mikudagur 5. apríl 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 5. apríl 2006
21
Samrøða við Ari
Wendel, leiðari fyri
útlán í samband
við fiskaídnaðin
í vinnudeildini
í Íslendska
Landsbankanum
Vit hava ein Landsbanka í
Føroyum. Greið okkum eitt
sindur frá um tann Íslendski
Landsbankin?
“Vit hava tríggjar stórar
bankar í Íslandi, og Lands
banki Íslands er ein teirra.
Vanliga rópa vit bankan fyri
tí elstu fyritøkuna í Íslandi.
Tann fyrsta deildin hjá bank
anum lat upp í 1886, so vit
hava 120 ára føðingardag í ár.
Bankin hevur sterkar røtur í
tí Íslendska samfelagnum.
Vit hava tær flestu deildirnar
í Íslandi, og eru tey førandi
innan útlán til fyritøkur;
serliga eru vit sterk innan
fiskaídnaðin”.
Nógvar stórar íslendskar
fyritøkur hava verið virk
nar í útlandinum tey seinnu
árini – hvussu við Lands
bankanum?
“Jú, Landsbankin hevur
eisini verið virkin á útlendska
marknaðinum. Eitt nú kann
eg vísa á, at 35% av okkara
útlánum síðsta ár fóru til
útlandi. Hetta tal er voksið
frá 27% síðan 2004. Bankin
hevur eisini havt meiri
virksemi í øðrum londum tey
seinastu árini. Vit eru virkin
í 12 ymiskum londum, bæði
undir okkara egna navni,
men eisini undir øðrum
nøvnum. Í fjør keyptu vit trý
evropeisk meklarafeløg, og
nú eru vit í holt vit at savna
hendan bólkin av feløgum
undir okkara egna navni.
Vit eru ein stór fyritøka – í
fjør arbeiddu eini 1900 fólk
í 1725 fulltíðarstørvum.
Umleið 1140 av størvunum
eru í Íslandi, og smá 600 í
útlandinum”.
Hvørjar eru tykkara rað
festingar?
“Okkara ætlan hevur hig
artil verið, at ment okkara
egnu styrkir sum ein fjøl
broyttur banki, og at keypa
virðisbrævameklarafeløg á
tí evropeiska marknaðinum,
fyri síðan at tvinna hesar
báðar vinnur saman. Soleiðis
fáa vit sera nógvar góðar
kontaktir í tí evropeiska
marknaðinum og góða
vitan um tann evropeiska
marknaðin. Men vit lata
sjálvandi eisini feløgunum
nógva vitan frá okkum, so
tað hetta økir um styrkina
hjá báðum pørtum”.
Hvørjar eru tykkara styrk
ir?
“Okkara styrkir eru
kanska serliga okkara góða
umdømi og góðu kontaktir í
tí íslendska samfelagnum og
tí íslendska vinnulívinum.
Vit eru tann størsti vinnuligi
bankin, og vit hava serliga
holla vitan í vinnum so sum
fiskaídnaði. Vit leggja nógv
í fiskaídnaðin í samband við
okkara útflutningsætlan –
bæði sum ein altjóða fyritøka
í vinnuni, og eisini innanfyri
tey einstaku londini.
Vit eru byrjaði uppá virk
semi í Kanada, Norra og
Hollandi. Hetta hava vit
gjørt fyri at luttaka í all
ari fíggingini rundan um
fiskarí, fiskaídnaðin og sølu
og flutning av vørunum”.
Hvat við framtíðini hjá
tykkum í Føroyum?
“Landsbanki hevur longu
nógvar góðar kontaktir við
góðar føroyskar kundar, ser
liga í fiskivinnuni. Vit meta
føroyska marknaðin vera
týdningarmiklan, tí at tað
føroyska samfelagið líkist
nógv tí íslendska. Tískil
gleða vit okkum nógv til at
bjóða okkara tænastur fram
í Føroyum. Vit hava longu
sett okkara fyrsta starvsfólk
í Føroyum, og tað er Hákun
Steingrímsson. At byrja við
fer hann fyrst og fremst at
arbeiða við stórum lánum
og ráðgeving í fyritøkum.
Sostatt fer hann at umboða
okkum í Føroyum”, Ari
Wendel sigur at enda.
