hósdagur 6. apríl 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Saman við nýggju
og góðu kokkunum,
vit seinastu árini
hava fingið, hava vit
føroyingar fantastiska
góðar møguleikar at
”optimera” tann før
oyska køkin. Tað kann
fáa stóran týdning
fyri okkum sum tjóð
– og fyri okkara ferða
mannavinnu, at vit
leggja uppaftur størri
dent á tað meingi, vit
eiga, bæði í havinum,
við strendurnar, í
bjørgunum og uppi
á landi, sigur Johan
Mortensen, sum er
við í áhugabólkinum,
Gastronomiska Aka
demi Føroya
MATUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í sambandi við, at Smyril
Line ger ein sonevndan
”fiskagourmet-túr” í døgun
um, 25-29. mai, hava vit skift
orð við Johan Mortensen,
sum verður við á ferðini.
Tað verður óføri og kendi
SvF-kokkurin, Uni Gullfoss,
sum kemur at skipa fyri borð
inum.
Á ferðini við Norrønu
verður eisini ølfagnaður,
og hesum taka teir báðir,
ølserfrøðingurin Heri Peter
sen og Johan Mortensen,
bryggjari, sær av.
Gastronomi
Johan er millum stigtakar
arnar av áhugabólkinum, sum
verður róptur Gastronomiska
Akademi Føroya (GAF).
Hesin felagsskapur er enn
ikki lýstur formelt, men tey,
sum standa aftanfyri GAF,
eru fólk, sum hava áhuga
fyri gastronomi við atliti til
føroyskan mat, øl og vín.
Endamálsgreinin
hjá
GAF er at vekja áhuga fyri
gastronomi í gerandisdeg
num við serligum atliti til
føroyskar rávørur. Ætlanin
er at lýsa felagsskapin
alment í næstum, men longu
nú er hann virkin. Skipað
hevur verið fyri ymiskum
tiltøkum, og nevnast kann,
at eitt nú Føroyakvøldini við
føroyskum mati og ølfagn
aðurin á Hotel Føroyum eru
sprottin úr hugskotum hjá
hesum áhugabólki.
Aftur til rávøruna
Føroyingurin hevur seinastu
mongu árini verið fyri stórari
ávirkan uttaneftir, ikki minst
hvat mati viðvíkur. Henda
ávirkan er ikki minst komin
úr Danmark – við ymiskum
grill-mati, burgarum og
pizza. Vit hava fingið pizza-
matstøð ymsastaðni, og vit
hava eisini fingið Burger
King her heim á klettarnar.
Einki ringt um hetta, ikki
sum so.
Samstundis, sum vit
hava tikið ímóti útlendskari
ávirkan og ”mat-mentan”,
hevur rákið í norðurlondum
– og nú eisini í Føroyum
– kortini verið, at fólk eru
vend aftur til tær upprunaligu
rávørurnar.
Johan Mortensen heldur,
at tað eru teir ungu og góðu
kokkarnir, vit hava fingið
seinastu árini, ið saman
við øðrum mat-áhugaðum
føroyingum, aftur hava skapt
áhuga fyri tí góða føroyska
”køkinum”, sum hann tekur
til.
Hetta sæst ikki minst aftur
í matstøðunum, har hesir
kokkar arbeiða.
Best og dýrast
– Rákið í hinum norður
londunum hevur seinastu
árini verið, at norðurlendski
”køkurin” aftur er komin
til sín rætt – og hetta rák
hava vit sum nevnt eisini
sæð í Føroyum, nú vit
hava fingið fleiri nýggjar
kokkar. Nýggju kokkarnir
í norðurlondum hava sæð,
hvussu góð rávøran er, sum
londini eiga, bæði á sjógvi
og landi.
Johan veit um kendar
matstovur í Danmark, eitt
nú matstovuna á Bryggjuni,
sum í stóran mun matger við
rávørum úr norðurlondum,
og hesar rávørur spenna
rættiliga víða – heilt frá oksa
kjøti úr grønlendsku náttúr
uni til føroyskan hummara,
veiddur í okkara firðum og
sundum.
– Matstovan á Bryggjuni
telist soleiðis millum tær
bestu og dýrastu matstov
urnar í Danmark, sigur
hann.
Fiskur og grøði
– Í Føroyum eru vit so væl
signað við Guðs gávu. Vit
hava eitt stórt fiskameingi,
og umframt vanligu fiska
sløgini, sum vit øll kenna,
hava vit eisini onnur meira
forvitnislig fiskasløg, eitt
nú skøtu, hemara, havtasku,
gulllaks og onnur minni kend
fiskasløg, sum finnast niðri
í dýpinum. Aftrat hesum
kemur so skeljafiskurin og
hummarin.
Hann vísir á, at eisini í
Føroyum eru fólk vorðin
meira forvitin eftir at royna
okkurt nýtt, sum tey ikki
hava roynt áður.
– Við hesum nýggju og
góðu kokkunum ber saktans
til at gera eina spennandi
og vælsmakkandi máltíð úr
rávørum, sum fá hava roynt
áður.
