Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 • hósdagur • 6. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Renna á Flagg­ degnum Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flagg­ degnum. Byrjað verður við Gamla Apotek kl. 16.00, og tað er beint eft­ ir flaggdagshaldið á Vagl­ inum í Havn. Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru vælkomin. Vaksin renna 7,02 km. og børn, fødd í 1993-1999, renna umleið 1,8 km. Umframt at vera ein kapp­ing fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímill­ um virkir, stovnar og líkn­andi. Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørj­ um liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini. Fleiri upplýsingar um kappingina eru at finna á heimasíðuni athletics.fo. Seinasta freist at tekna til er 21. apríl. Vinnandi lið og ein­ stak­lingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3. Høvuðsstuðul til Flaggdagsrenningina er P/F Føroya Shell, sum eisini letur steyp og heið­ ursmerki. Beinleiðis í sjónvarpi Sarajevo: Lokala sjón­ varpsrásin í Sarajevo, Uzi­vo, vísir allar dyst­ ir­nar frá Challenge- Trophy kappingini bein­ leiðis. Talan er um eina fylgisveinarás, og tí er als ikki óhugsandi, at føroyskir sjónvarpshyggjarar við røttu útgerðini eisini kunnu fanga livandi mynd­ irnar úr Bosnia. -mørk Vilja hava EM innan 2012 Sarajevo: Í Bosnia tykj­ ast tey hava eina greiða ætlan, nú landið er vertur fyri Challenge-Trophy kappingini. Sagt verður, at landið ætlar sær at vera vertur fyri EM-kappingini í hondbólti innan tey seks næstu árini, og tí verður kappingin hesa ferð í nógvar sæð sum ein próvtøka í fyri- og sam­skipan av altjóða hondbóltskapping. -mørk – Vit vita av, at tað koma truplari dystir enn hesin, og tí er sera umráðandi, at vit alla tíðina eru tendraðar, sigur Anna Maria Samuelsen eftir stórsigurin á Onglandi í gjárkvøldið Challenge Trophy Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vogosca, Sarajevo: Í mang­ ar mátar varð hildið, at mót­ støðan hjá Føroyum fyrsta dagin í kappingini var mest sum láturlig. Og at føroyska liðið tí mest sum einki fekk burtur úr dystinum. Men hes­um var Anna Maria Samuelsen tó ikki heilt samd í, tá vit prátaðu við hana eftir dystin. – Vit fáa so tað burturúr, at allar sleppa at spæla hampuliga stóran part av tíðini, og tað er altíð positivt. Tað er sjálvandi trupult at halda dampinum uppi í einum slíkum dysti, sjálvt um vit hava tørv á at spæla nakrar skipanir inn á liðið. Tí tað er so trupult at halda dampinum uppi alla tíðina. – Men vit royndu so hóast alt. Serliga í byrjanini av dystinum vóru vit heilt tendraðar, og fagnaðurin eftir hvørt mál var rættiliga stórur. Men sjálvt um vit royna at halda ferðini og kon­sentratiónini, so fellur spæl­ferðin náttúrligt. Eisini hóast tað er ógvuliga týdn­ ingarmikið, at vit royna at halda fast um ferðina alla tíðina. Men tað fara jú eisini at koma truplari dystir enn hesin? – Ja. Og júst tí er tað ógvuliga umráðandi, at vit ikki fara at slaka við nøkrum sum helst. Byrja vit at hugsa tankar um, at hini liðini eisini eru á hesum støðinum, so kann tað væl gerast heilt vandamikið. Tí knappliga stendur tú móti eini nógv sterkari mótstøðu, og tá kanst tú ikki bara tendra kontaktini uttan víðari. Skulu vinna bólkin Skuldi metast eftir tí, sum Albania vísti í dystinum mikudagin, so verður tað tó ikki fyrr enn fríggjdagin, at tann upplivingin stendur á skránni. Eisini hóast tað út frá hesum var trupult at meta um styrkina hjá Georgia. – Vit síggja tó nakað til tær í hesum dystinum. Tær hava spælarar, sum duga at skjóta, og tær koyra nøkur kontra ígjøgnum. So nakrar dygdir hava tær, og tað mugu vit vera klárar uppá. Vit skulu í øllum førum miðja eftir fyrsta plássinum í bólkinum, so vit fáa best møguligu hálvfinaluna. Vit mugu halda dampinum Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti 2006. Aftan frá vinstru: Tina S. Jacobsen, fysioterapeutur, Eirikur Magnussen, liðleiðari, Anja Heinadóttir, Katrin á Neystabø, Annika Thomsen, Simona Hansen, Fríða Petersen, Erla Eliasen, Tomma Petersen, Durita Ljósstein, Svein Rógvi Nielsen, venjari, Flemming Raben, venjari. Framman frá vinstru: Una Olsen, Joan Midjord Djordjevic, Heidi Maria Akselsen, Anna Maria Samuelsen, Annika Ljósstein, Fríða Marjunardóttir, Ása á Neystabø, Unn Kragesten. Við á ferðini eru eisini: Jákup Durhuus, lið- og ferðaleiðari, Niels Peter Bech, ferðaleiðari. Mynd: Alexander Djorovic