Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 6. apríl 2006 11 Eirikur Lindenskov dregur Føroya Tele enn longur niður í partapolitikk Dimmalætting bar í farnu viku fólki tey tíðindi, at øll, sum vóru áhugað í at keypa Sosialin frá Javn­að­ arflokkinum, ikki fingu somu treytir, tá boð skuldu latast inn. Blaðið segði seg vita frá fleiri áhugaðum keyparum, at tað var sera trupult hjá teimum at fáu fatur á neyð­ ugu upplýsingunum. Og tá teir so endiliga fingu upp­ lýsingar, fingu teir bara eina løtu at umrøða seg í, áðrenn boðið skuldi vera inni. Niðurstøðan hjá tí, sum las greinarnar í Dimmu, kundi illa vera onnur enn, at Javn­ aðarflokkurin hevði gjørt av, at Jan Müller, Eirikur Lindenskov og Co. skuldu hava blaðið. Tað avgerandi fyri søluna var altso ikki bara prísurin. Hesum er einki galið við. Keyparin ger av, hvønn hann selir til. Tað er eisini heilt upplagt, at ein bólkur við Jan Müller og Eiriki Lindenskov á odda fær betri treytir enn aðrir keyp­arar. Fyri tað fyrsta tí at Eirikur og – serliga – Jan hava í stór­an mun skapt Sosialin. Dugnaliga og miðvíst hava teir gjørt blaðið til eina fyri­ tøku, sum er nógvar pengar verd. Tað skuldi verið løgið, sum Javnaðarflokkurin ikki lønti teimum fyri tað. Fyri tað annað eiga Jan og Eirikur eisini sín stóra lut í, at Javnaðarflokkurin hevur so stóra undirtøku, sum hann hevur. At hann hevur havt Sosialin at tala sína søk bæði so og so, hevur givið Javnaðarflokkinum ein veldugan fyrimun. Tað hevði verið heilt merkiligt, um Jan og Eirikur ikki eisini vórðu løntir fyri tað. So far so good. Føroya Tele Tað, sum Dimma skrivaði um søluna, er ikki afturvíst. Og er tað rætt, so seldi Javn­ aðarflokkurin ið hvussu er lutvíst Sosialin til Jan, Eirik og Co. av partapolitiskum orsøkum. Púrasta legitimum partapolitiskum orsøkum, sum eingin kann siga nakað til. Eg havi heldur ikki við einum orði sagt, at nakað var galið við hesum. Men tað merkir altso eis­ ini, at Føroya Tele – almenna Føroya Tele – var við í einum keypi, sum m.a. fór fram av partapolitiskum orsøkum. Og tað er tað – bara tað – sum eg og mong við mær ikki halda vera beint. Tí við hesum verður tann almenna fyritøkan á óhepnan hátt drig­ in inn í partapolitikk. Jan svarar Og eftir at hava lisið Sosialin týsdagin má eg siga, at skaðin er størri, enn eg helt. Tí tað er ikki leiðslan á Føroya Tele, sum svarar upp á mítt lesarabræv, har eg setti spurnartekin við teirra avgerð. Nei, svarið kemur frá blað­stjórunum báðum, Jan og Eiriki. Monnunum, sum eg fleiri ferðir segði einki skeivt at hava gjørt. Annað svarið er odda­ greinin. Henni stendur Jan fyri. Jan vísir á, at fyritøkur uttanlands gera íløgur í bløð, og at bløð kunnu vera kommersielt áhugaverd hjá einum íleggjara, sama, hvør politiski liturin er. “Hví skuldi ein føroysk avís verið øðrvísi?” spyr hann. Jamen góði Jan! Tað er ikki avísin, sum eg havi kritiserað fyri nakað. Munurin er íleggj­ arin. Føroya Tele. Tað er ein almenn fyritøka. Eg vildi at hon var privat, men hon er almenn. Og bleiv ein almenn fyritøka uttanlands rótað inn í partapolitikk á hendan hátt, so hevði tað sanniliga eisini havt kjak við sær. Eg eri eisini vísur í, at Sosial­urin hevði sett spurnar­ tekin við hetta – um tað altso hevði verið onkur annar enn Sosialurin, sum fekk tað al­mennu íløguna... Erikur svarar Eirikur Lindenskov svarar mær í einum lesarabrævi. Hann sigur ikki eitt ein­ asta orð um tað, sum málið snýr seg um. Svarið er parta­ politisk runublaking av tí mest primitiva slagnum. Tað snýr seg um bløðini 14. sep­ tember og Fregnir, sum bæði eru farin á heysin, og sum sam­ bært Eiriki ikki hava goldið all­ar sínar rokn­ing­ar fyri prent­ing. Hetta hevur