Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 6. apríl 2006 33 Foreldur kunnu sjálvi gera av, um kræsni hjá børnunum skal sleppa at vaksa seg til ein stóran trupulleika Kræsin børn Elin Neshamar, praktikantur Flestu foreldur kenna í størri ella minni mun sjabbaríið, ið kann standats av kræsnum børnum. Men foreldrini kunnnu sjálvi gera av, um kræsnið skal sleppa at vaksa seg til ein ovurhonds stóran trupulleika Góð samvera við borðið Latið tað vera gott og hugnaligt við borðið, tá ið tit sum familja sita og eta. Tosið um ymiskt, sum er hent, men tak ikki evni upp, ið kunnu enda við trætum og seldarí. Um barnið ikki vil eta, er betri ikki at gera ov nógv hóvasták burtur úr tí. Best er at lata sum onki, og lata barnið ansa sínum egna tallerki. Minnist til, at matarlysturin hjá børnum kann vera skiftandi, og um barnið onki etur nú, etur tað kanska meir við næstu máltíð. Ikki noyða børnini Góðtakið, at tað er sumt, sum barnið ikki vil eta; tó ikki í so stóran mun, at barnið sleppur undan einum og hvørjum, bert við at snerkja eitt lítið sindur. Hugburðurin hjá foreldrum hevur sera nógv at týða. Um tú sigur matin verða vánaligan ella smakka illa, so ger barnið tað sama. Onki óvanligt er í, at børn í eina tíð ikki vilja eta okkurt ávíst, sum t.d. eplir. Um barnið tí eingin eplir etur hesa tíðina, men annars etur alt annað, hevur hetta einki at týða. Ansa tí eftir ikki at gera ov nógv hóvasták burturúr hesum Gev heldur barninum annan heilsugóðan kost, og bjóða tí kortini eplir nakrar ferðir ígjøgnum vikuna. Sum frá líður, fer barnið uttan iva at vilja hava epli aftur. Um matvanarnir hjá barninum gerast í so einstáttaðir, sum til dømis at tað einans vil eta jogurt, bæði á morgni, middegi og kvøldi, er best at lata vera at keypa jogurt í eina tíð. Lat barnið í staðin hava møguleikan at velja annan heilsugóðan kost. Verið varin við tí søta Allarflestu børnum dáma væl at fáa okkurt søtt. Kortini er ikki gott at geva børnum nógv góðgæti, bert fyri at vissa sær, at tey hava fingið okkurt at eta. Um børn fáa ov nógv góðgæti, missa tey matarlystin til sunnari kost, og ov nógv góðgæti gerst ein ringur vani. Leggið tykkum eftir ikki at hava góðgæti, keks og tílíkt liggjandi í skápinum, men bert at hava tað til serstøk høvi. Gevið í staðin barninum møguleikan at fáa okkurt heilsugott ímillum máltíðirnar, sum t.d. ein grovbolla, eina gularót ella tílíkt, og ansið eftir, at millummálarar ikki liggja ov nær at høvuðsmáltíðum, men heldur millum tvær máltíðir. Tey átta kendu kostráðini eru nú savnað í nýggju Kostkumpassini. Kumpassin skuldi gjørt tað munandi lættari hjá fólki at navigera runt í frumskóginum av mat- og heilsuráðum Kostráð Seinastu tíðina hevur ein nýggjur ókeypis faldari verið at fingið á apotekum kring landið. Hetta er tann sokallaða Kostkumpassin, sum er eitt av nýggjastu átøkunum hjá danska Fødevarestyrelsen. Á ein hátt er Kostkumpassin enn ein áminning um, at kostráðini, sum vit hava kent tey í mong ár, framvegis eru galdandi. Tað nýggja er, at Kumpassin savnar øll hesi ráðini um mat og rørslu í eini kumpass, sum samstundis er ein vegleiðing í, hvussu fólk kunnu taka ráðini til sín. Tá danski ráðharrin í familju- og brúkaramálum, Lars Barfoed, legði Kostkumpassina fram herfyri, segði hann millum annað soleiðis - Tá tað ræður um kostráð, hava vit brúk fyri einum einfaldum boðskapi, sum fólk skilja. Danir líða av máttloysi mótvegis kostráðum, tí tað