Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

fiska­framleiðslu, ið síggja tað sum eina av sínum upp­ gávum at fáa sum mest burtur úr fiskameinginum. Hann vísir á, at ein av pio­ nerunum innan tilreið­ing og nýtslu av eitt nú skelja­ djórum so avgjørt er Birgir Enni, sum gjøgnum árini hevur borðrreitt við mangari forvitnisligari máltíð. – Birgir hevur verið rætti­ liga ný­skap­a ndi á sínum øki, slær Johan fast. Tað, sum hann vil við hesi blaðsamrøðu, sigur hann er at skunda undir nakað, sum tíbetur er í gongd. – Eg haldi, at tað hevur stóran týdning fyri okkum sum tjóð – og eisini fyri okkara ferðamannavinnu, at vit leggja uppaftur størri dent á tann føroyska ”køkin”. At vera kveikjarar Gastronomiska Akademi Før­oya er ein bólkur av kveikj­arum, sum hevur til enda­máls at varpa ljós á gastronomi – og tá serliga við atliti til rávørur, sum vit hava her heima hjá okkum sjálvum, bæði matvørur og drykkjuvørur. – Vit ynskja eisini at verða kveikjarar og koma við góð­ um hugskotum. Johan hevur skilt, at áhugin fyri ”fiskagourmet-túrinum” hjá Smyril Line er stórur, og hann heldur, at hetta er eitt gott høvi at skapa áhuga fyri føroyskum rávørum og mati, eisini millum onnur enn føroyingar. Er ”vanvittugt” – Øl og vín er eisini ein part­ur av gastronomi, og í Før­oyum hava vit tvey bryggjaríir, sum framleiða góða vøru. Hann heldur tað vera ”van­ vittugt”, sum hann tekur til, at føroysku bryggjaríini ikki skulu sleppa at bryggja sterkari øl, eins og loyvi kann verða givið til eina ávísa framleiðslu av spiritus í Føroyum. – Menn hava roynt at gjørt ein snaps við hvannasmakki, og eg haldi tað vera be­klagi­ ligt, at vit í Føroyum ikki í ein ávísan mun skulu sleppa at bryggja tað, sum vit sjálvi kortini drekka. Eftir mínum tykki er tað burtur við, at alt hetta skal innflytast út­lendskt Johan vísir á, at vit eru vorðnir óførir at tosa um al­ tjóðagerð. – Í altjóðagerðini fella múr­arnir, men líkt er ikki til, at føroyskir myndugleikar duga at síggja tað neyðuga í at bróta nakrar av teim­um múrum, sum forða før­oysk­ um vinnulívi at framleiða tær drykkjuvørur, sum vit kortini keypa úr útlandinum. Hetta tykir mær so øvut, sigur hann. Eitt ”smørhol” Samanumtikið heldur Johan Mortensen, at føroyingar saman við nýggju kokkunum hava fantastiskar møguleika at ”optimera” tann føroyska køkin. – Vit eiga ikki at gloyma tað, vit sjálvi hava, og eg ivist onga løtu í, at Før­oyar – um rætt verður at­ borið – kunnu gerast eitt gastro­ nomiskt ”smørhol” í Norður­ atlantshavi, sigur hann. – Vit eiga besta fiskin, skeljafiskin, kjøtið og fuglin – og vit kundu saktans gjørt meira við at dyrkað grønmeti í Føroyum. Okkum vantar bara motivatiónina, men við nýggju og góðu kokkunum, vit hava fingið, gongur framá, sigur Johan Mortensen Mynd: Vilmund Jacobsen Í døgunum, 25-29. mai, ger Norrøna ein ”fiskagourmet-túr” við stórum og fjølbroytt­um fiska-og skeljaborði. Eisini verður ølfagnaður umborð hendan túrin Mynd: Vilmund Jacobsen Nr. 69 - 6. apríl 2006 15