøvini frá Hertz er at leigu bilarnir ikki mugu gerast eldri enn 3 ár. Tað eru nógv, ið ynskja at leiga egnan bil, tá hetta gevur góðar møguleikar at ferðast rættiliga frítt í landinum. Fríggjadagin læt bilasølan Ivan Johansen Bilar seks nýggjar Citrëen Berlingo til Tórshavnar Býráð. Talan var um seks hvít­ ar Berlingo 1,4 við bensin­ motori, ið fyritøkan hevði bygt um til vørubilar. Bilarnir hoyra til húsa­ umsitingina hjá Tórshavnar býráð til húsavørðarnar at koyra við. ELLISAKFAR TIL SØLU Volvo 144. 4 hurðar (grønur). Bilurin er skrásettur fyrstu ferð í 1971. Hevur bert havt tveir eigarar. Áhugaði eru vælkomin at venda sær til. Tel. 213727 Nr. 68 • mikudagur • 5. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Pauli Waag frá Ivan Johansen Bilum handar teir seks hvítu Citroën Berlingo til Eivind Danielsen, leiðara fyri húsaumsitingina hjá Tórshavnar Býráð. Húsavørðarnir standa við hvør sín bil. Uttast til vinstru er ein Ciroën Jumper, sum eisini hoyrir til húsaumsitingina Bilasølan: Fimm nýggjar Mazda til Hertz Øssur Johannesen frá Bilasøluni (h.m.) handar Una Danielsen frá Hertz teir fimm nýggju Mazda3 uttan fyri nýggja Mazda-bygningin í Hoyvík Mynd: Jens Kristian Vang Ivan Johansen Bilar: Seks nýggjar Berlingo til býráðið