Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 69 - 6. apríl 2006 ] Enska vónin um kvinnu­hondbólt á OL í 2012 tykist langt burturi. Hvørki tekniskt, taktiskt ella fysiskt var Ongland í nær námind tí, sum føroyska liðið mest sum spákaði sær til í fyrsta dystinum í Challenge Trophy í Sarajevo Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vogosca, Sarajevo: Dreym­ urin er, at Ongland skal hava eitt kvinnulandslið við í pottinum, tá farið verður undir kvinnuhondboltskappingina á Olympisku leikunum í 2012. Soleiðis ljóðar setn­ing­ urin hjá ensku landsliðs­ venjarunum. Ein setningur, sum í fyrsta umfar hevur fingið tær at taka eitt blaðungt lið út til Challenge-Trophy kappingina í Bosnia. Men samstundis ein setningur, sum tykist vera fullkomuliga órealistiskur. Risa-munur Frá fyrsta bríksli stóð nevnliga púra greitt, at hetta var David móti Goliath. Og at David í hesum førinum ikki hevði nakran livandi kjans. Eftir at fyrsta bretska álopið varð dømt fyri nøl, kom fyrsta føroyska málið við kvikum kontra-spælið, og tað líka sum legði grund­ ina undir restini av dyst­in­ um. Ensku álopini gingu so­mikið spakuliga fyri seg, at verjan sjáldan hevði nakrar sum helst trupulleikar av hesum, og retur-renn­ ingar vóru mest sum ikki- eksisterandi. Føroyska kontra­spælið fekk tí góðar karmar, og varð ferðin hildin, so skolaðu málini inn. Eitt sum eisini gjørdist sjónligt, tá føroysku venjararnir eft­ir einum 20 minuttum tóku time-out. Teir tóktust ónøgdir um, at spælararnir fóru at taka sær av løttum, og við seks málum innan teir báðar næstu minuttirnar, kom svarið púra greitt frá spælarunum á vøllinum. Tvær afturat skulu inn Grundað á lítlu mótstøðuna, so sást lítið til, hvør styrkin á føroyska liðnum er. Kontra-renningarnar vórðu tó væl vandar. Ikki minst eftir at Erla Eliassen slapp at senda hópin av góðum útkøstum fram á vølllin. Og tað var eisini sera hugaligt, at allar á dómaraseðlinum fingu heilt fitt av spælitíð, soleiðis at liðandin á tann hátt kundi styrkjast. Einastu spælararnir, sum hesa ferð stóðu uttanfyri, vóru Annika Thomsen, sum hevði verið eina ferða á sjúkráhúsinum, og Fríða Petersen, sum læt Tommu og Erlu ansa málinum. Lítil ivi er tó um, at tær báðar eisini koma at hava týðandi leiklutir, skulu Føroyar røkka allan vegin fram, og so hava venjararnir positiva trupulleikan, sum tað er, tá rúm skal finnast fyri teimum báðum á dóm­ araseðlinum. Men tað er so ein trupul­ leiki, sum er komandi. Fyrsta uppgávan í ársins út­gávu av Challenge-Trophy var í øllum førum ikki av slag­num, sum voldi okkara liði trupulleikar, og so var tað hóast alt gleðiligt, at talan gjørdist um tryggan stórsigur, har eingir spælarar fingu snuddir av nøkrum sum helst slag. Erla var best Sarajevo: Sum fastur táttur á landsliðs­ferðini hava føroysku fjølmiðlarnir á leguni fingið tillutaða serstaka uppgávu. Eftir hvønn dyst skal besti føroyski spælarin kjósast, og við nátturaborðið verður so sagt, hvør av kvinnunum skal hava hendan heiðurin. Fyrsta kvøldið fall valið á yngsta spælaran í leguni, tá Erla Eliasen fekk handað dagsins útgávu av Adidas-taskuni, sum verður latin fyri hetta. -mørk Albanskt basket Sarajevo: Í nógvar mátar minti tað um eina hondbóltsparodi, tá Albania og Georgia spældu sín dyst týsdagin. Albanska liðið, sum mest var átókt inum kurvabóltaliði - bæði í spæli og spæliklæðum - tóktist vera komið í púrasta skeiva kapping. Úrslitið av dystinum var eisini hareftir, tí eftir 30-0 í hálvleikinum vann Georgia dystin við ikki minni enn 61-1. Júst Albania er mótstøðuliðið hjá føroyska liðnum í dag. -mørk Føroyar-Ongland 54-8 (28-6): Mótstøða sum enskur budingur Føroyar-Ongland 54-8 (28-6) Føroyskir málskjúttar Anja Heinadóttir 9, Ása Dam á Neystabø 8, Heidi Maria Akselsen 8, Anna Maria Sørensen 5, Durita Ljósstein Johansen 5, Simona Hansen 4, Unn Kragesteen 4, Fríða Marjunardóttir 4(1), Katrin á Neystabø 3, Joan Midjord Djordjevic 3, Annika Thomsen 1 Brotskøst: 1/2 Útvísingar: 3 FAKTA Kvika Heidi Maria Akselsen kundi veruliga dusa sær, tá føroyska liðið ferð eftir ferð kontrarann ensku spælararnar niður og norð Mynd: Alexandar Djorevic