verið ringt fyri Javnaðarflokkin, sigur hann, tí “um tað ikki var fyri hesar breiðkjaftaðu tjóðveldismenninar o.a., so hevði bankabókin hjá Javn­ að­ar­flokkinum verið nógv tjúkkri”. Altso: Eg skrivaði eina við­ merking um nakað, sum eg helt vera eina skeiva avgerð hjá Føroya Tele. Eirikur Lind­en­skov svarar aftur við ein­um ill­um parta­politisk­um glepsi um, at bæði deyðir og liv­andi tjóð­veldis­menn hava tað á síni sam­vitsku, at Javn­ aðar­flokkurin ikki eigur meiri pengar! Onnur mugu svara fyri tað, Eirikur kastar hesum tjóð­veldismonnum fyri. Eg havi einki havt við tað at gera, og veit einki um tað. Men eg haldi tað vera sera hugvekjandi, at ein grein um eina avgerð hjá Føroya Tele skal hava við sær eitt so primi­tivt, partapolitiskt álop. Hetta prógvar í ólukkumát tað, eg bar ótta fyri: Føroya Tele er ikki bara endað í eini partapolitiskari suppu, men einum partapolitiskum runudíki. Og tað skaðar fyri­ tøkuna almikið. Hvat verður tað næsta? Skal Eirikur Lindenskov verja Javn­aðarflokkin og leggja eftir Sambandsflokkinum, um onkur sambandsmaður dittar sær at siga, at takstirnir hjá Føroya Tele eru ov høg­ ir? Eg eri vísur í, at Andras Róin dugir at síggja trupul­ leikan. Hví skal eg gjalda fyri sumbingin? Nú bíðaðu vit í spenningi eftir at fáa at vita hvussu FaroeJet fór at flúgva og hvussu ferðaseðlaprísurin fór at liggja, og hatta var ikki so galið! Men har er eitt og annað sum er eitt sindur løgið, tá tú hugsar teg um! T.d. verður sagt á heima­síðuni hjá FaroeJet www.faroejet.fo at tann sum ikki drekkur skal ikki gjalda fyri tann sum drekkur! Teir spyrja, hví skal hann tað? Og hetta er sjálvsagt!   Men so fái eg spurt FaroeJet afturímóti, hví skal eg sum búgvi í Sørvági gjalda ferðaseðilin hjá t.d. sumbinginum vestur á Flogvøllin? Sjúrður Skaale Ólavur í Beiti VIÐMERKINGAR Føroya Tele í partapolitiskum runudíki Føroya Arbeiðarafelag skip­aði í 2000 fyri felags­ lívstrygging fyri allar limir felagsins. Hendan lívstryggingar­skip­ an fevndi um: - útgjald við deyða, - útgjald í sambandi við hættisliga sjúku. Lívstryggingarskipanin kom í gildi tann 1. mars 2000. Talan var um eina rættuliga framkomna skipan, sum var tann fyrsta sum dekkaði út­gjald í sambandi við hættis­ liga sjúku. Seinni varð skipanin út­bygd, soleiðis at hon eis­ini fevndi um útgjald í sambandi við hættisliga sjúku hjá børnum hjá limum okkara. Vit arbeiða alsamt við at útbyggja lívstrygg­ing­ ar­skipanina, og frá 1. juli 2002 hevur skipanin eisini fevnt um útgjald av ávísari upphædd, tá limir okkara fylla 67 ár (sokallað lokagjald). Útgjald við 67 ára aldur Tá ein slík nýggj skipan verð­ ur sett í verk, so er neyðugt at áseta ein ávísan dag, har skipanin skal verða galdandi frá. Føroya Arbeiðarafelag valdi at seta skipanina í gildi frá 1. juli 2002, tí tá varð avtalan gjørd við trygg­ ingarfelagið, um at hendan veiting eisini skuldi verða partur av tryggingaravtalu okkara. Uttan mun til nær ein slík skipan kemur í gildi, so er tað altíð onkur sum heldur at hann/hon átti at fingið lut í hesum útgjaldi, tí greitt er, at tann limur sum fylti 67 ár tann 15. juni 2002 heldur at hann átti at komi við undir hesa skipan, men um vit høvdu valt at skipanin skuldi hava virkna afturút frá t.d. 1. januar 2002, so hevði tann limur, sum fylti 67 ár tann 30 desember 2001 við líka góðum rætti kunna víst á, at hann eisini átti at verið fevndur av skipanini. Uttan mun til hvønn skeringsdag felagið velur, so er tað altíð onkur sum hevur kenslu av, at tað er órættvíst, at hann ella hon, sum fyllir 67 ár nakrar dagar frammanundan, ikki eisini er dekkaður av skipanini. Tilber sjálvsagt ikki at seta í verk eina nýggja skipan, sum skal galda