Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 6. apríl 2006 19 Umsíðir er líkt til at nógv umtalaði handilsdepilin kemur til miðbýin í Klaksvík. Býráðið skal í kvøld viðgera og játta eina tillaging av hesi stóru og stórfingnu ætlan, sum fólk hava bíðað spent eftir í langa tíð. Handilsdepil Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Nógv fólk hava bíðað eftir at okkurt muna­ gott skuldi henda við hesi áhugaverdu ætlanini í mið­ býnum í Klaksvík. Ætlanin sjálv hevur ver­ ið ávegis í fleiri ár, men í kvøld kemur málið um eina útstykkingarætlan fyri miðbýin til viðgerðar. Málið snýr seg um ein rætti­ liga stóran handilsdepil, sum m.a. eisini skal hýsa eini høll til kongressir og fundir. Sum skilst er ætlanin eis­ini at eitt stórt torg skal verða í handilsdeplinum, og sjálvandi hópur av handlum og øðrum, sum natúrliga eig­ ur at verða í slíkum depli. – Vit síggja nógvar møgu­­leikar í einum slíkum hand­ilsdepli, sigur Jákup Mikk­elsen, næstformaður í Klaksvíkar býráði við Sosi­ alin. Fyri hann – og mong onn­ ur – er lítil ivi um, at ein handilsdepil av slíkum slagi er alneyðugur fyri Klaks­ víkina í framtíðini. – Hann er neyðugur fyri fólkið her í Norðoyggjum. Og hann er ikki minst neyðugur fyri tey mongu, sum fara at koma hendavegin nú Norð­ oyatunnilin letur upp, sigur varaborgarstjórin. Onkur heldur at handils­ depilin kemur í seinna lagi. Hinvegin kann staðfestast, at tíðspunktið hetta málið kemur fram aftur er ógvuliga væl valt. Um fáar dagar verður koyr­ andi undir Leirvíksfjørð. Og tey mongu vitjandi kunnu nú síggja fram til at sleppa til handils í einum stórum handilsdepli mitt í Klaksvík um nøkur ár. Prinsipielt loyvi Klaksvíkar býráð skal á fundi í kvøld viðgera hetta málið, sum hevur verið í um­búna í eina tíð. Í uppritinum til hetta málið verður sagt, at nevndirnar í býráðnum hava staðfest, at her er talan um eitt heilt nýtt uppskot til eina miðbýarætlan – í veruleikanum triðja upp­ skotið! – Innihaldsliga líkist henda ætlanin tó nógv teim­ um undanfarnu, verður slig­ ið fast. Tað ið vantar er, at bý­ráð­ ið av nýggjum játtar eitt prinsippielt loyvi til tær til­lagingar, sum nú eru í málinum. Hetta skal gerast í fyrsta umfari. Seinni skal so tann fíggjarligi parturin hjá komm­ununi takast upp til viðgerðar. Tær ymisku nevndirnar í kommununi hava havt hetta til viðgerðar og hava sagt gott fyri tí. Mentanarnevndin tek­ur eisini undir við tí ment­an­ ar­liga partinum av verk­ætl­ anini, sambært einum upp­ skoti frá KHRAS-arki­tekt­ um sum teir gjørdu í mars mánaði í ár. Nevndin mælir til, at hesin parturin verður lýstur til fulnar innihaldsliga og hvussu hesin kann verða framdur. Spakan í Jákup Mikkelsen leggur stór­ an dent á tann týdningin, sum ein slíkur handilsdepil kemur at hava fyri býin. – Nógv tíð er longu farin, meðan málið er vorðið fyri­ reikað. Nú vóna vit at spakin skjótt kann verða settur í hesa ætlanina, sigur hann. Í fyrsta umfari er bert tal­ an um sjálva tillagingina av ætlanini. Seinni skal tann fíggjarligi parturin hjá komm­ ununi takast til við­gerð. Hesin parturin snýr seg m.a. um liðugtgerð av øk­inum. Handilsdepil við kongresshøll í miðbýin Nógv eftirspurdi handilsdepilin skal liggja her í miðbýnum í Klaksvík Mynd: Jens Kr. Vang Føroyingar finnur ein allastaðni kring heimin, og fleiri teirra búgva í so fjarskotnum landi sum Australien. Nú er ein maður í Klaksvík áhugaður í at frætta nærri um ein føroying, sum fyri 136 árum síðani legði leiðina hagar. Útlegd Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hetta er stutta søgan um ein mann, sum er føddur í Føroyum, og sum fyri meiri enn 130 árum síðani flutti so langt sum til Australiu. Talan er um Lourentz Peter Johnson, sum varð borin í heim í 1853. Hann flutti síðani sum blaðungur til Victoria í Australia, helst umleið 1870 “for the gold rush”, sum tikið verður til. Nógv virksemi var tá í gullnámunum í hesum øk­inum, og sagt verður um Lourentz at starv hansara var “mining engineer” – t.v.s. var maskinmaður í einum av námunum her. Víðari verður sagt, at hann giftist við Elizabeth Beacham hin 6. mars 1880 í Ballarat, og at tey fingu 11 børn. Eitt teirra er Merran, sum Hilda Alice Johnson var móðir at. Lourentz sjálvur and­að­ist 1. februar 1918 í Mary­bo­rough í Victoria, eins og mynd­in av gravsteininum vísir. Av øðrum ættarfólkum kunnu verða nevnd hesir persónar: Hilda Alice Johnson (1898 – 1976) Joyce Johnson Hazeldina (1915 - ) Margaret Lloyd Keir (1937 - ) Merran Frances Dyer (1961 - ) Alt hevur áhuga Jógvan Páll Poulsen í Klaks­ vík er sera áhugaður eftir at frætta, um nakar av lesarunum hjá Sosialinum munnu vita meiri um henda Louentz. – Hann stendur til at hava “Johnson” til eftirnavn. Men tað kann eins væl vera “Joensen”, sum er vælkent her hjá okkum, sigur Jógvan Páll. Nøvnini í familjuni annars eru eisini nøvn, sum eru kend á okkara leiðum. Tí er hann sera áhugaður í at vita, um nakar veit meiri um henda mannin og ætt hansara. Hann hevur roynt hetta áður, men fekk hann ikki so nógv burtur úr júst tá. Nú roynir hann so aftur. – Her hevur sjálvt tann minsti upplýsingurin stóran áhuga, sigur hann. Veit onkur nakað at siga um henda mannin og ætt hansara, so kunnu tey ringja til Jógvan Páll – 456729 ella 227175. Australiari við føroyskari rót Gravsteinurin yvir Lourentz og konu hansara Elizabeth