Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 70 - 7. apríl 2006 Føroya Symfoni­ orkestur hevur konsertir 6. og 7. mai í Fríðrikskirkjuni og í Norður­landa­ húsinum KONSERT 27. januar í ár vóru liðin 250 ár síðani ivaleyst størsta musikalska flogvitið nakrantíð, Wolfgang Ama­ deus Mozart, var borið í heim. Í hesum sambandi fer Før­oya Symfoniorkestur at hava stórfingna kon­sert í Fríðrikskirkjuni leygar­ dagin 6. og sunnudagin 7. mai í Norðurlandahúsinum við seinasta verki Mozarts: REQUIEM (K.V. 626) og einari av hansara kendastu klaverkonsertum (K.V. 466) á skránni. Solistar: Sopran: Bergljót Poulsen Alt: Elsa Súsanna Dalsgarð Tenor: Eyðálvur Eyðálvs­ son Bass: Ágúst Ólvsson Klaver: Jóhannes Andreasen Dirigentur: Bernhard Wilkinson Requiem í d. moll K.V 626 Requiem í d-moll eftir W. A. Mozart er seinasta verkið úr hansara hond. Hann náddi ikki at fullføra tað, áðrenn hann doyði, so tað gjørdist næmingur hans­ara, Franz Süssmeyer, sum legði seinastu hond á verkið. Süssmeyer hevur sjálvur skrivað nøkur verk, men hóast hesi ikki siga frá serligum íblástri, so hevur tað eydnast honum á virðiligan hátt at fullføra verk Mozarts. Klaverkonsert nr. 20 í d-moll (Köchel Verzeichnis 466) Av øllum klaverkon­sert­ un­um hjá Mozart, so er hend­an í d-moll tann, sum mest boðar frá tí komandi romantiska tónleikinum. Tað døkka, eggjandi og ógvusliga tónamálið kann fáa ein at hugsa um Beethoven og Schumann. Tí var tað kanska, at fólk í 19. øld dámdu so væl hesa konsertina, so at í eitt tíðar­skeið varð næstan bert henda at hoyra á kon­ sertum. Hetta var jú tann tíðin, tá romantikkurin var í hásæti. PS Gjøllari umtala av verkunum kemur seinni. Føroya Symfoniorkestur fagnar Mozart Asfalt sær út til at gerast eitt óvan­liga spenn­andi og fjøl­ broytt tónleikatiltak, dagurin í gjár lýsti hetta stóra fjøl­ broytni, tá tveir av bestu nýggju bólk­ un­um í Føroyum vórðu avdúkaðir. Petur Pólson og Lama Sea standa sum markantastu umboðini fyri hvørt sítt rák í føroyskum tónleiki Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað hevur í fleiri ár verið tosa um tvey ymisk rák í før­ oyskum rokktónleiki, tann sorgblíði heldur tungi rokk­ urin úr Eysturoynni og tann glaði og festligi rokkurin úr høvuðsstaðarøkinum. Tað myrka og tað ljósa. Hetta er ein heldur yvirdrivin al­gild­ ing, men ikki heilt burturvið alíkavæl. Bólkar, nøkur av størstu nøvnunum, ið umboða og hava umboða Eysturoyar rákið eru Clickhaze, Gestir og Petur Pólson, meðan bólk­ar sum Lama Sea, Páll Finnur Páll og 200 umboða havnarrákið. Í gjár avdúkaði asfalt, at júst Petur Pólson og Lama Sea spæla á tiltakinum í Tórs­ gøtu í summar. Lívsglaðu Lama Sea Lama Sea er ivaleyst Før­ oya glaðasti bólkur, allur bólkurin strálar av lívs- og spæligleði á pallinum, ein gleði, ið smittar øll, sum hoyra, síggja og kenna hana. Lama Sea hevur gjørt vart við seg, við fangandi løgum sum “Some Balance”, “Every­thing I Touch Turns Into Gold”, “He Kicked My Ass” og “Woody Allen”. Hesi løg eru altíð við til at gera konsertupplivingarnar góðar. Bólkurin hevur nøkur ár á baki, og luttók millum annað á undirgrundsfløguni Ampaljóð. Men Lama Sea fekk sítt veruliga gjøg­ numbrot, tá bólk­urin spældi seg í Prix Før­oyar semi­­­final­ una í fjør. Lama Sea spældi síðan á MjúS, G! og Ólav­ søku­konsertini, umframt nógv­um øðrum til­tøkum. Í vetur gjørdist Lama Sea nummar tvey í Global Battle Of The Bands og spældi á Nýggjárskonsertini. Harumframt hevur Sjón­ varpið sent konsert við bólk­ in­um í Meiarínum allan vetur. Lama Sea var bæði í upp­ skoti til planetina fyri besta bólk og besta nýggja bólk ella einstakling. Sangarin í bólkinum Janus