Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 69 - 6. apríl 2006 ] Frem vann aftur Danska 1. deildarfelagið Frem hevur fingið strúkandi byrja­n upp á kappingina í ár. Liðið, sum í vetur misti nógvar spælarar, spældi í gjárkvøldið næsta dystin í ár, og aftur hesaferð vann felagið, har tríggir føroyskir spælarar eru við í hópinum. Jónas Tór Næss hevur fast pláss á liðnum, og hann var við allan dystin ímóti Skjold í gjárkvøldið. Frem vann dystin 2-0. Atli Gregersen og Gunnar Nielsen vóru ikki við í dystinum. Ingi Højsted gevst at spæla fótbólt í enska Premier League felagnum Birmingham. Ingi leitar nú eftir nýggjum felag, og fleiri feløg sýna honum áhuga Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í morgun boðaði enska fe­lagið Birmingham City frá, at føroyski spælarin Ingi Højsted gevst í felagnum. Partarnir høvdu ein mánað eftir av sáttmálanum teirra millum, men semja er um at gevast við samstarvinum beinanvegin. – Ingi er tilvitaður um, hvat hann vil við fótbólt­ inum, og hann vil sleppa at spæla dystir. Hann hev­ ur ikki av álvara fingið kjansin í Birmingham, og tí vildi hann sjálvur sleppa úr sáttmálanum, so hann kann koma víðari, sigur Jákup í Stórustovu, umboðsmaður. 20 ára gamli Ingi Højsted fór til Onglands at spæla fót­bólt seint í fjør, og frá ár­skiftinum var hann al­ment Birmingham-spæl­ ari. Sáttmálin við enska stór­ felagið var galdandi í fimm mánaði í fyrstu atløgu, men nú eru seinastu vikurnar av avtaluni annuleraðar. Ikki vist at hann kemur heim Ingi fekk ongantíð av álvara fótin fyri seg í Birmingham. Hann var skaddur fyrstu tíð­ina, spældi síðani við eyka­liðnum, gjørdist aftur skaddur, og seinastu vikurnar er hann als ikki sloppin fram at á eykaliðnum, hóast hann hevur verið klárur at spæla. Samanlagt spældi hann ein hálvleik við eykaliðnum hjá Birmingham. – Ingi vildi sleppa úr Birm­ ingham, tí hann vil meira við fótbóltinum enn bara at sita á beinkinum. Tí hava vit gjørt eina avtalu við felagið um at gevast við samstarvinum beinanvegin, og nú tosa vit við onnur feløg um møguligt samstarv, sigur Jákup í Stóru­ stovu. Kemur Ingi heim til Før­ oya at spæla nú? – Fleiri feløg hava sýnt honum áhuga, og møguleikar eru bæði í Føroyum og uttan­ lands. Men eingin avgerð er tikin um hetta enn. Tað ganga nakrir dagar, áðrenn avgerðin verður tikin. Kemur Ingi Højsted heim til Føroya at spæla, er tað ikki ósannlíkt, at hann endar aftur í B36, har hann var stuðulsspælari á liðnum, sum vann FM í fjør. Føroysk lands­ lið til NM Leygardagin 8. og sunnu­ dagin 9. apríl verður Norð­ urlanda­meistara­kapping í amboðsfimleiki, í Kópa­ vogi, beint uttanfyri Reykja­­vík. Leygardagin verða liðkappingarnar, samstundis sum bestu fimleikararnir á øllum am­boðum samanlagt verða kosnir. Kapping leyg­­ar­dagin er eisini kvali­fikatiónskapping til am­boðsfinalurnar, sum verða sunnudagin. Úr Føroyum lut­taka 7 fimleikarar tilsam­ans, 4 kvinnur og 3 mans. Á føroyska kvinnu­ lands­liðnum eru: Anita Knudsen og Monika W. Poulsen, báðar úr Støkk, og Brim H. Hoydal og Elinborg T. Durhuus, báð­ar úr Ljósinum. Á mans­landsliðnum eru teir: Høgni R. Øster, Rós­ ing Dam og Øssur D. Eiriksfoss, allir tríggir úr Havnar Fimleikafelag. Støði á hesi kapping er væl hægri enn á t.d. Oyggja­leikum. Tí vantar Fimleikasambandið ongi heiðursmerki til Føroyar hesuferð. Fyri føroysku fimleikararnir er luttøkan í hesi kapping fyrst og fremst ein partur av eini langtíðarætlan, sum hevur til endamáls at hækka støði á føroyskum amboðsfimleiki. Ætlanin er, at hetta skal geva rættulig úrslit til komandi Island Game Gymnastics, sum verða summarið 2007 í Føroyum. Ingi gevst í Birmingham Ingi Højsted gevst at spæla fyri enska stórfelagið Birmingham, men avgerð er ikki tikin um, hvar Ingi nú fer at royna seg Eingin súkkling á Oyggjaleikum á Álandi Fyrireikararnir av Oyggjaleikunum á Álandi hava nú boðað frá, hvørjar ítróttargreinar verða við á leikunum í 2009. Fimleikurin og badminton vóru send út av leikunum á Rhodos næsta ár, men tey koma innaftur í hitan í Álandi. Hinvegin rýkur súkklingin úr í 2009. Ítrótargreinarnar til Oyggjaleikirnar í 2009 verða hesar: Badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleikur, flogbóltur, fótbóltur, frælsur ítróttur, golf, judo, kurvabóltur, skjóting, sigling/windsurfing, svimjing og tennis.