Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 69 - 6. apríl 2006 ] Todi er ivasamur Um vikuskiftið byrjar norska landskappingin í fótbólti, men tað er ikki vist, at Todi Jónsson spælir við í fyrsta dystinum. Hann hevur framhaldandi trupulleikar av hælsinuni, og í gjár vandi hann ikki saman við hinum spælarunum hjá Start. – Í morgin fari eg at royna at venja við bólti, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga, sigur Todi Jónsson við Fedre­ landsvennen. Fyrsti dysturin hjá Start verður ímóti Lyn sunnudagin, og umframt Toda eru eisini tríggir aðrir stuðulsspælarar ivasamir til dystin. Um vikuskiftið vóru árligu fimleika­fram­ sýn­ingarnar hjá Støkk í ítróttarhøllini í Runavík, har fleiri enn 500 fimleikarar vístu síni kynstur fyri familju, vinum og kenn ingum. Eini 1500 fólk vóru til framsýningina FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Leygardagin og sunnudagin skipaði Fimleikafelagið Støkk fyri árligu fram­sýn­ ingini, har umleið 500 fim­ leikarar vístu síni kynstur fyri fleiri enn 1500 áskoðarum. Árliga fimleikafram­sýn­ ingin hjá Støkk var hesaferð býtt í tveir partar, soleiðis at yngru liðini sýndu fram leygardagin, og eldru liðini sunnudagin. Hetta er vorðið neyðugt, av tí at felagið er vaksið sera nógv seinastu árini, og framsýningarnar tí hava verið í so drúgvar. Framsýningin er enda­ bresturin á fimleika­árinum hjá vanligu liðunum, og tá sleppa tey at vísa nakað av tí, sum tey hava lært gjøgnum árið. Umframt vanligu liðini eru eisini kappingarliðini í estetiskum fimleiki og am­­­boðsfimleikararnir hjá felagnum við á fram­sýn­ ingini, hóast teirra fimleikaár ikki endar fyrr enn seinni í vár og summar. Fjølbroytt Fimleikararnir hjá Støkk eru í øllum aldri og eru eisini á ymiskum støði. Hetta gjørdi, at framsýningin var sera fjølbroytt og spenn­andi at síggja. Har vóru rútmiskar seriur og am­boðs­fim­leikur við heilt frá ársgoml­um børnum til vaksnar fimleik­ arar, og frá óroyndum til royndar fimleikarar á altjóða støði. Fimleikafelagið Støkk fer seinni í ár at hátíðarhalda 40 ára stovningardagin hjá felagnum, og sigast kann ikki annað enn, at felagið er vaksið ótrúliga nógv hesi árini. Hyggja vit eftir sjálvum fimleikinum er hann eisini vaksin, mentur og broyttur sera nógv. Tað sást, at fimleikarar og ikki minst venjarar hava gjørt eitt megnar arbeiði hetta fimleikaárið. Eftir fram­sýningina hoyrdust fleiri siga, at hetta var ein av teimum bestu hjá Støkk í fleiri ár, og má tað metast sum rós til felagið. Teir fleiri enn 1500 áskoð­ ararnir fingu eina sera góða fimleikauppliving í viku­ skiftinum, og stóra talið av áskoðarum vísir, at áhugin fyri føroyskum fimleiki er sera stórur. Nú kunnu vit so gleða okkum til amboðs- og estetisku kappingarnar, sum vera seinni í vár. KR vann venjingardyst Íslendska felagið KR vann í gjárkvøldið venjingardyst ímóti Hauka. Dysturin endaði 2-1 til felagið hjá Rógva Jacobsen. Rógvi hevur verið óførur at gera mál í venjingar- og steypa­ dystum í ár, men hann var ikki millum málskjúttarnar í gjárkvøldið. Málini hjá KR skutu Gunnlaugur Jónsson og Sølvi Davíðsson. Hauka minkaði um munin, tá ið 20 minuttir vóru eftir at spæla av dystinum. Flottar framsýningar hjá Støkk VÍF vann VÍF vann b-bólkin hjá dreingjum 12 ár í hondbólti í vetur. Standandi frá vinstru: Daniel Rapa, venjari, John Asbjørn Petersen, Niclas Simonsen, Rói Olsen, Áki Egils­ nes, Sjúrður Olsen. Fremst frá vinstru: Jóhan Kári Vang, Magnus Borgarlíð, Teitur Thorleifsson,Thorstein Paulason Brattaberg. Á myndini vantar Jóhan Lisberg Tær 5-6 ára gomlu genturnar vóru sera fittar