Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 69 - 6. apríl 2006 Jason, Kevin og John Bryan vóru 12, 13 og 17 ára gamlir. Morð Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyri einum mánað síðani hvurvu tríggir brøður í Venesuela. Nú eru teir lík teirra funnin. Jason, Kevin og John Bryan Faddoul vóru skotnir í høvdið. Bilførari teirra varð eisini funnin myrdur. Teir tríggir dreingirnir vóru synir ein kanadiskan handilsmann, sum býr í Venesuela. Teir vóru á veg úr skúlanum tá teir vórðu burturfluttir. Løgreglan sigur, at burturflytararnir høvdu latið seg í løgreglubúna, tá teir steðgaðu bilinum við dreingjunum. Venesuelska løgreglan sigur, at burturflytararnir høvdu kravt at fáa 4,5 milliónir amerikanskar dollarar í loysigjaldi fyri dreingirnar. Slíkar burturflytingar eru rættiliga vanligar í Venesuela. So seint sum í síðstu viku varð ein italskur handilsmaður funnin myrdur, eftir at hann var vorðin burturfluttur herfyri. Tey arabisku londini og Turkaland stúra fyri borgarakríggi í Irak og eru farin undir at fyrireika seg. Fyrst og fremst ræður um at halda Iran uttanfyri. Irak Árni Joensen fartekst@mail.dk Seinastu tíðina hava umboð fyri fregnartænasturnar í fleiri arabiskum londum og Turkalandi hildið loyniligar fundir um vandan fyri borgarakríggi í Irak, skrivar tíðindastovan AP. Sambært keldunum stúra teir arabisku leiðararnir fyri, hvat kann henda, nú tann shiamuslimski meirilutin í Irak fær so stórt vald, samstundis sum teir stúra fyri tí tætta sambandinum ímillum teir iraksku shiamuslimarnar og myndugleikarnar í Iran. Arabiskir diplomatar siga fyri AP, at tær seinastu vikurnar hava fleiri loyniligir fundir verið, har umboð fyri fregnartænasturnar í Bahrain, Egyptalandi, Jordan, Kuwait, Saudiarabia, Sameindu Arabisku Emiratunum og Turkalandi hava umrøtt støðuna í Irak. Sýrialand og Iran vórðu ikki boðin á fundirnar. Almennir arabiskir talsmenn vilja ikki gera viðmerkingar til tíðindini, men sambært AP hava einstakir diplomatar greitt frá, at fundirnir hava eisini umrøtt viðurskiftini ímillum USA og Iran. Eitt nú stúra summi arabisk lond og Turkaland fyri avleiðingunum av, at kreppan ímillum USA og Iran kanska verður loyst við einum ella øðrum rossahandli. Summi arabisk bløð hava longu skrivað, at ein slíkur rossahandil fer ikki at gagna teimum arabisku londunum. Tey flestu arabisku grannalondini hjá Irak eru sunnimuslimsk, og tey eru alt annað enn fegin um, at shiamuslimarnir fáa størri vald í Irak, samstundis sum Iran tykist ætla sær at ávirka viðurskiftini í Irak. Í Turkalandi bera myndugleikarnir ótta fyri, at Irak verður býtt sundur, so kurdarnir fáa sítt egna ríki har norðuri í landinum, og tað vilja turkar ikki hoyra talan um, tí so fara teir turkisku kurdarnir at krevja tað sama. Jordanski kongurin, Abdullah II, hevur skuldsett Iran fyri at leggja seg út í viðurskiftini í Irak og fyri at hava ætlanir um ein shiamuslimskan “hálvmána”, sum skal umfata Iran, Irak, Sýrialand og Libanon. Ein slík ætlan er vandamikil, tí hon hevði broytt maktjavnan í Miðeystri fullkomiliga, skrivar AP. Óheppin frágreiðing Kassin tómur Minni svart arbeiði Funnu ókenda pyramidu Ein spurnarkanning