Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 • mikudagur • 5. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Fyrsti dyst­ urin er í dag Klokkan 15 lokala tíð í dag skuldi føroyska kvinnu­ landsliðið spæla sín fyrsta dyst í Challenge Trophy- kappingini Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Longu klokkan 6.45 varð landsliðið purrað út týsmorgunin, soleiðis at fyrstu venjingarnar í Sarajevo kundu fáast frá hondini, áðrenn spælt verður. Eina mest mundi ráða um at fáa ferðamøðina nakað úr kroppinum, áðrenn spælast skuldi, men hartil gav hetta eis­ ini møguleika at kunna seg um umstøðurnar í Vogosca-høllini, har allir dystirnir í kappingini verða spældir. Ein kunn­ ing, sum ivaleyst kem­ ur væl við, tí í nógv­ar mátar livir høllin ikki heilt upp til teir stand­ ardir, sum føroyskir hond­bóltsspælarar eru vanir við. Hóast umstøðurnar, so tóktust venjararnir báðir vera nøgdir um, at mest sum allar av spæl­arunum tykjast vera púrasta klárar til dyst­ irnar. Einastu ivamálini í løtuni eru Ása av Neysta­ bø, sum hevur ein ferð­il av krími, og Annika Ljós­ stein, sum hevur fingið bruna í tannkjøtið. Hon var í gjár á sjúkrahúsi og hjá tannlækna, har hon fekk viðgerð fyri brunan. Roknað verður við, at hon hvílir seg frá dystinum í dag. Svein Rógvi Nielsen var alt annað enn nøgdur við spæliumstøðurnar hjá landsliðnum, tá vit prátaðu við hann eftir fyrstu venjingina Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan er í nógvar mátar um eitt land, har tíðin partvís hevur staðið still. Umframt at vera merkt av hørðu bar­ døgunum, sum hava herjað landið seinastu 15 árini, tykist Bosnia eisini at vera nakað afturúrsiglt, tá hugsað verður um forkelandi karm­ arnar, sum stórur partur av vesturheiminum er vanur við. Kanska einamest sjónligt við gomlu útgávunum av Seat og VW, sum koyra runt á slitnu landavegunum. Gólvið ein katastrofa Eftir venjingina týsmorgunin tosaðu vit við annan av føroysku venjarunum, Svein Rógva Nielsen, og hann læt sum heild hampuliga væl at umstøðunum. Í øllum før­ um, tá tosað varð um gist­ ingarhúsið, sum liðið býr á. – Men vøllurin er ein skan­ dala. Fjalarnar í gólvinum eru somikið ójavnar, at tað kann vera beinleiðis hættis­ ligt, um spælarar skreiða eftir gólvinum. Men er tað ikki ein fortreyt, sum er tann sama hjá øllum liðunum í kappingini? – Sjálvandi. Men missa vit ein spælara av onkrum somikið býttum skaða, so er tað sera harmiligt. Ójavna gólvið gav eisini úrslit í, at uppspringið hjá bóltinum var misjavnt kring høllina. Men tað var nú ikki nakað, sum tóktist órógva Rógva. – Í so máta er hatta ikki verri, enn tað er í KÍ-høllini, so tí partinum eri eg ikki so bangin fyri, staðfesti hann at enda. Gólvið er ræðuligt Teir báðir føroysku venjararnir høvdu hug at ilskast um hallargólvið, sum teir hildu vera beinleiðis vandamikið