er vorðið alsamt fløktari at velja ímillum, hvørjum av teimum sokallaðu kostserfrøðingunum og skiftandi kostrákunum í fjølmiðlunum, tú skalt lurta eftir. Tað er hetta, Kostkumpassin skal bøta um. Lítið at reypa av Granskarar kanna støðugt matvanarnar hjá fólki. Nýggjastu úrslitini vísa, at langt er eftir á mál, og at fleiri uttan iva hava harðliga brúk fyri Kostkumpassini. Talið av dønum, sum fylgja kostráðunum er nevniliga onki at reypa av n 1 av 4 fylgir ráðnum um at eta 600 g av frukt og grønmeti um dagin n 1 av 10 fylgir ráðnum um at eta 200 - 300 g av fiski um vikuna n 1 av 20 fylgir ráðnum um at í mesta lagi 10% av orkuni eiga at koma frá sukri n 1 av 3 fylgir ráðnum um at í mesta lagi 30% av orkuni eiga at koma frá feitti n Umleið helvtin av vaksnum dønum eru ov feitir n Mett verður, at 1 av 4 røra seg so lítið, at tað gongur út yvir heilsuna og trivnaðin Kelda: Fødevarestyrelsen ave Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Góð ráð um kræsin børn Kræsin børn nýtast ikki at gerast nakar stórur trupulleiki, um foreldur fylgja nøkrum fáum góðum ráðum Sprittið eggini Nú páskirnar eru í hondum, fara nógv óivað at pynta og mála páskaregg. Havast skal tó í huga, at ikki er nóg mikið at skálda eggini fyri at sleppa salmonella- smittu Sóttreinsan Elin Neshamar, praktikantur Fyri at sleppa undan salmonella-smittu, er ikki nóg mikið, um tú skáldar eggini, tí hetta drepur ikki bakteriurnar, sum eru inni í egginum. Tá ið tú skáldar eggið, gerst eggjahvítin inni í egginum stívur, og er hetta tí ikki nøkur loysn, tá ið tú ætlar at blása egg. Salmonella kann bæði vera á skalinum, og eisini inni í egginum. Danska Fødevarestyrelsen mælir tí til at sóttreinsa eggini við spritti. Síðani kanst tú stinga hol á skalið og eggjareyðan við einari langari nál, so eggjahvíti og –reyði renna út av sær sjálvum. Best er, um tú ikki blæsir eggið út við munninum. Køksráð um egg: n Goym altíð egg og rættir, sum innihalda egg, í kuldaskápi. Eisini um rætturin er gjørdur úr pasteuriseraðum eggum. n Halt eyga við haldførisdagfestingini. Nýt einans nýggj egg, ið ikki hava sprekkur. n Nýt pasteuriserað egg til rættir, ið ikki skulu hitast, t.d. blakstamp, fromagu, moussé, rákrem, hjalskøku og ostalagkøku. n Til rættir, ið verða væl gjøgnumhitaðir, er eingin trupulleiki at nýta vanlig egg, sum t.d. til fars, køkur og gratin. n Vaska hendurnar, hvørja ferð nomið verður við egg. n Sera umráðandi er at hava í huga, at tú vaskar hendur, tá ið tú hevur fingist við egg. So førir tú ikki bakteriur víðari til aðrar matvørur. 5 ráð til foreldur at kræsnum børnum: 1. Latið máltíðirnar fara fram í góðum umhvørvi, við góðari samveru. 2. Ansið eftir, ikki at geva børnunum serpleygu við borið, men havið kortini nakrar barnamatskáir um vikuna. 3. Latið barnið vera við til at velja heilsugóðan kost, og haldið á at bjóða barninum matin, hóast tað eina ferð hevur sýtt at eta. Tó uttan at noyða tað at eta. 4. Havið barnið við í matgerðini. Barnið torir betur at royna matin, um tað sjálvt hevur verið við til at gera matin. 5. Verið sparin við tí søta, og latið ongantíð góðgæti vera “lønin” afturfyri at barnið vil eta. Kelda: Fødevarestyrelsen FAKTA Kostkumpassin vísir veg – Tað er vorði alsamt fløktari at vita, hvørjum av skiftandi kostráðunum, tú skalt lurta eftir. Tað er hetta, Kostkumpassin skal bøta um, segði ráðharrin í familju- og brúkaramálum, tá hann legði Kostkumpassina fram herfyri