hósdagur 6. apríl 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 69 - 6. apríl 2006
Floksting Tjóðveldisflokksins var sera áhuga
vert á mangan hátt. Meðan Tjóðveldisflokkurin
var í fullveldissamgonguni snaraði hann
til høgru. Flokkurin gekk inn fyri frælsum
marknaðarbúskapi og torført kundu mangan
vera at síggja munin millum Tjóðveldi og
Fólkaflokk. Men nú er so vent í holuni.
Yvirlýsingin frá flokstinginum, sum var
hildið seinasta vikuskiftið er í tveimum. Tann
eini parturin er ein meting av samgongunir
– hin er ein útgreining av flokksins politikki
í framtíðini.
Staðfest verður, at samgongan hevur økt um
stættamunin millum fólk og ækt um munin
millum tey ymsu økini í Føroyum. Tala verður
um væntandi rættartrygd, sosialpolitikk og
funnist verður at hesum, at einki verður gjørt
fyri at minka um stættamunin í Føroyum.
Meðan samgongan soleiðis fær toyggið hevur
Tjóðveldisflokkurin bert rós til vinnulív og
mentan, ið megna at skapa virðisøking, hóast
trongar larmar. Eisini sjálvstýrispolitikkurin
hjá samgonguni fær harðan dóm.
Yvirlýsingin er ein heilt greið snaring til
vinstru. Snaringin er so mikið st´ro, at vit
skulu heilt aftur til flokksins barndóm fyri at
finna nakað sum líkist. Í byrjanini var Tjóð
veldisflokkurin so vinstravendur, at tær borgar
ligu Føroyar ræddust hann sum hin versta.
Retorikkurin var heldur ikki til at mistaka
seg av. Har varð tala um stættastríð og um
at fiskimenn og verkafólk skuldu einsamøll
eiga vinnutólini, har varð dundrað móti imper
ialsimu og fascismu. Flokkurin var eisini
virkin innan samvinnufeløg fiskimanna og
sum heild ein vinstrahallur flokkur. Men so
við og við broyttist henda kós og varð hon
mestum heilt slept undir tí sokallaða sjálv
stýrisslandstýrinum. Men nú er so vend komin
í og vøtnini skiljast í føroyskum politikki.
Javnaðarflokkurin hevur lýst stættatsríðið
av at vera – Tjóðveldisflokkurin hevur sent
teimum ráðandi stættunum krígsavbjóðing.
Nú verður spennandi at síggja, hvussu leikur
fer og hvønn dóm veljarin fer at fella. Eitt er
vist: einki demokratiskt samfelag kann vera
fyri uttan minst ein vinstarflokk.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vinstrasnaring
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Á sumri 2003 vóru vit nøk
ur fólk á Kambsdali sum
skrivliga mótmæltu eini ætlan
at gera eitt ítróttarvøll 5-10
metrar frá húsum okkara. Vit
vístu í skrivi á, at kommunan
ikki hevði rætt at gera slíkan
vøll á økinum, tí tað var í
móti byggisamtyktini. Hóast
Tekniska nevnd við Dánjali
Vang, Jón N. Olsen og Jan
Toftegaard, greiðliga fekk
at vita frá Innlendismálaráð
unum (9. mars 2005), at teir
ikki mugu seta nakra útgerð
upp, lata teir sum luft og halda
fram við arbeiðnum. Hóast
eg fleiri ferðir hava skriva til
Teknisku nevnd og eisini til
allar kommunustýrislimirnar
– Sigurd Simonsen, Dánjal
Vang, Petur Abrahamsen,
Jón N. Olsen, Tórfríð Abra
hamsen, Jan Toftegaard,
Eyðun á Lakjuni, Signar á
Brúnni og Elisabeth Olsen
–, og víst teimum á, at teir
gera ímóti byggisamtyktini,
lata teir ikki um vón. Ikki ein
einasti teirra svaraði aftur.
Vit sum búgva í kommununi
vita, at her fara so nógv løg
in mál fram (onkur kallar tað
rossahandlar), har kommunu
stýrislimirnir geva hvørjum
øðrum serrættindi, at eingin
teirra kann/vil mótmæla
uppskoti, ið onkur teirra
setur fram. ”Eg eitt parker
ingspláss framman fyri
húsini (og einki hús) og tú
ein veg”. Soleiðis arbeiða
okkara kæru fólkavaldu,
annars mátti, um ikki ann
að, ein teirra støðga lógar
brótingini. Er tað nakað at
siga til, at hinar bygdirnar
í grannalagnum ikki vilja
tosa um samanlegging við
Fuglafjarðar kommunu.