hjá Rockwool-stovninum vísir, at danir gera ikki so nógv svart arbeiði longur sum fyrr. Sambært kanningini er tað svarta arbeiðið minkað 26 prosent ella 54 milliónir arbeiðstímar tey seinastu fýra árini. Í krónum og oyrum merkir tað, at virðið á svarta arbeiðinum er minkað fýra milliardir krónur. Tað er í hvussu er niðurstøðan hjá Rockwool-grunninum, sum hevur spurt 1.000 tilvildarligar danir um svart arbeiði. Skattamálaráðharrin, Kristian Jensen, er fegin um úrslitið. Hann sigur, at gongdin er úrslit av einum átaki hjá stjórnini ímóti svørtum arbeiði. Steen Bocian í Danske Bank sigur, at kanningarúrslitið kemur óvart á seg, tí hann hevði ikki væntað, at tað svarta arbeiðið er minkað so nógv. Svarta arbeiðið minkar í Danmark. Fornfrøðingar í Meksiko hava funnið eina umleið 1500 ára gamla pyramidu tætt við býin Teotihuncan, sum vanliga verður róptur Gudanna Býur. Tann “nýggja” pyra- midan er tætt við tær væl kendu pyramidurnar, sum eru har eysturi í Meksiko Býi. Pyramidan er eisini tætt við eitt stað, har meksikanar tey seinastu 200 árini hava spælt ein leik til minnis um Jesu krossfesting. Tann siðin vilja fornfrøðingarnir og myndugleikarnir ikki órógva, og teir hava tí gjørt av, at tann higartil ókenda pyramidan skal ikki gravast út, skrivar AP. Heilsumyndugleikarnir í Suðurafrika eru í øðini inn á fyrrverandi varaforsetan Jacob Zuma, tí teir bera ótta fyri, at hann hevur forkomið arbeiðinum ímóti eyðkvæmi. Orsøkin er ein frágreiðing, sum Jacob Zuma bar fram í rættinum í Johannesburg, har hann er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina 31 ára gamla kvinnu. Undir avhoyringini í gjár játtaði hann at hava havt samlegu við kvinnuni, og at hann brúkti ikki hít, sjálvt um hann visti, at kvinnan hevði HIV. –Aftaná fór eg undir brúsuna fyri at sleppa undan at blíva smittaður, segði fyrrverandi forsetin. Tað er hetta, sum hevur fingið øði í heilsumyndugleikarnar og fleiri felagsskapir, sum stríðast ímóti eyðkvæmi í Suðurafrika, tí teir bera ótta fyri, at fleiri fara at hugsa sum Jacob Zuma, sjálvt um frágreiðing hansara er púra burturvið, skrivar AP. Tað ger ikki støðuna betur, at Suðurafrika er tað landið, sum er meinast rakt av HIV. Umleið seks milliónir suðurafrikanar hava HIV-smittuna. Fíggjarliga hava teir palestinsku sjálvsstýris- myndugleikarnir fingið av at vita, síðani Hamas vann tjóðartingsvalið herfyri. At kalla allur stuðul uttaneftir er steðgaður, og í gjár boðaði Ismail Hanyie, forsætisráðharri, stjórnini frá, at kassin er tómur. Hann visti tó at siga, at nøkur arabisk lond hava lovað myndugleikunum 500 milliónir krónur í neyðhjálp, men diplomatar siga, at tað kann gerast trupult hjá palestinum at fáa fatur á pengunum,. tí eingin banki vil umsita pengar hjá palestinsku stjórnini. Undan valinum brúktu palestinsku myndug- leikarnir ein banka í Jordan, men hann hevur slept samstarvinum eftir trýsti úr útlondum. Sambært Reuter kann støðan gerast spent, tí uttan stuðulin fáa tey 140.000 alment løntu onga løn. UTTAN ÚR HEIMI Fyrireika seg til borgarakríggj í Irak Gerandismynd úr Bagdad. Sambært grannalondunum endar ófriðurin í Irak við borgarakríggi. Tríggir brøður funnir myrdir