Landsbanki Íslands
Ari P. Wendel er leiðari
í vinnutænastum í
Landsbanka Íslands
Íslendska KT- fyri
tøkan, Skyrr, er
farin í samstarv við
Elektron um eina
nýggja telduskipan
til føroysku peninga
stovnarnar. Hetta er
ein skipan, sum allar
fyritøkur og stovnar,
yvir eina ávísa stødd,
kunnu hava fyrimun
av
Á
øllum økjum í vinnulívin
um herðist kappingin og
samstundis herðast krøvini
til leiðslu og starvsfólk.
Skulu starvsfólk lúka tey
krøv, sum í dag verða sett
til eina nýmótans fyritøku
og til kundarøktina, krevst
eisini støðug, nágreinilig
og áhaldandi kunning. Og
tað er her at eitt telduforrit,
sum eitur Business Objects
kemur inn í myndina.
Business Objects er eitt tað
fremsta forritið í heiminum
innan Business Intelligence.
Business Intellegence er
felags hugtak fyri amboð, ið
hjálpir fyritøkum at savna,
analýsera og gangnýta dáta
til tess at taka vælgrundaðar
avgerðir.
Tað er KT-fyritøkan Skyrr,
sum umboðar Business
Objects bæði í Føroyum og
í Íslandi.
Skyrr hevur ikki verið so
sjónligt á føroyska markn
aðinum higartil, men tað
kann skjótt broytast.
Fyrsta stigið er longu
tikið, tí nú hevur fyritøkan
tikið upp samstarv við før
oysku KT-fyritøkuna, Elek
tron um eina nýggja teldu
skipan til føroysku peninga
stovnarnar.
– Tað eru nógvir veitarar
á hesum øki, men tá ið før
oysku peningastovnarnir
skuldu hava eina nýggja skip
an, gjørdu vit eina meting
saman við peningastovnun
um, fyri at vita, hvør skipan
kundi tæna okkum best sam
anlagt, sigur Fróði Hansen
á Elektron, sum stendur á
odda fyri hesi verkætlan.
Hann sigur, at Business
Objects varð valt tí tað er
so nógv útbreitt um allan
heim og m.a. gera nógvir
peningastovnar nýtslu av
tí. Samstundis tað ikki er
tøkniliga heft av nøkrum
av teimum heilt stóru KT-
veitarunum.
Fróði Hansen sigur, at
endamálið hjá peninga
stovnunum við at útvega
sær hesa skipanina, er at
fáa gagnnýtt upplýsingar,
soleiðis at ein breiðari skari
av starvsfólkinum í pen
ingastovninum – á ein ein
faldan, lættan og smidligan
hátt – hevur betri grundalag
at veita góða tænastu og at
taka skjótar vælgrundaðar
avgerðir á.
Fróði Hansen sigur, at
samstarvið við Skyrr hevur
virkað væl og hann kann
saktans ímynda sær, at sam
starvið fer at halda fram,
eftir at hendan verkætlanin
er liðug.
– Tá ið hendan verkætlanin
hjá peningastovunum er lið
ug, er ætlanin at fara víðari.
Vit hava longu staðfest áhuga
frá øðrum fyritøkum, tí hetta
er ikki bara ein skipan, sum
kann brúkast í peningastov
unum men flest allar fyri
tøkur og stovnar kunnu fáa
gagn av hesi skipan, eisini
lutfalsliga lítlar fyritøkur,
sigur Fróði Hansen.
Hjálpir fyritøkum
at gagnnýta
upplýsingar til
betri avgerðir
Stutt um Business Objects:
■ Business Objects er ein heimsumfatandi KT- fyritøka,
sum ger “business intelligence” telduforrit og
fyritøkan hevur yvir 35.000 viðskiftafólk í yvir
80 londum, umframt eitt netverk við yvir 3.000
samstarvsfeløgum og umboðum.
■ Viðskiftafólkini røkka frá smáum fyritøkum til stórar
altjóða fyritøkur í øllum vinnugreinum
FAKTA
– Tá ið hendan verkætlanin er liðug, er ætlanin at fara víðari, tí hetta er ikki ein skipan, sum
bara kann brúkast í peningastovnum. Tvørturímóti kunnu flest allar fyritøkur og stovnar fáa
gagn av henni, sigur Fróði Hansen á Elektron