hósdagur 6. apríl 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
60 ÁR
Í morgin verður Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Havn seksti. Í hesum sam-
bandi beyð hann til mót-
tøku í Müllers Pakkhúsi í
Havn í gjár. Og tað var
vorðið sum karmur, um
slíka hátíðarløtu.
Rættuliga
nógv
fólk
høvdu leitað sær út í Lága-
bø í Havn hendan vakra
sólskinsdagin at heiðra
borgarstjóranum. Har vóru
røður, sangur og tónleikur.
Fyrstur at taka orðið var
Sverre Midjord, løgtings-
maður av Tvøroyri. Hann
og Heðin hava kenst leingi,
og hava sitið saman í stjórn
ÍSF’s øll árini - Heðni í góð
25 ár og Sverre í 43 ár.
Sverre Midjord vísti á, at
Heðin Mortensen ikki er
einasta eksportvøra, tey á
Tvøroyri hava útflutt til
Havnar: Hann flutti sum
smádrongur til Havnar at
búgva við foreldrunum.
– Ogur hava eisini givið
tygor sjálvan lúggmann.
Og nú tygor tosa so nogv
um Stórutjørn, so kann je
fortelja tygon, at Jákup á
Dul Jacobsen eisini er av
Tvøroyri - av Tvørábakka,
segði
Sverre
Midjord
skemtandi. (Pápi Jákup á
Dul, Poul Jacobsen, er ætt-
aður av Tvøroyri, red.).
Og sum eitt kuriosum
segði Sverre Midjord eis-
ini, at tey á Tvøroyri eisini
hava eksporterað sjálvan
fólkatingsfor mannin,
Christian Mejdal, sum er
føddur á Tvøroyri, har pápi
hansara var prestur.
Aðrir røðarar vóru eisini,
bæði fólk úr umsitingini á
býráðnum, Óli Holm, for-
maður í Fótbóltssambandi-
num, sonurin Eirikur og
onnur við.
Kim Hansen sat við klav-
erið og gjørdi løtuna hugn-
aliga á tann hátt, men tón-
leikainnsløgini frá Musikk-
skúlanæmingum, frá Dup-
ultkvartettini úr Ebebezer,
manskóri av býráðnum og
Havnarkórinum settu sín
serliga dám á.
Manskórið av býráðnum
sang ein sang, sum yrktur
var til høvi. Hjørdis og
børnini høvud eisini gjørt
ein sang, sum varð sungin
sum felagssangur, og Havn-
arkórið sang ein sang, sum
Suni F. Joensen – sera
dugnalig V4-táttayrkjarin
mikli – hevði yrkt, tann
sangurin sæst her á síðuni.
Fleiri hundrað fólk nutu
høvið at heiðra Heðini
Mortensen.
12
Nr. 69 - 6. apríl 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Lag; Gubba Noa
Eitt er tað ið, vit romantiskt, kalla Lívsins vár.
Nostalgi hjá okkum gomlu, nú ið grána hár.
Snýr tað seg um Heðin
viknar ikki megin
Hóast hann í dag kann runda síni seksti ár.
Hóast vit frá føðing eru næstan sama slag
syngja vit, sum tíðin líður, ikki sama lag.
Tak tildømis Heðin
Stutt sagt, hann er egin.
Tí hann megnar túsund størv ímillum ár og dag.
Summi vilja fegin hava einhvønn nevndarsess,
stríðast fyri hesum til tey næstan fáa stress.
Tað ger ikki Heðin.
Hann er so »besjeðin«,
flytir lættur stól av stóli, uttan nakað press.
Skútan er polittisk, við og uttan føgur orð.
Stavnhaldið sigst vera tað at betra fólksins kor.
Fattur stendur Heðin
mittskips, báðumegin,
fúsur til at røkja bæði bak- og stýriborð.
Tey ið søktu tindarnar, men komu ei uppá,
kendu ikki kuldan, har ið tjúkkur kavi lá,
gjørdust kanska fegin,
um tey sóu Heðin
fáa sinkadusara, polittiskt, frammaná.
Fjøldin er tó samsint, tá ið talan er um hann,
undrast á at fátt er tað ið hesin ikki kann.
Heittu tey á Heðin,
kom hann beinanvegin.
Tað var ikki eiti á teir útvegir hann fann.
Tíðir koma, tíðir fara, jørðin melur enn
Av og á hon fann uppá at fostra megnarmenn.
Okkara er gleðin,
nú vit heiðra Heðin,
borgarstjóra ið væl megnar fleiri størv ísenn.
sfj
Sangur til Heðin
– sum Havnarkórið framførdi á móttøkuni í gjár
– Tað ger ikki Heðin,
hann er so »besjeðin«
Hjørdis og Heðin Mortensen. Í gjár buðu tey til stórfingna móttøku í Müllers Pakkhúsi í Havn í
sambandi við 60 ára dagin hjá Heðini, sum er í morgin, 7. apríl
Myndir: Álvur Haraldsen
Sera nogv fólk nýttu høvið at heiðra borgarstjóran í Havn á seksti ára degnum í Müllers
Pakkhúsi í Havn í gjár
Sverre Midjord og Heðin Mortensen eru og hava verið sera góðir vinir í mong ár. Teir hava sitið
í stjórn ÍSF’s esamn í eina fjórðingsøld