hósdagur 6. apríl 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 69 - 6. apríl 2006
VIÐMERKINGAR
Í Dimmalætting frá 21.
mars læs eg eitt bræv frá
einum veljara við yvir
skriftini »Fyrispurningur
til Miðflokkin og Tjóðveld
isflokkin um lítla Petur«
Eg havi hugt í bløðini at
vita, nær onkur av politik
arunum fóru at svara aftur,
men ongin hevur ønt hesum
veljara nakað svar, ætla tit at
lata sum einki og niðurgera
hendan veljaran, tit eru vald
ir at tæna okkum, sum hava
valt tykkum, tað mugu tit
ikki gloyma.
Sjálvt um tað er gingið 1/2
ár síðani Miðflokkurin legði
munnliga fyrispurningin til
Hans Paula Strøm fram, so
er tann skrivligi fyrispurn
ingurin ikki lagdur fram
enn, sum teir ætlaðu. Er
tað nøktandi, at Hans Pauli
Strøm bara kann svara aftur,
sum tað fellur honum inn, og
so verður onki meira gjørt
við tað?
Til tín Høgna Hoydal, nær
ætlar Tjóðveldisflokkurin at
seta eina óhefta kanning í
verk í Føroyum? Tú spurdi
Evu Kjer Hansen, sosial
ministara, hvussu hon fór
at tryggja, at málið var
kannað á nøktandi hátt, tá
hon boðaði frá, at hon fór at
kanna málið niðri í Danmark,
tað má so sanniliga eisini
kannast í Føroyum, tí her er
eisini nógv skeivt farið fram
viðvíkjandi málinum.
Tann 15. februar 2006
vóru vit fýra fólk á fundi
við Alfred Olsen og Kaj
Leo Johannesen úr Sam
bandsflokkinum, og virkaðu
teir interesseraðir og skuldu
vit hoyra aftur frá teimum,
men enn ikki eitt orð, kanska
Johan Dahl fer at taka málið
upp.
Hvat ræðast tit, er ongin
rættvísur politikkari til.
Nú er upp á tíðina at skipa
fyri einum hóskandi tilboð,
soleiðis at Petur kann koma
heim aftur itl Føroyar.
Eg fari eisini at heita á
allar tingmenn um at seta
eina óhefta kanning í verk,
ongantíð ov skjótt.
omma Petur
Gunnvør
Poulsen
Setið eina óhefta kanning sett í verk
Hesin fiskimálaráðharrin
fer valla í søguna sum ein íð
legði tær stóru linjurnar inn
í framtíðina fyri føroyskan
fiskivinnupolitikk, men
heldur sum ein íð tók sær
av einkultmálum og serliga
einum skipabólki nevniliga
ídnaðarskipunum.
Fyri tey flestu onnur í
hesum landinum hevur
bólkurin ídnaðarskip í
veruleikanum í nógv ár
verið so gott sum ikki
eksisterandi og ikki luttikið
í bruttotjóðarframleiðsluni.
Hann er fyri tað mesta ogn hjá
útlendingum og hevur stórt
sæð ikki verið til fiskiskap
men bert ligið passivur
við teymin og bíða eftir at
svartkjafturin varð útlutaður,
meðni
hini
føroysku
svartkjaftareiðaríini hava
gjørt íløgur fyri hundratals
milliónir fyri at fiska okkum
søgulig rættindir. Skulu tey
nú latast til útlendingar, sum
einki hava gjørt?
Fiskimálaráðharrin hevur
í fleiri ár verið upptikin av
út at lata alt meira av øðrum
kvotum til hesi skip uttan
at tað tó var útlit til, at tey
loystu frá landi og tað kann
ein undrast yvir. Fyrst fingu
hesi skipini tað sindrið vit
áttu av sild í Norðsjónum
fyri at kunna fiska tað sum
hjáveiðu. Henda kvotan varð
tí ikki fiskað í fleiri ár.
Í fjør var tað so umráðandi
fyri landsstýrismannin at
hesi skipini eisini skuldu fáa
nakað av norðhavssildini.
