Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 69 - 6. apríl 2006 Hóast teir bert eru tríggir dreingir í Árnafjarðar skúla, dáma teimum væl at ganga her. Jógvan, Poul og Leivur trívast sam­an, – serliga tá forvitnis­ lig vitjan er á skránni Skúli Snorri Brend snorro@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Árnafjørður: Klokkan er farin væl av 10 og uttanfyri skúlan síggjast tríggir dreingir – Jógvan, Poul og Leivur. Teir spæla bólt. Her er ikki talan um frí­ korter, men støðan er tann at teir bíða eftir lærara teirra, Charlottu, sum er ávegis úr Klaksvík. Hvat skal ein gera, tá lær­ ar­in ikki er komin enn. Her er ikki nógv til at taka sum so, men ein fótbóltur er gott ítriv meðan bíðað verður eftir læraranum. At tað ísur í skor og vindur í bergi, sær ikki út til at nerva hesar tríggjar dreingirnar nakað. Hava teir ein fótbólt mill­um sín, kann tíð bara vera tíð. Klokkan gongur eina løtu aftrat, og nú sæst umsíðir bil­ urin hjá læraranum. Hon var eitt sindur seinkað í dag, tí hon skuldi líka eitt ørindi á bókasavnið í Klaksvík. Hon gongur niðan til skúl­ an, sum liggur ovarlaga í bygd­ini. Dreingirnir steðga bóltspælinum og fara innar til fyrsta tíma – danskt! Teir hava tó ikki sitið langa løtuna, fyrrenn umboð fyri tíðindatænastuna pikka á dyrnar og spyrja um møgu­ leikan fyri einari ella fleiri samrøðum við hesar einastu næmingarnar í Árnfjarðar skúla. Tað hava teir sjálvandi einki ímóti! Gomul urga – nýggj telda Sum nevnt aðrastaðni á síð­ uni er talan um ein skúla, sum hevur meiri enn 100 ár á baki. At skúlin hevur so høg­ an aldur sær ein einki til inn­anveggja ella uttari í skúlagarðinum. Her er talan um ein ný­mótans bygdarskúla, sum hevur øll tey amboðini sum krevjast fyri undirvísing av hesum trimum dreingjunum, sum ganga í 2. og 3. flokki. – Vit hava júst fingið eina nýggja farteldu, greiðir lær­ arin frá. Næmingunum dáma væl at spæla spøl við telduni, tá loyvi verður givið til tað. Annars er alt tað, sum hoyrir til ein føroyskan skúla í dag – skúlaamboð av øllum sløgum, sjónvarp, telda, snikkarabonkur og eitt pumpu-urga. – Tíverri er eingin at treða urguna beint nú. Fyrr var ein næmingur sum dugdi at spæla, men hann er ikki í skúlanum longur. - Tað var so deiligt at hava tónleik afturvið sanginum, tá ein urguleikari var í skúl­ anum, sigur Charlotta. Ítrótt Á borðinum liggja bøkurnar í donskum – tær ikki so ókendu bøkurnar um Søren og Mette. Børnini í Árnafirði skulu eisini læra danskt bæði væl og virðiliga, og onnur fremmand mál, sum standa fyri framman seinni í skúlalívinum. Av tí at teir eru so fáir í skúlanum, hava teir ítrótt saman við næmingunum í Klaksvík. Skipanin er hon, at skúlin í Árnafirði er partur av Ósáskúlanum í Klaksvíki. Og tað er henda skúla at teir samstarva við. Hvønn fríggjadag fara teir tríggir – Jógvan, Poul og Leivur – til Klaksvík har ítróttur er á skránni. Ítróttur er eitt vítt hugtak, og tað er undirvísingin eisini. Tá teir eru í Klaksvík kunnu teir tí bæði verða í KÍ-høllini, fimleikarhøllini ella í svimjihøllini. – Hetta dámar okkum sera væl, siga teir tríggir við ein munn. Øðrvísi skúladagur Nú kemur tann meiri álvar­ sami parturin – samrøðurnar til Sosialin. Teir tríggir hava einki ímóti hesum. Í dag verður lærarin spardur, tí nú eru tað næmingarnir sum skulu koma til orðanna. Meðan hetta fer fram er Charlotta farin á loftið. Har hevur hon tendrað kaffimaskinuna og ketilin, tí gestirnir skulu ikki fara út aftur við ongum. – Tú, Leivur. Kanst tú ikki leypa oman í handilin hjá Fanny og keypa okkum okkurt gott afturvið einum kaffimunni?, spyr lærarin. Jú, tað vil Leivur fegin, og løtu seinni er hann aftur við góðum køkum úr sukurlátu. Gott er at hava ein handil í bygdini. Er hann lítil, kann ein fáa tað ein hevur brúk fyri soleiðis í eini handa­ vending. Gestirnir fara uppá loft­ið, sum í síni tíð var íbúð hjá lærara og familju hansara. Her stendur ein drekka­munnur klárur og køkurnar. Aftaná fingu Jógvan, Poul og Leivur eisini burturav. Teir skulu eisini merkja, at gestir hava verið á gátt. Ein mikudagur í Árna­ fjarðar skúla kann viðhvørt gerast øðrvísi enn aðrir! Ein øðrvísi skúladagur í Árnafirði Lærari og næmingar savnaði í skúlastovuni – Leivur, Charlotta Thorsteinsson, Poul og Jógvan Hóast skúlin hevur meiri enn 100 ára á baki er talan um ein vælútgjørdan Árnafirði. Nøkur ár fara at ganga enn, til næsti næmingurin kemur í 1. flo