Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 68 - 5. apríl 2006 ] Panic í HB Í gjárkvøldið kom serbiski spælarin Jovan Radinovic-Panic til Føroya at royna síni fótbóltsevni. 26 ára gamli miðvallarin kemur úr Beograd, har hann hevur spælt fyri felag í næstbestu deildini. HB hevur fingið samband við serban ígjøgnum fótbóltsumboðsmannin Jákup í Stórustovu, og í fyrstu atløgu er talan um royndarvenjing í HB. Høvuðsstaðarfelagið vónar tó, at spælarin fer at vísa tær dygir, sum felagið vónar og væntar, so at hann kann spæla fyri HB í hesum kappingar­ árinum. Í morgun er B36- spæl­arin Ahmed Davy Syll a skrásettur hjá Lands­fólka­yvir­ lit­inum. Kappingar­ nevndin hjá FSF sigur seg einki hava við málið at gera Sylla-málið Eyðun Klakstein/ Terji Nielsen Í dag kennist Lands­fólka­ yvirlitið við navnið Ahmed Davy Sylla. Í gjár varð hann ikki skrá­­­ settur hjá Lands­fólka­yvir­ litinum sum búgvandi í Før­oy­ um, men tað er hann í dag. Tað er fólkayvirlitið hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur gjørt skrásetingina av Ahmed Davy Sylla, og har var í gjár sagt, at Sylla er skrásettur í Tórshavnar kommunu. Orsøkin til, at hann ikki var at finna í Landsfólkayvirlitinum var søgd at vera, at so var málið ikki koyrt ígjøgnum hjá Lands­­fólkayvirlitinum. Eingin bíðitíð Mannagongdin er, at komm­ unan sendir Lands­fólka­ yvirlitinum allar flytingar so skjótt, sum tær eru klárar, og so verða persónar skrásettir í Landsfólkayvirlitinum bein­anvegin. Lítil og eingin bíðitíð er eftir hesum. – Um øll pappírini eru í lagi, skráseta við flyt­ing­ar­ nar frá kommunalu fólka­ yvirlitunum sama dag, sum vit fáa tær. Onkuntíð bíða vit við skrásetingini,um øll pappír­ini ikki eru í lagi, og onkun­tíð kunnu kommunurnar bíða eftir onkrum í mál­in­um, verður sagt av Lands­fólkayvir­litin­ um. Lógin forðar fyri, at neyv­ar upplýsingar um slík­ ar flytingar kunnu latast almenninginum, og tí fæst ikki at vita, nær flytingin hjá Sylla til Føroya formliga varð gjørd. Hvørki fólkayvirlitið hjá Tórshavnar kommunu ella Landsfólkayvirlitið kunnu upplýsa, nær ein persónur er skrásettur, men við van­ lig­ari høvuðrokning ber til at staðfesta, at Lands­fólka­ yvirlitið hevur skrásett Sylla innanfyri seinasta døgnið. Hinvegin kann málið hava ligið eina tíð hjá Tórshavnar kommunu og bíða. FSF ger einki Kappingarnevndin hjá FSF hevði fund í gjár, og tá vóru reglarnir viðvíkjandi út­lendskum leikarum við­ gjørdar. Men í løtuni er eingin kæra um loyvið hjá Sylla, og tí var tað ítøkiliga málið als ikki viðgjørt, sigur Høgni í Stórustovu, formaður í kappingarnevndini. – Tá ið Sylla fyrstu ferð kom til Føroya, var neyð­ ugt hjá avvarðandi fe­lag at útvega arbeiðs- og uppi­ haldsloyvi og váttan frá Lands­fólkayvirlitinum, áðrenn Sylla fekk spæli­ loyvið. FSF skal fáa eitt ITC- loyvi, sum stendur fyri Inter­ national Transfer Certificat, og samstundis skulu vit síggja arbeiðs- og uppi­ haldsloyvi, áðrenn hann fær spæli­loyvið. Hesum syrgdi ÍF fyri, men tá ið hann skifti til B36, fekk havnarfelagið eisini ábyrgdina av at syrgja fyri, at øll viðurskifti vóru í rættlag viðvíkjandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Tað hoyr­ ir ikki undir okkum, sigur Høgni í Stórustovu. Formaðurin í kapp­ingar­ nevndini sigur tí, at ein møgu­ligur trupulleiki hjá Sylla og B36 ikki hevur nak­ að við FSF at gera. Loyvini hjá Popczynski eru í lagi Nú er arbeiðs- og uppihaldsloyvið hjá póllendinginum Krzysztof Popczynski komin upp á pláss, so at hann umsíðir kann kalla seg HB-venjari. Ætlanin var líka síðani í fjør verið, at Popczynski skuldi verða HB-venjari, og tað er nú eisini alment. HB skrivar á heimasíðu sínari, at umsíðir eru øll pappírini hjá venjaranum úr Krakow komin í rættlag, og tað fegnast felagið um. Nú kennir Landsfólkayvirlitið Syll a Ahmed Davy Sylla flutti í vetur frá ÍF til B36 at spæla, og spæliloyvið hjá honum hevur verið í B36 síðani 9. mars. Tí hevur Sylla havt loyvið at spæla fyri B36 síðani tá, og FSF staðfestir, at hetta spæliloyvið er galdandi