fríggjadagur 7. apríl 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 7. apríl 2006
5
Í morgunsendingini
í Útvarpi Føroya í
morgun almanna
kunngjørdi Summar
Festivalurin, at sang
arin og sangskrivarin
handan størstu hittini
hjá Supertramp,
Roger Hodgson
verður eitt av høvuðs
nøvnunum á ársins
festivali
Festival summar
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Supertramp var síðst í
70’unum og fyrst í 80’unum
sera vælumtóktur bólkur
millum tannáringar í Før
oyum. Nú næstan 30 ár
seinni sleppa føroyingar
endiliga at uppliva ein bita,
av Supertrampinum, hetta
hendir tá Summar Festi
valinum bjóðar eyðkendu
sangrøddina hjá Roger
Hodgson á pallin. Røddin
hevur ljómað úr Útvarp
Føroya og nógvum túsund
øðrum
útvarpsstøðum
kring allan heim nógvar
milliónir ferðir seinastu 30
árini, á Supertramp løgum
sum Logical Song, Give a
Little Bit, Dreamer, Take the
Long Way Home, Breakfast
in America, School og It’s
Raining Again.
Góð ummæli
Roger Hodgson kemur í
august við bólki sínum
til Klaksvíkar at geva
klaksvíkingum og gestum
teirra eina framúrskarandi
tónleikauppliving,
um
ummælini uttan úr heimi
eru eftirfarandi. Tað skilst
eisini, at tað er Supertramp
tónleikurin, ið eigur størsta
partin av hansara spæliskrá.
Hetta hóast hann sum ein
staklingur hevur givið hópin
av fløgum út, síðan hann
fyri 23 árum síðan fór úr
Supertramp.
Gav eitt sindur
Hodgson gav í 2000 fløg
una “Open the Door” út,.
Henda fløgan varð sera
væl móttikin, best gekk í
Sveits, har hon lá ovast á
sølulistanum í tríggjar vikur.
Síðan hetta er eingin heil
fløga komin út, men Roger
Hodgson gjørdi aftur í 2004
vart við seg, tá hann gav
gamla Supertramp sangin
Give a Little Bit til tey, ið
vóru rakt av risaflóðalduni í
fjareystri.. Hetta lag gjørdist
sera nógv spælt serliga í
USA.
Betri enn nakrantíð
Roger hevur livað eitt frið
arligt og hampiligt lív
seinastu 23 árini. Hann er
givin at drekka og heldur
seg kropsliga væl fyri.
Hetta hoyrist eisini aftur
á sanginum, røddin ljóðar
betri enn nakrantíð áður,
skriva ummælararnir mill
um annað. Børnini eru nú
vaksin, konan og hann eru
farin frá hvør øðrum, so nú
verður mesta orkan nýtt til
konsertferðir kring allan
heim.
Var við til at stovna
Supertramp
Roger Hodgson stovnaði
Super Tramp saman við
vinmanninum Rick Davies
í 1969, upprunaliga spældi
hann bass, men skifti í 1971
bassin út við gittaran.
Í 1974 fekk bólkurin
sítt stóra gjøgnumbrot við
lagnum hjá Roger Hodgson
“Dreamer”, ið var við til
lyfta plátuna “Crime of the
Century” ovast á bretska
sølulistan. Bólkurin var ein
tann best umtókti bólkurin
í Evropa í seinnu helvt av
sjeyti árunum.
50.000.000
seldar plátur
Í 1979 kom plátan Breakfast
in America út. Hon lá ovast í
hittlistunum alt árið og telist
millum best seldu fløgur
nakrantíð. Henda pláta er
ein tann størsta orsøkin til, at
Supertramp samanlagt hevur
selt 50 milliónir fløgur.
Heim til børnini
Eftir 14 ár sum ein av odda
monnunum í Supertramp og
sangskrivari aftan fyri størstu
hittini hjá Supertramp, takk
aði Roger Hodgson í 1983
fyri seg.
Hann vígdi lív sítt til
familjuna. Hann vildi vera
heima hjá børnunum, meðan
tey vóru smá, ístaðin fyri at
ferðast kring allan heim á
risa konsertferðunum hjá
Supertramp. Soleiðis mátti
ein av heimsins best umtóktu
bólkum lúta fyri friðarliga
familjulívinum.
Bygdi upptøkuhøli
Roger Hodgson bygdi sær
upptøkuhøli í húsunum í
Kalifornia. Her kundi hann
arbeiða við tónleiki, meðan
hann hevði børnini tætt hjá
sær. Fyrsta úrslitið av hesum
arbeiði var plátan “In the
Eye of the Storm”, ið kom
út í 1984 og varð seld í 2
milliónum eintøkum.
Hesi árini síðan 1984 hev
ur Hodgson alla tíðina fing
ist við tónleik sum einstak
lingur, saman við bólkinum
Yes, saman við soninum
Andrew og við fólki sum
Andrea Bocelli, Brian Ferry
og Al Jarreau. Hetta hevur
havt fleiri fløguútgávir og
nógvar konsertferðir við sær.
