Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. apríl 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 68 - 5. apríl 2006 ] Andras Joensen tók mótstøðumenninar í renningini og vann harvið fyrstu triath­ lon-kappingina í ár Triathlon Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sunnudagin skipaði Føroya Triathlon Felag fyri kapping í tí, sum verður rópt sprint triathlon. Hetta er ein kapp­ ing, har svomið verður 750 metrar, súkklað verður 20 kilometrar og runnið verður 5 kilometrar. Kappingin var í Havn. Svom­ið var í svimjihøllini í Gundadali, og súkklað og runnið varð eftir vegnum í høvuðsstaðnum. Nakað av órógvi var av ferðslu, men annars gekk kappingin væl. Andras vann Ottar í Hjøllum var fyrst úr hylinum, síðani kom Remi Lamhauge og 1-2 minutt aftaná komu so Evald Ras­ mussen og Andrass Joensen. Nakað aftanfyri teir komu so Kári Simonsen og Áslakkur Nesá. Ottar var eisini fyrstur út á súkkluna, men her vísti tað seg, sum ikki einaferð, at royndir hava nógv at siga í hesi trídeildu ítróttagrein. Evald, sum var triðjur upp úr hylinum, skifti skjótast, var næstur út á súkklurutuna, og var skjótt fremstur. Hann fór eisini fyrstur út á renni­ rutuna, men Andrass vísti hesaferð, at hann er ein góð­ur rennari. 100 metrar frá málinum fór hann fram um Evald og vann sostatt fyrstu triathlonkappingina í ár. Nummar 2 gjørdist Ev­ ald Rasmussen, og Remi Langgaard var nummar 3. Kappast á OL-teini 14 mai verður aftur kappast, tá er tað OL-teinurin, sum sær soleiðis út: Svomið verður 1500m í svimjihøllini. Súkklað verður frá høllini, til Kaldbaks, Kaldbaksbotn, Kaldbak, rundkoyringina við R.C. Effersøesgøtu, og oman til Plantusøluna. Tein­ urin er 40 km. Runnið verður frá Skógrøkt Landsins, fram við Strond til Føroya Sparikassa, og aftur til Skóg­ røkt Landsins. Teinurin er 5 km og skal rennast tvær ferðir. Andras vann sprint triathlon Dreingir 12 hjá Kyndli hava vunnið greipuna, ella trippul sum teir sjálvir vilja vera við.  Seinasta leyg­ar­ dag vunnu teir finaluna í steypakappingini. Viku­ skiftið frammanundan fingu teir gullkrónurnar eftir at teir høvdu tryggja sær FM-heitið fleiri umfør frammanundan, og fyrr í mánaðanum vunnu teir jubileums-kappingina, sum Kyndil skipaði fyri í sambandi við 50-ára stovn­ ingar­dagin.  Sostatt hava dreing­irnir vunni allar kapp­ ingar teir hava luttikið í í kappingarárinum. Olsen, Kyndil 12 ár eru húkandi frá vinstru: Sverri Mohr Mort­ensen, Ivan Hofgaard, Magnus Egilsson, Tróndur Jensen, Høgni Klein Olsen. Standandi frá vinstru: Frank Askildsen, Rene Joen­sen, Oyvind Lützen, Rógvi Reinert, Hjalmar Klein venjari Kyndil í serflokki Herfyri var endaumfarið í hondbólti hjá dreingjum 12 b. Hesaferð varð endaumfarið á Tvøroyri og hetta er fyrstu ferð, at eitt endaumfar er á Tvøroyri yvirhøvur, so tað var ein søguligur dagur. Kappingin varð í høllini í Trongisvági og tað vóru fýra lið í kappingini: TB, KÍF, H71 og Kyndil b. Hondbóltur er gomul ítrótt á Tvøroyri, men hjá monnunum datt tað niðurfyri í nítiárunum, tá ið kreppan var og fráflytingin var stór. Men nú verður so roynt at bygt uppaftur.Og fyribils sær út til at vignast væl, tí í hesum endaumfarinum vunnu tvøradreingirnir allar sínar dystir og sostatt vunnu teir eisini kappingina. Standandi frá vinstru eru tað: Kári venjari, Jákup, Kjart­an, Athur, Gilli og Birg­ ir venjari. Sitandi frá vinstru eru Jarmund, Teitur, Patrik, Heini og Ragnar og tann, sum liggur vinstrumegin eitur Margeir og hin eitur Rógvi Tvøradreingir vunnu Klaksvíkingurin Kristoffur Jakobsen venur hesa vikuna í FC Keypmannahavn, og danska heimasíðan bold.dk samantvinnar hann beinanvegin við ein annan føroyskan spælara í FCK, nevniliga Toda Jónsson. – Ny Todi træner med FCK. I 1990erne huserede Todi Jónsson i FCKs angreb. Nu er den 17-årige færing Kristoffur Jakobsen fra Todis gamle klub Klaksvik til prøvetræning, skrivar bold.dk Kristoffur Jakobsen royndi seg longu í fjør á besta liðnum hjá KÍ, og hann hevur fleiri ferðir áður verið uttanlands og vant við stórum feløgum. Kristoffur skal venja við bæði superligaliðnum og eykaliðnum hjá FCK. Nýggjur Todi í FCK Queens Park Rangers spældi seinasta vikuskiftið á heimavølli ímóti Crewe í næstbestu ensku deildini. Marc Nygaard, sum hevur føroysk ættarbond, spældi sum vant í álopinum hjá Queens Park Rangers, men hann og liðfelagarnir noyddust at lúta. Crewe legði seg á odda 2-0, áðrenn QPR seint í dystinum minkaði til 2-1. Marc Nygaard spældi allan dystin og hevði onkrar naskar royndir, men hann fekk ikki mál hesaferð Nygaard tapti Andras Joensen vann kappingina í sprint triathlon. Evald Rasmussen varð nummar tvey og Remi Langgaard nummar trý