Grundgevingin var, at
landsstýrismaðurin vildi
tryggja sær, at kvotan varð
uppfiskað. Undarligt at
biðja skip, sum ikki kunnu
fiska sild um hjálp til at
fiska kvotuna upp. Og hvør
mátti so til síðst gera hetta
? Nótaskipini sjálvandi
í
einum
loyviskaosi
skapt av hesum sama
landsstýrismanninum.
Og nú ljóðar – og tað
hevur ljóðað leingi – at
landsstýrismaðurin ætlar at
skriva hetta sama sildaloyvi
út til ídnaðarbátarnar aftur í
ár. Hví henda umsorgan?
Hvat er tað sum her fer
fram?
Tað ljóðar – og hevur
ljóðað í eina tíð, at hesir
ídnaðarbátar umsíður nú
kunnu seljast og eru á veg til
at verða seldir til útlendingar
fyri ein góðan prís. Og hví?
Hetta minnir okkum ikki
sørt um tveir frystitogarar,
sum vóru seldir fyri nøkrum
árum síðan. Tá íð man
umsíður hevði fingið lagt
hópin av sildakvotu yvir á
teir, so kundu teir seljast
fyri uml. 10 mió. kr. hvør.
Áðrenn ta tíð høvdu teir
staðið til sølu í áravís fyri
4 mió. kr. hvør – og kundu
ikki seljast.
Fleiri av ídnaðarskipunum
eru helst ikki meira verd enn
stálprísin, men nú sigast tey
at kunna seljast fyri 14 mió.
kr. pr. stk.
Øll hesi loyvini vóru í 1996
minkaðai til 20 % av einum
íðnaðarloyvi. Reiðaríini
fingu endurgjald fyri hini
80 % av loyvinum. Nú eru
tey aftur – hokus pokus
– 100 % ella meira. Fer ein
handil fram nú, eigur man í
minsta lagi at mótrokna tað
endurgjaldi til landskassan,
sum vist var út ímóti 20 mió.
kr. tilsamans.Skilji alt hetta
hvør íð kann.
Er fiskimálaráðharrin nú aftur í ferð við
at avreiða fiskatilfeingi til útlendingar?
formaður Felagið
Nótaskip
Atli
hansen
Ferðslutrygd við nýggjari styrki
Prædikumenn á asfalt
Nógv ymisk rák
innan føroyskan
tónleik eru higartil
avdúkaði á asfalt.
Men í dag var fyrsti
kontribólkurin
avdúkaður. Talan er
um The Reverends,
ið man vera tann
besti føroyski
kontribólkurin í
løtuni.
Festival
summarið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Asfalt
kunngerð
á
heimasíðu síni í morgun,
at kontribólkurin The
Reverends verður millum
nøvnini
á
tónleika-
tiltakinum.
The Reverends hevur
tann karismatiska Mold
oddamannin Niklas Thor-
steinsson, sum sangara
og ein flokk av garvaðum
rokktónleikarum aftan-
fyri hann. Men her er
ikki talan ein rokkbólk
av tí harðara slagnum.
The Reverends eru ein
ordiligur kontribólkur av
tí slagnum, sum spælir
rátt og ópolera kontri við
tekstum um sjálvmorð,
morð, hjúnarskilna, svik
og drukk, spældir við
rætta kontri anda, og av
monnum í kovboyhattum,
kovboyslipsum
og
styvlum. Bólkurin spælir
eitt bland av teirra egna
kontri og løgum hjá
øðrum, m.a snýkir ein
tillagaður Mold klassikari
seg inn í spæliskránna
undir heitinum “Back
To Texas”. Men eisini
løg hjá t.d. Johnny Cash,
Alan Jackson, Randy
Travis, Garth Brooks og
Frank Zappa, blandað
við rættiliga fitt av Blue
Grass.
The Reverends hevur
seinastu árini spælt til
dans í føroyska útiseta-
umhvørvinum í Danmark,
umframt kontrikonsertir í
donskum spælistøðum,
m.a. annað í háttvirda
blues
spæli-staðnum
MOJO í miðbýnum í
Keypmannahavn. Í fjør
summar var bólkurin
somuleiðis rundferð í
Føroyum.