Johan hevur soleiðis góðar
vónir um, at føroyingar í
uppaftur størri mun enn
áður fáa høvið at fáa mangt
spennandi og forvitnisligt á
borðið.
Óteljandi møguleikar
Hann vísir á, at eisini í land
búnaðinum liggja nógvir
ótroyttir
møguleikar,
bæði við kjøti og grøði av
ymiskum slagi.
– Vit kunnu borðreiða við
oksakjøti av átta mánaðar
gomlum kálvi, og vit kunnu
borðreiða við lambskjøti av
seyði, sum gongur í hagan
um og er 100 prosent øko
logiskur, sum hann tekur
til.
Aftrat øllum hesum eiga
vit fuglin, sum kann veiðast
í berginum og til havs, og
vit hava allar møguleikar
fyri ymiskum flogfenaði,
eitt nú hønum, dunnum og
gásafuglum.
– Fuglurin er eisini ein frá
lík og eftirspurd gáva, sum
vit lítið og einki gera við.
Gráta av misunnilsi
Hann vísir á, at nógvastaðni
kring um í heiminum kundu
tey ”grátið” av misunnilsi,
tí vit eiga alt hetta meingi
í okkara umhvørvi, bæði á
sjógvi og landi.
– Vit eiga besta fiskin,
skeljafiskin og besta kjøtið,
ið nakar kann eiga. Haraftrat
eiga vit besta fuglin. Tað
ræður bara um at síggja hesar
ómetaliga stóru møguleikar
og duga at fáa nakað burtur
úr teimum.
Johan heldur, at vit saktans
kundu gjørt nógv meira við
at dyrkað grønmeti í Før
oyum – í fyrsta lagi epli,
røtur, gularøtur og annan
vøkstur, sum hevur góð
gróðrarlíkindi her.
– Vit eiga eisini villu
hvannirnar, sum veksa kring
um í landinum – bert fyri at
tríva í okkurt av tú, sum er.
Hann fegnast annars
um tað stóra arbeiði, sum
Royndarstøðin í Kollafirði
hevur gjørt við eitt nú eplum
og rótum fyri at finna fram
til, hvør grøði egnar seg best
í okkara umhvørvi.
Útlendsk matskrá
Hann vísir á, at tá ið føroy
ingar fáa fremmanda fólk
á vitjan, og vit vilja sýna
teimum blíðskap, so koyra vit
hugsandi eina brasilianska
oksasteik í ovnin, sum verður
etin aftur við polskum eplum
og donskum reyðkáli! Oman
á bjóða vit kanska fruktir úr
Ný Sælandi ella jarðber úr
Spaniu. Tá ið so nátturðin
kemur, hava vit danskt marga
rin, danskan ost, svensk egg
og grønlendskar rækjur á
borðinum.
– Hvar er alt tað føroyska
í hesum samanhanginum
– bæði tað, sum er á markn
aðinum og tað, sum ikki
er, men kundi verið, spyr
hann.
Vit hava tosað so nógv um
útoyggjamenning og lítið er
komið burtur úr.
– Hví gera vit ikki okkurt
ítøkiligt?
Hann heldur, at eitt hugskot
kundi verið at lagt eina
ostaframleiðslu á útoyggj
– ella eina framleiðslu við
føroyskum viðskera.
– Vit hava eitt ótal av
rávørum, men tað er motiva
tiónin sum vantar. Okkum
tørvar ítøkilig hugskot,
sum kunnu geva okkum
umsetning og pening.
Kósin er røtt
Johan heldur kortini, at
vit eru komin á rætta kós,
soleiðis at nýggi føroyski
”køkurin” eins og hin norður
lendski, aftur er við at vinna
fram.
– Nýggju kokkarnir á
føroysku matstøðunum eru
farnir at gera meira burtur
úr tí føroyska meinginum
og tí upprunaliga føroyska
”køkinum”, og tað kunnu vit
bara fegnast um.
Hann heldur, at fleiri kokk
ar kundu verið nevndir við
navn, sum rættiliga hava
fingið fatur í rætta endan
um.
– Hugsunarhátturin um
náttúrugivnu føroysku rávør
una er nú hin rætti og liggur
frammarlaga í teirra huga
heimi, tá ið teir matgera.
Johan heldur, at hesin
nýggi hugsunarháttur sakt
ans kann koma at geva føroy
ingum eitt gott og kærkomið
íkast í sambandi við okkara
ferðamannavinnu sum setir
stóran prís upp á at njóta
okkara rávørur.
At skunda undir
– Vit hava eisini menn og
kvinnur innan føroyska
Føroyar eitt gastronomiskt
smørhol í Norðuratlantshavi
– Tað er ”vanvittugt”, at føroysku bryggjaríini ikki skulu sleppa at bryggja sterkari øl, eins og loyvi kann verða givið til eina ávísa
framleiðslu av spiritus í Føroyum, heldur Johan Mortensen. Myndin er tikin á Ålborg Akvavit, haðani nógvir ”dropar” eru runnir
heim til Føroya
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nr. 69 - 6. apríl 2006
14