Ljóðar av Supertramp
Supertramp helt somuleiðis
fram við Rick Davies á
odda, men bólkurin megnaði
ongantíð at endurvinna pláss
ið, sum ein av heimsins best
umtóktu bólkum, bólkurin
er ikki virkin í løtuni. Síðstu
konsertirnar hjá teimum vóru
hildnar í 2002, men sambært
ummælarum ljóðar Roger
Hodgson solo munandi
meira sum Supertramp
enn Supertramp ger. Hetta
orsakað av eyðkendu røddini,
ið vit kenna úr best umtóktu
løgunum hjá bólkinum.
Restorff og
Vífilfell klár
vi øldósum
Føroyska Restorff
og Vífilfell í Íslandi
eru bryggjarí og eru
farin í samstarv.
Fyrsta úrslitið er,
at tey eru klár at
senda fyrstu før
oysku øldósirnar
á marknaðin, tá
lógin loyvir hes
um. Og stjórin í
Restorff ivast ikke
í, at lógarbroyting
kemur
Øl
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Bryggjaríini Restorff og
Vífilfell hava framleitt
fyrstu føroysku øldósirnar.
Bryggjaríini hava gjort
samstarvsavtalu og hetta
er fyrsta úrslitið. Sostatt
eru bryggjaríini klár, tá
ætlaða lógarbroytingin,
ið m.a. loyvir eingangs
dósum, kemur í gildi.
Stjórin í Restorff, Johan
Mortensen, ivast ikki í, at
broytingin kemur.
– Broytingin kemur
óivað, og vit eru klárir vi
dósini, og bíða bara, til
broytingin verður sett í
gildi, sigur hann.
Hann fegnast um sam
starvið við Vífilfell, ið er
størsta fyritøka av sínum
slag í Íslandi.
Vífilfell framleiðir t.d.
Coca Cola og Fanta og
eisini Carlsberg á licens.
Og tað er eisini Vífilfell,
ið framleiðir Svali, sum
føroyingar kenna væl.
Sum nakað av tí sein
asta, so er Vífilfell eisini
høvuðsstuðul hjá Jóan
søkufestivalinum í ár.
Johan Mortensen á
Restorff fegnast um sam
starvið, ið hann sigur
gevur stórar møguleikar
fyri báðar partar, tí til ber
at marknaðarføra saman
og at framleiða hvør hjá
øðrum, eins og talan er
um øktan marknað.
Føroyska øldósin er klár.
Restorff og Vífilfell hava
framleitt
Mynd: Jens Kristian Vang
Summar Festivalurin
hevur í Roger
Hodgson fingið eitt
tað tónleikanavnið, ið
fyriskiparin, Steintór
Rasmussen allar helst
vil sleppa at hoyra.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
“Hetta er triðja árið, at eg
skipi fyri Summar Festivali
num, og hesaferð føli eg, at
eg havi fingið ein ordiligan
gloypibita” sigur Steintór
Rasmussen um, at stóri
festivalurin í Klaksvík hevur
tryggjað sær fyrrverandi Sup
ertramparan Roger Hodgson
á ársins festival.
Steintór minnist Super
tramp, sum ein av teimum
bólkunum, ið hann dámdi
allar best í 80’unum. “Teir
vóru øgiliga stórir í Føroyum
tá, og hóast man ikki hevur
hoyrt so nógv til Supertramp
seinnu árini. so eiga teir eitt
stórt pláss í hjørtunum á
fólki, ið eru á mínum aldri,
eitt sindur yngri og eitt sind
ur eldri”, heldur hann fram.
“Roger Hodgson var
eitt slag av multigeniið í
bólkinum, hansara rødd er
ein so stórur partur av teirra
ljóði, so vit føla, at hetta
er, sum at fáa upprunaliga
Supertramp at spæla. Hetta
gleða vit okkum til.”
Steintór sigur somuleiðis,
at av tí, at Supertramp er ein
so kendur bólkur í Føroyum,
hevur festivalurin í rúma tíð,
ætla sær at fingið Roger
Hodgson henda vegin. Tá
tey endiliga her fyri settu
seg í samband við Hodgson,
vísti hann seg at vera sera
sympatiskur, og tí bar til, at
fáa Føroyaferðina í lag.
Hodgson er á konsertferð
í Evropa í juli og avgust, so
Summar Festivalurin passaði
væl inn í skránna.
Ikki bert fyri
tey gomlu
Higartil hevur Summar
Festivalurin bert avdúkað
The Rasmus fyri yngra
fólki, meðan tvey stór
útlendskt nøvn Shu-Bi-
Dua og Roger Hodgson
eru avdúkaði til teir eldru
áskoðararnar, men Steintór
sigur, at hetta ikki skal
síggjast, sum um festivalurin
ætlar sær at forsøma yngru
áskoðararnar.
Hann sigur, at enn eru
fleiri útlendsk nøvn, ið ikki
eru avdúkaði og so eisini
øll tey føroysku. Umframt
okkurt fyri tey heilt yngstu.
Mr. Supertramp
á Summar
Festivalinum
Roger Hodgson er ein ordans gloypibiti
Roger Hodgson