t.d. 5 ella 10 ár aftur í tíðina, og tí er neyðugt at áseta ein dag, har ein slík nýggj skipan skal fáa gildi, og uttan mun til hvønn dag felagið velur, so vil altíð onkur halda seg vera við skerdan lut. Øðrvísi kann tað ikki vera. Blaðskriving tykist ikki at skilja millum eftirløn og lívstrygging Eitt av bløðum okkara (Oyggjatíðindi) hevur tann 31. mars 2006 samrøðu við navngivnan persón, har yvirskriftin er “Snýttur fyri FA-eftirløn”. Her tykist bland verða kom­ið hugtøkini, tí per­ són­urin sum hevur vent sær til nevnda blað hevur fingið alla sína eftirløn frá Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags. Ikki er lætt at fáa skil á hvørjar veruligu ábreiðsl­ ur­nar eru hjá blaðnum og tí persóni, sum hevur vent sær til hetta blað, tí hesin persónur fylti 67 ár í desember 2001, t.v.s. áðrenn lívstryggingarskipan okkara varð víðkað til eisini at fevna um útgjald av lokaupphædd við 67 ára aldur. Tann sum hevur vent sær til blaðið tykist ikki rættuliga at hava skilt, at um Føroya Arbeiðarafelag valdi at seta eina nýggja skipan í gildi í 2002, soleiðis at hendan skipan skuldi galda afturút, t.d. soleiðis at persónar, sum fyltu 67 ár innan 1. juli 2001 skulu fáa útgjald, so kundu teir limir, sum fyltu 67 ár innan 1. juli 2000 við líka góðum rætti kravt at fingið lokaupphædd útgoldna. Tað er eisini púrasta mis­ skilt, tá nevndi persónur í sam­røðu við blaðið upp í saman nevnir prosent- gjøldini til eftirlønargrunnin hjá Føroya Arbeiðarafelag, og vísir á at hetta skuldi givið honum rætt at fáa útgoldna lokagjald, tí sum sagt so er nevnda lokagjald ikki partur av eftirlønargrunninum, men hinvegin er hetta ein partur av lívstryggingarskipan okkara. Talan er um tvær sjálvstøðugar skipanir. Føroya Arbeiðarafelag hevur ikki gjørt missmun á limum felagsins Allir limir í Føroya Ar­beið­ arafelag eru dekkaðir av lívstryggingarskipan okkara, og tá talan er um lokagjald, so eru galdandi ávísar treytir fyri hvussu leingi við­komandi skal hava verið limur og hava starvast innan sáttmálaøki okkara. Um vit (og onnur feløg) ikki høvdu krav um limaskap í ávíst áramál tá talan er um útgjald av lokagjaldi, so kundi persónur melda seg sum lim tá hann/hon var t.d. 65 ár, og soleiðis fingið lut í lokagjaldinum, uttan at hesin persónur hevði havt stórvegis samband við privata arbeiðsmarknaðin og tað vildi undirgrivið lívs­ tryggingarskipan okkara. Hetta eru alment galdandi reglur fyri allar limir okkara, og tí verður missmunur ikki gjørdur á limunum, tí allir limir verða viðgjørdir út frá teimum tryggingartreytum, sum galdandi eru. Hvat er endamálið við slíkari blaðskriving? Sama dag sum blaðið (Oyggjatíðindi) var farið til prentingar (hósdagin 30.mars) fingu vit í Føroya Arbeiðarafelag teldubræv frá blaðstjóranum, við fyri­ spurn­ingi um vit høvdu við­merkingar til grein­ina. Vit høvdu sostatt ikki møgu­ leikar at vísa blað­stjóranum á faktuellu skeivleikarnar í blaðgreinini, áðrenn hon fór til prentingar, og tá blaðstjórin ikki tykist hava havt áhuga í at fáa okkara viðmerkingar áðrenn blaðgreinin varð sett í blaðið, so meta vit ikki tað tænir nøkrum endamáli at fara út í blaðkjak um nevnda lokagjald. Vit síggja nú, at sama blað setir spurnartekin við skattligu viðgerðina av út­­gjøld­­un­um frá lívs­trygg­ ingar­skipan okkara. Vit hava varhugan av, hvør upphavsmaðurin er til hesar illgitingar, men vit fara heldur ikki út í nakað blaðkjak um nevndu spurningar, tí felag okkara hevur einki at fjala, tí lívstryggingarskipan okk­ ara er undir sama eftir­liti sum aðrar lívstrygg­ingar­ skipanir. Tórshavn, 6. apríl 2006 Vegna Føroya Arbeiðarafelag Ingeborg Vinther Lívstryggingarskipanin hjá Føroya Arbeiðarafelag