hósdagur 6. apríl 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 6. apríl 2006
17
Árliga Várframsýning
in í Listaskálanum er
fjølbroytt, forvitnislig
og fangandi. Fríggja
dagin klokkan 17
letur framsýningin
fyri 18. ferð
dyrnar upp fyri
almenn inginum. Í
alt eru 17 listafólk
sloppin gjøgnum
nálareygað – eitt
nú tvey nýggj og
spenn andi nøvn
List
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Í gjár almannakunngjørdi
nevndin hjá Felagnum Før
oysk Myndlistafólk, sum
hevur valt listaverkini út
til framsýningina, hepnu
listafólkini, ið sleppa at
sýna síni listaverk fram á
Várframsýningini.
Felagið Føroysk Mynd
listafólk hevur seinastu
18 árini havt eina árliga
Várframsýning í Lista
skálanum. Hvørt ár ger fel
agið eina nevnd við trimum
limum, ið serliga tekur sær
av Várframsýningini. Í ár
sita Edward Fuglø, Rannvá
Mortensen og Ingi Joensen
í nevndini. Hetta er annað
árið hjá Inga, meðan bæði
Edward og Rannvá eru ný
vald. Seinastu tíðina hava hesi
trý arbeitt dúgliga fyri at fáa
framsýningina upp á pláss, og
tá Sosialurin prátaði við tey í
gjár vantaði lítið í:
– Vit hava gingið høgt
upp í hetta arbeiðið, og tað
hevur verið sera trupult at
velja listaverkini út. Men vit
eru væl nøgd við endaliga
úrslitið, sigur Ingi Joensen,
nevndarlimur.
Freistin at lata listaverk
inn til framsýningina var
sunnudagin. Tá avtornaði
høvdu í alt 25 listafólk sent
inn, og í gjár frættu tey 17
listafólkini, ið eru sloppin
við á framsýningina, boðina
í einum brævi:
– Tað er stuttligt at síggja,
hvussu fjølbroytt listaverkini
eru, sum eru komin inn. Vit
hava viðgjørt bæði roynd og
óroynd listafólk í eins stórum
álvara. Onkur hevði helst
valt at seta framsýningina
saman á annan hátt, men
vit hava lagt serligan dent á
at geva øllum gott pláss og
at samanhangur er millum
øll listaverkini. Áður hava
framsýningar verið grund
aðar á sølu, men í ár sýna øll
listafólkini fram á jøvnum
føti. – Eingin nýggj listaverk
eru krógvað í einum króki,
sigur Edward Fuglø.
Nýggj nøvn
Fleiri av teimum, ið hava
fingið at vita, at tey ikki
sleppa við á framsýningina,
eru eyðvitað vónsvikin,
men millum teirra, ið hava
fingið boðini um, at teirra
verk eru við, eru eitt nú tveir
sera glaðir, ungir og nýggir
listamenn, vit ikki áður hava
hoyrt um í hesum høpi:
– Vit hava valt at taka tvey
spildurnýggj nøvn við á
Várframsýningina. Tað eru
tveir sera dugnaligir listamenn
– Bárður Dal Christiansen og
Jóhan Martin Christiansen,
ið báðir hava fingið sera gott
pláss í framsýningarhøllini.
Bárður og Jóhan
Martin
Bárður Dal Christiansen er
21 ára gamal og uppvaksin
í Havn og Århus. Hann
hevur alt sítt lív teknað
nógv, men byrjaði at mála
fyri nøkrum árum síðani og
fór eitt nú á Listaháskúlan í
Thorstedlund í eitt hálvt ár
í fjør. Listaverkini hjá Bárði
eru modernað og eitt vet
hugkveikt av grafitti:
– Eg eri sera glaður fyri
at vera komin við á fram
sýningina. Mamma og dam
an hjá mær eggjaðu meg
til at senda nøkur listaverk
inn, men eg eri fullkomiliga
tikin á bóli av, at eg skuldi
vera so heppin at sleppa
gjøgnum nálareygað. Hetta
er ein stórur møguleiki fyri
meg. Á henda hátt fái eg at
vita, um fólki dámar tað, eg
geri, og møguliga sleppi eg
eisini at sýna enn meira fram
í framtíðini. – Hetta er stórt,
sigur Bárður.
Jóhan Martin Christiansen
hevur alt sítt lív verið sera
áhugaður í at mála og eyð
vitað havt eyga fyri hesum.
Ein kvinna, ið stóran part
av hansara lívi hevur givið
honum stóran íblástur, er
Ása av Reyni, ið var lærari
hjá honum eitt tíðarskeið.
Síðan tá hevur Jóhan Martin
gingið nógv á kvøldskúla –
eitt nú hjá Arngerð Joensen
og Jónu Rasmussen. Í fólka
skúlanum fór Jóhan Martin
í starvsvenjing hjá Torbirni
Olsen, har hann somuleiðis
fekk góðan lærdóm og íblást
ur.
Jóhan Martin hevur eina
lítla starvsstovu á kaiini
á Bacalao og nýtir nógvar
tímar um vikuna har. Sìðan
Jóhan Martin var 14 ára
gamal, hevur hann javnan
selt málningar.
Framtíðin í
føroyskari list
Á Várframsýningini hava
bæði Bárður og Jóhan Mart
in fingið sera gott pláss
til sínar málningar í fram
sýningarhøllini. Eitt nú er
stuttligt at síggja, at Jóhan
Martin hevur fingið heilar
fimm málningar við á fram
sýningina, ið hava fingið
meira pláss á framsýningini
enn eitt nú málningarnir hjá
Kára Svenssyni, ið hevur
luttikið á Várframsýningini
seinastu 20 árini:
– Tað er herligt at síggja, at
ungir nýggir listamenn hava
fingið so góðar umstøður á
Várframsýningini í ár. Báðir
eru teir sera dugnaligir og
eitt gott boð upp á framtíðina
í føroyskari list, sigur Kári
Svensson.
Várframsýningin hongur
í Listaskálanum frá fríggja
degnum 7. apríl og fram til
6. mai.
Hugvekjandi
Várframsýning
Listafólk, ið sýna fram á
Várframsýningini í ár:
Archibal Black
Aase Bømler Olsen
Pól Skarðenni
Ásla Rannvá Svensson
Anna Katrina Højgaard
Arnold Vegghamar
Jóhan Martin Christiansen
Astri Luihn
Bárður Dal Christiansen
Kári Svensson
Sigrun Gunnarsdóttir
Niclasen
Jógvan Biskupstø
Vígdis Petersen
Marianna Gjógvará
Eyðun av Reyni
Ole Wick
Amariel Norðoy
FAKTA
Edward Fuglø, Rannvá Mortensen og Ingi Joensen hava valt listaverkini út, ið luttaka í árligu
Várframsýningini í Listaskálanum, sum letur upp fríggjadagin. Her standa tey framman fyri
einum sermerktum listaverki hjá Ole Wick
Listaverk hjá tveimum nýggjum og dugnaligum listamonnum Bárði Dal Christiansen og Jóhan Martini Christiansen, ið báðir hava fingið gott pláss
í framsíningarhøllini í Listaskálanum