Í løtuni arbeiðir The
Reverends við síni fyrstu
fløgu útgávu.
Í samband við
ársfundin hjá
Ráðnum fyri
Ferðslutrygd, sum
verður á Hotel
Føroyum í dag
kl. 12, sigur Rúna
Sivertsen, formaður
í Ferðslutrygd, í
samrøðu við Sosialin,
nakað um ferðslu-
trygdararbeiði
Ferðslutrygd
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Grannalond okkara hava
seinastu árini satsað nógv
upp á ferðslutrygdina,
og
nú
heldur
ferðslutrygdararbeiðið í
grannalandi okkara Noregi
fram við nýggjari styrki.
Ein nýggj virkisætlan
fyri ferðslutrygd, við 234
tiltøkum, skal tryggja, at
minkingin av deyðum og
illa løstaðum í ferðsluni har
heldur fram.
Eisini í Føroyum eru
ferðsluvanlukkur ein stórur
samfelags-trupulleiki. Eitt
er kostnaðurin hjá samfel-
agnum, men fyrst og
fremst eiga vit at hava tær
menniskjansligu líðingarnar
í huga. Positiva gongdin
seinastu árini, hevur tíverri
ikki verið eins týðilig
ímillum tey ungu í ferðsluni.
Tí verður neyðugt at varpa
serligt ljós hesi.
Í Noregi, er málið, at
innan 2010 skal talið á
deyðum og illa løstaðum
í aldursbólkinum 15-24 ár
minkast við 25 prosentum,
og við 50 prosentum innan
2016. Sama mál mugu vit
seta okkum í Føroyum.
Nú Nullhugsjónin verður
staðfest í ferðslulógini,
verður næsta stigið at gera
eina landsvirkisætlan fyri
ferðslutrygd í Føroyum.
Skulu vit náa málinum,
sum Nullhugsjónin leggur
upp til, so er neyðugt við
eini landsvirkisætlan fyri
ferðslutrygd.
Taka lógvatak saman
Ein betri samskipan av
arbeiðinum er neyðug
og fer at geva úrslit.
Við
Nullhugsjónini
sum grundarlagi, skal
landsvirkisætlanin leggja
langtíðar stevnumið.
Umframt teir partar,
sum í dag fáast við
ferðslutrygdararbeiði,
eiga
Mentamálaráðið
og Almanna- og heilsu-
málarráðið at fáa ein virknan
leiklut.
Vinnumálaráðið bað fyri
kortum Landsverk taka sær
av at røkja ferðsluhagtøl.
Haldgóð hagtøl fara geva
eitt betur grundarlag fyri
raðfestingum og tiltøkum í
ferðsluni.
Avbjóðingar framyvir.
Síðani
Ráðið
fyri
Ferðslutrygd, fyri 30 árum
síðani, byrjaði sítt virksemi
er talið á bilum í Føroyum
trífaldað.
Virksemið
RFFs er støðugt økt øll
árini. Avbjóðingarnar hjá
stovninum framyvir verða:
n at sannføra myndu-
gleikarnar
um,
at
ferðsluvanlukkur ikki kunnu
góðtakast
n at fáa ein virknan leiklut í
arbeiðinum, har avgerðirnar
um ferðslu verða tiknar
n Ferðslutrydararbeiðið ber
frukt
Langtíðar
ferðslu-
trygdararbeiði
virkar.
Grannalond okkara síggja
nú fruktina av arbeiðinum,
sum hevur verið gjørt fyri
ferðslutrygdina, og tølini
á deyðum og skaddum í
ferðsluni minkar alsamt.
Á sama hátt, sum í okkara
grannalondum,
eigur
politiski myndugleikin í
Føroyum at fara undir hetta
álvarsmál og leggja alla styrki
í ferðslutrygdararbeiðið.
The Reverends er góðskukontri
(mynd: Símun Jóannesarson)