Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 6. apríl 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæra mamma, omma, langomma og olduromma Anna Maria Mikkelsen vanliga nevnd Mia á Støðini Syðragøta andaðist í heiminum týskvøldið 4. apríl, 100 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Filadelfia 8. apríl kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Tórur, Katrin og Marjun Tey, ið ynskja at minnast Miu, kunnu lata eina peningagávu til Filadelfia í Gøtu, konta í Føroya Banka. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu í stóru sorg okkara, tá høgt elskaði sonur okkara, beiggi, ommu- og abbasonur Ernst Wesenberg Sivertsen Hoyvík so tíðliga bleiv kallaður heim til Harran. Tøkk til Bergur D. Joensen prest, fyri troystarrík og góð orð í heiminum og kirkjuni. Tøkk til tykkum øll, sum bóðu fyri Ernst og okkum, tykkum sum vitjaðu okkum bæði á Ríkissjúkrahúsinum og heima, tykkum sum ringdu, skrivaðu og sendu heilsanir á ymiskan hátt. Tøkk til tykkum, sum gjørdu tað møguligt hjá okkum at verða heima við Ernst í millum viðgerðir og tað seinastu tíðina. Tøkk til sangarar, kirkjutænarar og vakran einstakan sang í kirkjuni. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Krabbameinsfelagið. Tøkk til tykkum øll, sum skipaðu fyri ervinum og hjálptu til við jarðarferðini, tykkum í Oasuni og ikki minst til Hoyvíkar Skúla. Hjartans tøkk øll somul. Tøkk til hvønn einstakan av tykkum í tí stóru mannfjøld , ið fylgdu Ernst á hansara seinastu ferð her á fold. Má Harrin signa tykkum øll. Familjunnar vegna Ann Mari, Hans Jákup, Rani, Andreas og Maria Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá høgt elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Gunleigur Poulsen Klaksvík brádliga varð tikin heim til Harran. Hjartans tøkk til tykkara, sum komu inn á gólvið, tykkum sum ringdu, fyri blómur, gávur og heilsanir. Tøkk fyri peningagávur til Emmaus. Tøkk til prest og talarar, fyri góð og troystarík orð og tøkk til tykkum mongu, sum vóru við til jarðarferðina. Ein tøkk til samkomuna í Emmaus, fyri stjóru hjálp tykkara. Hjartans tøkk og Harrin signi tykkum øll. Familjunnar vegna Ella Hjørdis, Dánial og Heidi Tøkk Eg vil takka fyri sýnda samkenslu tá mín góði pápi og verfaðir, abbi og langabbi okkara Jakob Oluf Jakobsen vanliga nevndur Mester Fuglafjørður andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, sum vóru í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og øll tykkum, sum á annan hátt vóru um okkum, ein serlig tøkk til tín Anna. Vit takka fyri blómur, kransar og peningagávur til Parkinsonfelagið. Við ynski um einar gleðiligar páskir Birgit, Òla Chr., Súsanna, Njal, Poula, Bogi, Fríði og Jenny Í dag, hósdagin 6. apríl, verður Jóna Rasmussen í Havn 60 ár. Hon hevur nógvu tey seinastu árini luttikið í mentanarlívinum – í tónleiki, sangi og sum listarmálari og serliga grafikari. Foreldrini hjá Jónu vóru Pavla og Jens Guttesen, sum bæði vóru havnarfólk. Tey bygdu úti í Grønlandi, og Jóna vaks upp í Torfinsgøtu. Børnini hjá Pavlu og Jens eru Jóna (1946), Katrin (1947), Gunrið (1950) og Jens Christian (1955). Jóna var ein av ellivu máls­­ligum studentum í Hoy­­dølum í 1966 – átta dreing­­ir og tríggjar gentur. Síðani lærdi hon til laborant á Landssjúkrahúsinum og í Keypmannahavn. Jóna ar­­ beiddi eitt skifti sum lab­or­ antur. Men nógvu tey sein­astu árini hevur tað serliga verið listin, sum hon hevur verið upptikin av. Jóna hevur gjørt skulpturar, teknað og málað við olju. Ser­liga hevur hon fingist við grafikk. Heima við hús hevur hon væl útgjørdan