hósdagur 6. apríl 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 6. apríl 2006
Árna
fjarðar
skúli
1904
Fyrstu ferð, vit síggja
nakað
skrivligt
um
skúlabygging í Árnafirði,
er í fundarbókini hjá
sóknarstýrinum, har tað
stendur:
“Aar 1903, den 4de Juli
afmaalte undertegnede
Medlemmer af Sogne
kommissionen et Grund
stykke, hvorpaa agtes
opført en skolebygning
i Arnefjord 14 alen lang
10 alen bred udvendig
maal. Joen Joensen og
M. Mikkelsen”.
10. juli 1903 sendir
Clement Olsen, sýslu
maður eitt skriv til løg
tingið, har hann sigur,
at tað leingi hevur
verið øllum greitt, at
Árnafjarðar bygd treingir
til at fáa núytt høli at
halda skúla í.
Tær st ovur, ið higartil
hava verið leigaðar frá
fólki í bygdini, eru ikki
hóskandi til tað skjótt
vaksandi
barnatalið.
Einki høli er í bygdini,
sum ikki verður brúkt til
sovikamar, og rúmini eru
eisini so smá, at ikki er
nóg mikið av sitiplássi til
tey 23 børnini í skúlaaldri,
sum eru í bygdini; serliga
ringt er at fáa pláss til
skrivingina.
Forstandarskapið hev
ur tí viðtikið at senda
umsókn til løgtingið frá
Vágs sóknar kommunu
um at fáa 1400 krónur í
studningi til at byggja eina
skúlastovu í Árnafirði
fyri. Hon skal vera 12
alin long og 10 alin breið,
bygd úr gróti og innan
klødd við timbri.
Í 1904 verður skúlin
tikin í nýtslu.
Kelda: Árnafjarðar skúli 100 ár
Teir tríggir næming
arnir eru saman í
skúlanum og somu
leiðis eftir skúlatíð
Skúli
Rannvá Næs Guttesen og
Lilja Holm Mortensen
praktikantar
Árnafjørður: Dansktbøk
urnar Søren og Mette lógu
opnar á borðinum, tá vit
komu og órógvaðu tríggjar
lítlar, fittar dreingir, ið vóru
í tíma. Teir høvdu júst lisið
føroyskt, og vóru nú í ferð
við at lesa danskt.
Í flokkinum er ein drongur,
ið gongur í 2. flokki, og tveir,
ið ganga í 3. flokki, men tó
eru teir allir í somu stovu.
Vit fingu okkum eitt prát
við teir báðir Jógvan Símun
arson Joensen og Poul Ask
ham Olsen úr 3. flokki.
Teimum dáma sera væl at
ganga í skúla, tí at teir bert
eru tríggir næmingar og allir
eru sera góðir vinmenn. Teir
høvdu tó einki havt ímóti at
verðið fleiri. Lærarin Char
lotta er eisini sera fitt.
Teir eru í skúla frá klokkan
10.05 til klokkan 12.40, og
matarsteðgur er klokkan
12.00.
Tað sum teimum dáma
best at gera í skúlanum er
at íðka fimleik, tí teimum
dáma væl at sparka, og tað
fáa teir høvi til at gera har.
Ítróttartímarnir fara fram í
Klaksvík, og eru skiftandi
millum fimleik og svimjing.
Tá teir hava ítrótt eru teir
saman við 3. flokkunum í
skúlanum við Ósánna.
Tøving
Í fríkorterinum eru teir ofta
úti í tí lítla skúlagarðinum
og sparka bólt. Eisini dáma
teimum væl at spæla teldu
spøl, og teimum dáma eisini
væl at spæla ymisk spøl, sum
Ludo og Kalaha. Til tíðir
hyggja teir eisini í sjónvarp,
men tað er ikki ofta, at teir
fáa høvi til tað.