At vit enn mótmæla,
kemur ikki av, at vit ikki
ynskja ítróttarvøll. Nei, als
ikki, men einans ikki so
tætt við húsini. Dalurin er
stórur, har eru fleiri 1000
ferðmetrar á byggja á, m.a.
við ítróttarhøllina. Tað økið
er lagt av til endamálið.
Innlendismálaráðið veit
sera væl av, at kommunan
ikki fylgir niðurstøðuni, men
tey ikki stundir at gera nakað
við málið, tí arbeiðsbyrðan
er ov stór.
Ætlaði ikki at skriva les
arabrævið, men metti hetta
var einasti máti at varpa ljós
á málið.
Nú eru nakrir dagar farnir
síðani formannsvali var, eg
persónliga vil hervið leggja
lok á málið.
Tað standa tó nakrir spurn
ingar ósvaraðir og sum nok
heldur aldrin verða svaraðir.
Eina umbering skal eg tó
bera Jaspuri Vang, hann
veit nokk sjálvur hvat hon
inniber. Man eigur aldrin
at verða so sjálv glaður, at
man ikki kann biðja um
umbering.
Tað hevur verði nógv sagt og
skriva, um undirskriftir sum
Suðuroyar Sambandsfelag
skal hava haft umhendi, tað
er satt, men eftir eg havi
skriva hesu grein verða tær
burturbeindar, so tey sum
stulaðu, ikki skullu verða
hongd út fyri hetta seinni.
Sambandsflokkurin fyllir
100 ár í ár, men hvat fyri
leiklut flokkurin kemur at
hava í framtíðini, dugi eg
ikki at siga. Tað einasta eg
veit er, at eitt stórt arbeiði
skal gerðast fyri at bøta um
skaðan sum er gjørdur tey
seinastu 2 árini.
Mínir dagar eru nokk taldir
sum formaður í Suðuryoar
Sambandsfelag, tó skal tað
viðmerkjast, at áheitanir eru
komnar um at halda áframm.
Fólk halda tað verða gott við
fólki sum hava eina mein
ing. Vit fáa at síggja hvat
hendir, tað eru mangir leikir
í longum talvi.
Formaðurin í Suðuroyar
Sambandsfelag skal ikki
liggja í buktini fyri menning
ini av sambandsflokkinum
í suðuroynni. Tað eru
nokk nógv fólk sum vóna
at eg leggji frá mær, bæði
norðanfjørs og í suðuroynni,
men er tað rætt av mær at
leggja áranar inn so tíðliga.
Skullu tit/eg gloyma og halda
áfram við sambandshjarta.
Hetta er ein spurningur sum
eg fari at umhugsa.
Eg vóni at vit tóku feil
viðvíkandi Kaj Leo Johanne
sen. Er tað so, at Kaj Leo
er maðurin sum skal bera
flokkin fram, so ynski eg hon
góða ednu og veiti stuðul.
Er Suðuroyggin nøgd við
tað sum er fari av valskeið
inum, hava vit fingið nóg
stóran bita av køkuni, ella
skullu vit bara gleðast um
tað sum hendur norðanfjørs.
Ella skulu vit gleðast um poli
tikkurin sum eina heild.
Eitt skal tó sigast aftrat og
tað er, um eg haldi fram so
skal okkurt meira nágreini
ligt henda.Her eru fólk í
oynni og kring landi sum
royna ymiskar møguleikar,
men tað steðgar upp, tá
umsóknirnar fara inn um al
mennan durakarm.
Eitt sum sambandsflokk
urin eigur at gera ella má
gera, er at koma við eini
umbering til uttanflokka
tingmannin. Tað kann ikki
verða rætt, bara lata sum
um einki er hent viðvíkandi
landstýrisessinum hjá hon
um. Tí, skulu vit øll klandr
ast víðari, so verður tað bara
onkur annar sum stendur
sum svarti Per næstuferð.
Til Føroya
Løgting
Á aðalfundi í Urguleik
arafelagnum hin 25. mars
2006 var samtykt at heita
á Føroya Løgting um at
atkvøða fyri uppskoti
Tjóðveldisfloksins um
størri játtan til Føroya
Musikkskúla, soleiðis
at musikkskúlin eisini
kann fáa ráð til at seta
ein urgulærara í starv.
Hesin kann síðan menna
tey, sum í dag spæla í
kirkjum og samkomum,
samstundis sum at ungt
fólk verður lært upp.
Havandi í huga, at tað
tekur nógv ár at útbúgva
ein urguleikara og er
kostnaðarmikið fyri tann
lesandi, má ikki drálast
við hesum.
Kjartan
Madsen
formaður í Urgu
leikarafelagnum
Jens Mortan
Mortensen
Fuglafjarðar kommuna
Sambandsflokkurin 100 ár ella?
Formaður S.
Sambandsfelag
Jan
Haldansen