verk­stað, og hon fylgir væl við í nýggju tøknfrøðisligu møguleikunum, sum alla tíð­ina taka seg upp innan grafikkin. Í Myndlist í Føroyum, sum kom út í 2000, sigur Bárður Jákupsson um Jónu, at hon er tann í Føroyum, sum hevur fingist eina mest við grafisku listina og serliga metal grafikkin. Fyri seks árum síðani varð hon í hesi bókini søgd at vera fjølbroytin og leitandi. Hóast Jóna so at siga altíð hevur verið upptikin av list­ini, og hevur teknað og mál­að, so var tað lutfalsliga seint, at hon fór at sýna fram al­ment. Tey seinnu árini hev­ur hon verið rættuliga virkin. Síðani 1990 hevur hon sýnt fram á ólav­søku­ framsýningini og vár­fram­ sýn­ingini, hon hevur havt og verið við í framsýningum í smiðjuni í Lítluvík, Norð­ ur­landahúsinum og í List­ ar­skálanum, har hon í 1999 einsamøll hevði stóra framsýning. Uttanlands hev­ ur Jóna saman við øðrum sýnt fram á fleiri støðum í Keypmannahavn, Helsingør, Hirtshals, í Sønderjyske Kult­urcenter sum var í Vojens, í Kolding, í Arendal, í Baltikum og í Reykjavík. Jóna undirvísir í grafikki í kvøldskúlanum, hon er nevnd­arlimur í LISA, og hon hevur fleiri ferðir verið í upptøkunevndini í sambandi við várframsýningarnar. Jóna giftist í 1970 við Ingolfi Rasmussen úr Søld­ arfirði. Hann er sjó­mað­ur, og í mong ár var hann nógv avhildin trolaraskipari í Grøn­ landi. Í 1971 fluttu Jóna og Ingolf til Pamiut ella Fred­er­iks­ håb, sum tað áður varð nevnt, at búgva, og har vóru tey í eini sjey ár. Síðani hava tey búð í Torfinsgøtu. Ingolf hevur siglt, og at hann umframt at fáa fisk eisini hevur góðar gávur at hugna um sæst bæði uttandura og innandura í snotuliga heimi teirra. Jóna og Ingolf eiga tvey børn. Jens Pauli er føddur í 1971, og Sigrið er fødd í 1975. Jóna er runnin av mus­ ik­alskari rót. Hon hevur altíð spælt upp á guitar og onnur streingjatól. Nógvu tey seinastu árini hevur hon serliga havt tokka til tvørfloytuna, sum hon eis­ini hevur spælt upp á í Før­oya Symfoniorkestri. Hon syngur í sangkórinum í Eb­enezer og í trible trioini. Í morgun var vakur sangur at hoyra uttanfyri hjá Jónu og Inglofi. Tá ið hon fyrstu ferð sá dagsins ljós fyri seksti árum síðani, var stórkavi, og aftur í morgun var foldin hvít. Í kvøld er opið hús í Torfinsgøtu 42. Jóna Rasmussen 60 ár Bina Svartá, Saksun, and­ aðist á Lands­sjúkra­húsinum mikudagin 5. apríl, 93 ára gomul. Jarðarferðin verður kunn­gjørd seinni. Kistan við Dávur Dav­iden, Nes, fer úr kapellinum á Lands­sjúkrahúsinum hós­ dagin kl. 16.00. Jarðarferðin verð­ur úr Fríðrikskirkjuni fríggja­dagin kl. 14.00. Kistan við Jóhan Mørk­ øre, Hósvík, fer úr Lands­ sjúkrahús­kapellinum hós­ dagin 6. apríl, kl. 18.00. Jarð­ ar­­ferðin verður úr Hósvíkar Kirkju fríggja­dagin kl. 14.00. Tey, ið vilja minnast Jóhan, kunna lata Legu­húsinum í Nesvík eina peningagávu; konta í peningastovnunum. Alice Hansen, Rituvík, and­aðist í heiminum miku­ kvøldið 5. apríl, 70 ára gom­ul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Kistan við Hans Jákup Han­sen, Tórshavn, fer úr kapellinum á Lands­sjúkra­ húsinum hósdagin 6. apríl klokkan 20.00. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkjuni fríggjadagin kl. 13.00. Gerda Drangastein, Hald­ars­vík, andaðist á Landssjúkrahúsinum miku­­­dagin 5. apríl, 77 ára gomul. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum fríggjakvøldið kl. 18. Jarða­ ferðin verður úr Hald­ars­ víkar kirkju leygardagin kl. 14.00. Ted Scheiner, maður Astrid í Dalinum, andaðist 28. mars í Dorset í Onglandi, 84 ára gamal. Jarðarferðin verður fríggjadagin kl. 15.00 í Pool Andlát og jarðarferðir