Í síðstuni hava teir saman
við hinum dronginum og lær
aranum nálatøvt. Teir hava tøvt
myndir av kvæðnum Øsku
dólgur og Sópingarkona. Hetta
dámdi teimum sera væl.
Teir eru teir einastu dreing
irnir í bygdini, ið eru á
umleið sama aldur, og av tí
grund eru teir oftani saman.
Í frítíðini eru teir, tá veðrið
er til vildar, onkuntíð úti og
fiska. Teir spæla eisini nógv
bólt, og allir droyma um at
spæla við KÍ eftir summ
arferiuna.
Eftir samrøðuna, fór
drongurin Leivur, ið gongur
í 2. flokki, oman til handilin
hjá Niklasi og keypti okkum
kaffi og smákøkur.
Vit høvdu eitt sera áhuga
vert prát við lærarinnuna
Charlottu Thorsteinsson, og
vit kunnu siga, at dreingirnir
hava eina ógvuliga fitta lær
arinnu.
Eftir prátið og kaffimunnin
við Charlottu var eitt sindur
av restum eftir av køkunum,
og tað bjóðaði Charlotta
dreingjunum.
Hetta dámdi teimum væl
og køkurnar smakkaðu óføra
væl.
Eru altíð saman
Ein næmingur í starvsvenjing hevur
samrøðu við ein skúlanæming í Árnafirði
– Leivur svarar fegin spurningum hennara
Teir báðir Poul og Jógvan ganga í 3. flokki og hava dansktbøkurnar liggjandi á borðinum
og vælhildnan skúla hjá børnunum í
kk
Leivur í Buð
Justinussen er 8 ár
og gongur í 2. flokki.
Honum dámar væl at
ganga í skúla.
- Vit skriva fyrisøgn,
lesa og rokna, sigur
hann. Eisini gera tey
ymiskt ítriv, sum
t.d. tøving, byggja
gróthús og mangt
annað
Skúli
Elin Neshamar, praktikantur
Fimleikartímarnar hava
dreingirnir í Árnafirði saman
við 2. flokki í skúlanum
við Ósánna í Klaksvík. Nú
kennir Leivur eisini nógvar
dreingir í Klaksvík, sum eru
um sama aldur sum hann.
Tá ið vit møttu upp í skúl
anum í Árnafirði, sparkaðu
teir tríggir árnfirðingarnir
fótbólt úti í túninum, meðan
teir bíðaðu eftir Charlottu,
læraranum, sum eisini und
irvísir í Klaksvík.
Leivur greiðir frá at teim
um dáma væl at sparka
fótbólt, og eisini hava teir
plakatir av kendum fót
bóltsleikarum hangandi
inni í skúlastovuni. Annars
hugna teir sær við nógvum
ymiskum til dagligt. Teir hava
eina fína teldu standandi inni
í skúlastovuni, og spæla teir
ofta teldu í fríkorterunum.
Leivur gongur í 2. flokki,
so hann hevur ikki danskt
enn, so tá ið Jógvan og Poul
lesa danskt, so lesur hann
føroyskt.
– Men tá ið vit skriva
fyrisøgn, skriva vit allir tað
sama, sigur Leivur.
Annars er sera hugnaligt
inni í skúlastovuni. Sum í
øðrum skúlastovum hava
teir ymiskt pynt, ið teir
sjálvir hava gjørt. Teir hava
nógvar plakatir, og góða
útgerð, m.a. hava teir eisini
sjónvarp, video og dvd.
– Tað er serliga tá ið onkur
hevur føðingardag, at vit
hyggja eftir filmi, greiðir
Leivur frá, og leggur afturat,
at teir eisini av og á hyggja
eftir onkrum nýggjum filmi,
sum júst er útkomin.
Leivur, Jógvan og Poul
eru í skúla hvønn dag frá kl.
10:05 til 13:10, og fríggjadag
eru teir í Klaksvík, og hava
fimleik saman við 2. flokki í
Skúlanum við Ósánna.
– Deiligt at ganga í skúla