Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 69 - 6. apríl 2006 Summar Festivalurin læt Virkishúsinum ljóðføri Á móttøku í nýggja Virkishúsið í Klaksvík lat Summar Festivalurin,Virkis húsinum stórfingna gávu, ið kann fáa alstóran týdning fyri tónlistarligu menningina í Klaksvík Gávan til Klaksvíkina Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Týskvøldið fekk Virkishúsið stórfingna gávu frá Summar Festivalinum. Húsið hevur ikki havt nakað stórvegis av ljóðførum, men tað er nú broytt, tí Summar Festi­ valurin læt húsinum bæði trummusett, ljómborð, mikro­fonir, gittar, bassgittar og forsterkarar. Tað er kent frá tónleika­ festivalum uttanlands t.d. Roskilde Festivalinum, at ein partur av yvirskotinum fer til vælgerandi endamál. Henda leistin hevur Summar Festivalurin við hesum tikið upp. – Vit eru sera fegin um hesa stóru gávu, og vit vóna, at tey ungu fara at brúka ljóðførini. Vónandi fer onkur nýggjur tónleikabólkur at spyrjast burturúr, segði Beinta Gregersen, leiðari fyri Virkishúsið, tá ið hon fekk handað gávuna. Steintór Rasmussen hand­ aði vegna Summar Festi­val­ in gávuna, og hann segði seg fegnast um, at Klaksvík hevði fingið eitt nýtt ung­ dómshús. Hann vónaði eis­ ini, at ljóðførini fóru at verða brúkt, og at nakað gott fór at koma burturúr. Steintór umboðar eitt ætt­ar­lið, tá Klaksvík gekk undir heitinum tón­leika­ høvuðsstaður Føroya, men seinnu árini hava Havnin og Eysturoyggin yvirhála Klaksvíkina, tá tað snýr seg um nýggjar og spennandi bólkar. Steintór og hinir handan Summar Festivalin kunnu við hesum, vera við til at venda hesi gongd. Tey ungu í Klaksvík hava veruliga tikið nýggja Virkishúsið til sín. Húsið hevur havt opið í eina tíð, og ymisk tiltøk hava eisini verið á skránni. Tey ungu sluppu beinan­ vegin at royna ljóðførini, og tey tóktust verða fegin um gávuna. Ætlar tú tær á stóra tónleikatiltakið í Tórsgøtu 2. og 3. juni, har fleiri enn 60 føroyskir tónleika- bólkar og einstaklingar koma at taka lut, er tíðin komin at keypa tær atgongumerki. Atgongumerkir til AS­FALT eru at fáa á Kunn­ ingarstovuni í Tórshavn, í handlinum hjá Kall í SMS og á www.kontoin.fo. 3 ymisk atgongu­ merki Tað er trý ymisk atgongu­ merki til ASFALT ASFALT DELUXE: 425 kr Galdandi fyri báðar dag­ arnar og gevur atgongd til útipallin og teir 5 inni­ pallarnar. Asfalt DeLuxe er ikki galdandi fyri barnatil­tak­ ið. ASFALT LIGHT: 275 kr Galdandi fyri báðar dag­ arnar og gevur bert atgongd til útipallin. Asfalt Light er ikki gald­ andi fyri barna­tiltakið. ASFALT JUNIOR: 100 kr Gevur bert atgongd til stóra barnatiltakið, sum verð­ur leygardagin 3. juni kl. 10-13. Børn undir 13 ár hava ókeypis atgongd til barna­tiltakið í fylgi við vaksnum. 6 pallar við fjøl­broyttum føroyskum tónleiki Tónleikurin, sum fer at runga á ASFALT verður sera fjølbroyttur. Møguleiki verður at hoyra pop, punk, gospel, heavy, blues, rock, jazz, kórsang, fólkatónleik, horntónleik, klassiskan tón­ leika osfr. Tað verða 6 ymiskir pallar á asfalt. 5 innipallar og 1 stórur útipallur. Innipallarnar verða á hesum støðum: Tjóðpallurin Posthúskjallarin Margarinfabrikkin Miðlahúsið Hotel Tórshavn Útipallurin verður á par­ keringsplássinum við Hotel Tórshavn. Skráin á ASFALT verður skipað soleiðis, at fram­ førsl­ur verða á øllum 5 innipallinum samstundis. Tey sum keypa sær ASFALT DELUXE fyri 425 kr, hava atgongd til allar hesar 5 pallar, umframt at tey hava atgond til stóra útipallin. Meðan framførslur eru á innipallinum, hvílur úti­ pallurin. Á stóra útipallinum fara nøkur av høvuðsnøvninum s.s. Lena, Høgni Lisberg, Annika Hoydal, 200 o.o at framføra. Tey sum keypa sær ASFALT LIGHT fyri 275 kr, hava bert atgongd til útipallin. Meðan framførslur eru á úti­pallinum, hvíla allir 5 inni­pallarnar. Leygardagin 3. juni kl. 10-13 verður eitt serstakt barnatiltak í Tórsgøtu, har gøtan verður á tremur við tónleiki, sangi, gykli og øðrum spennandi undir­ haldi til børn og glaðar barnasálir. Børn undir 13 ár hava ókeypis atgongd til barna­ tiltakið, tey skulu tó verða í fylgi við einum vaks­ num. Tað er neyðugt at tann vaksni keypir sær eitt ASFALT JUNIOR fyri 100 kr. Nógv spennandi nøvn á ASFALT Longu nú eru nógv spenn­andi nøvn almanna­ kunngjørd og komandi vik­ urnar fara enn fleiri nøvn at verða almannakunngjørd. Til ber at lesa um tón­leika­ tiltakið, bólkarnar o.a. sum hendir í samband við tiltakið www.asfalt.fo Millum bólkarnar sum koma at taka lut á ASFALT eru: 200 Deja Vu Kári Sverrisson Popkorn Skunk The Story Ends All That Rain Høgni Lisberg Lena Pætur við Keldu Stanley Samuelsen Holgar og Villmenn Annika Hoydal Isadora & The Rebels Makrel Safir Stórbandittarnir Búi Dam Tórshavnar Kamarkór Marius Side Effect Tarira Atgongumerkjasølan til ASFALT er byrjað Konsertskráin hjá Mpiri í vár hevur páskini sum tema. Skráin er samansett av páskatónleiki úr ymsum londum og tíðarskeiðum. Ein partur av tónleikinum er føroyskur: gamlir páskasálmar í nýggj­ ari útseting og eisini heilt nýskrivaður tónleikur TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Mpiri er ein føroyskur vokal­ bólkur í Keypmannahavn við 13 ungum sangarum. Sum heild fevna konsertirnar breitt, heilt frá gregorianskum sangi til nýggjan kórtónleik. Á skránni eru verk eftir mill­ um onnur: Francis Poulenc, Kára Bæk, Per Nørgård, Ur­mas Sisask og Arvo Pärt. 29/03: Kl. 20:00 – Konsert í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, Keypmannahavn. 05/04: Kl. 20:00 – Koncert í Simeonskirkjuni, Sjællandsgade 12B, Keyp­ mannahavn. 08/04: Kl. 15:00 - Konsert í Vesturkirkjuni, Tórshavn 09/04: Kl. 16:00 - Konsert í Nólsoyar Kirkju Í sambandi við Føroyaferðina fer Mpiri at upptaka 3 verk hjá Kára Bæk til nýggja fløgu við føroyskum kórtónleiki. Hesi verk verða eisini at hoyra á konsertunum. Bakgrund Mpiri varð stovnað fyri 8 árum síðani og bleiv fram til 2002 stjórnað av Sunleivi Rasmussen. Núverandi kór­leiðarin eitur Gorm Lar­sen. Hann er útbúgvin kór- og orkesturleiðari frá Kongaliga Danska Musik­ konservatoriinum og hevur eisini lært á Royal College of Music í London og lis­ið Tónleikavísund á Uni­versi­ tetinum í Århus. Mpiri hevur verið á fleiri konsertferðum millum annað til Føroya, Ís­lands, Týsklands, Finn­ lands og Svøríkis. Bólkurin hevur sum enda­ mál at syngja nýggjan før­ oyskan tónleik og hev­ur í fleiri umførum bí­lagt nýggj verk frá før­oysk­um tónaskøldum. Frumframførslur eru tí javnan á skránni á konsertunum hjá Mpiri. Serliga verk eftir unga tónaskaldinum Tróndi Bogasyni, ið eisini syngur tenor í vokalbólkinum. Hes­ Føroyskur páskatónleikur í Keyp­ mannahavn, Havn og Nólsoy Konsert við Barnakórið Glyvra kirkju KONSERT Fríggjakvøldið 7. apríl kl. 19.30 verður konsert í Glyvra kirkju við barnakórinum. Á skránni eru sálmar, sangir og negro spirituals. Sungið verður bæði uttan fylgispæl og saman við klaver-, orgul- og cellofylgispæli. Barnakórið, ið telur uml. 30 børn úr 1. – 6. flokki, hevur ígjøgnum veturin vant eina ferð um vikuna í kirkjuni. Eftir konsertina verður ein drekkamuður at fáa. Mpiri hevur sum endamál at syngja nýggjan føroyskan tónleik. Myndin er tikin í Húsavík Summarfestivalurin hevur latið Virkishúsinum í Klaksvík ljóðføri til eitt heilt orkestur