Rasmussen var í uppskotið til planetina sum besti sangari. Sorgblíði Petur Petur Pólson hevur útgivið eina frálíka útgávu, sum er merkt av myrkum og køld­um sinnalagi. Fløgan er meist­ara­ liga framleidd, og eitt must hjá teimum, ið eru áhugað í føroyskum rokktónleiki, skrivaði ummælarin í Sosial­ inum millum annað um fløg­una ”Koma” hjá Peturi Pólsyni. Petur Pólson hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í nógv ár í bólkum sum Visible Fish og Clickhaze. Petur var í 1999 oddamaður í tveimum bólkum í Prix Føroyar finaluni, og í 2001 vann hann Prix Føroyar við Clickhaze. Í fjør var Petur á fyrsta sinni at hoyra solo. Hetta hevur, sambært Peturi sjálvum, givið honum nógv leysari teymar til at gera tað, sum hann hevur hug til. Við sær í bólkinum hevur Petur royndar og dugnaligar tónleikarar, ið saman við Peturi skapa eina myrka og vakra ljóðmynd. Petur vann M.A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bók­ mentir í 1997. Fløgan hjá Peturi “Koma” var í uppskoti sum besta fløga bæði hjá Dimmalætting og á Planet Awards og Petur var sjálvur eins og Lama Sea í uppskoti til planetina fyri besta nýggja bólk ella einstakling. Hetta er stutt sagt ein listarmaður, ið einki hevur at prógva. Fjølbroytt asfalt Við hesum nøvnum hevur asfalt tryggjað sær tvey av markantastu nøvnunum inn­ an tvey av sterkastu rákun­ um innan føroyskan tónleik. Vitjað asfalt og les um øll tey føroysku tónleikanøvnini, ið longu eru avdúkaði á heima­ síðuni www.asfalt.fo Ein sorgblíður klikkheysur og ein ovfarakát lama á asfalt Hósdagin tann 6. apríl vóru vit uppi á býarbókasavninum í miðbýnum í Havn. Í mong ár hevur býarbókasavnið skipað fyri ymiskum klippitiltøkum fyri børn undir skúla­ aldur, og hesa ferð er tað páskaklipping Páskir Rannvá Næs Guttesen/ Lilja Holm Mortensen Praktikantar Býarbókasavnið hevur hvørt ár ymisk tiltøk fyri børn, har tey smáu hava høvi til at klippa. Hetta hava tey gjørt í nógv ár. Á jólum klippa tey jólapynt, á føstulávint klippa tey føstulávintspynt, og nú beint upp undir páskir klippa børnini páskapynt. Hetta dámar børnunum heilt væl, sigur bókavørðurin Malan. Páskalippingin hósdagin var bert fyri børn undir skúla­ aldur. Tað koma eini 20 til 30 børn at klippa. – Vit hava markerað tað niður til børn undir skúla­ aldur, tí um tað høvdu kom­ið eini 50 børn hevði tað verið ov ringt at hildið skil á teimum, og hølini eru ikki nóg stór til tess, sigur bókavørðurin Malan. Hetta er ikki bert fyri stovn­ar, men eisini foreldur við børnum. Alt tilfarið, ið børnini nýta, sum t. d. papp, lím og farv­ur, fáa tey útfíggjað frá bókasavninum. Børnini klippa páskaharur, páskaregg og ymiskt annað, sum hevur okkurt páskapreg. Summi børn lesa eisini barnabøkur, og tey sleppa eisini at fáa eina bók heim við um tey vilja. Vit her á bókasavninum vilja vísa børnunum, at eitt bókasavn er meira enn bert bøkur. Vit vilja venja tey við at vera her á staðnum, og vónandi minnast tey, tá tey blíva eldri, at her eisini eru bøkur, sigur Malan. Børnini hugna sær óført, og alt tað, ið tey klippa, fáa tey heim við. Eisini fáa tey eina sjokolátapáskaharu heim við sær. Sólvá dámar væl at klippa Vit høvdu eitt lítið prát við eina fitta, lítla gentu, ið eitur Sólvá. Sólvá dámar væl at vera á bókasavninum og klippa. Sólvá litaði eitt lilla páskar­ egg, sum hon sjálv hevði klippt. Tað var sera vakurt. Sólvá gleðir seg nógv til páskafrítíðina, og hon hevur pyntað nógv páskapynt heima við hús. Hon var ikki vís í, hvat hon ætlaði at gera í páskafrítíðini, men at rulla páskaregg, tað fór hon. Vit spurdu hana eisini, um hon hevði keypt nógv páskaregg, og hon svaraði so fitt. – Nei ikki enn, men mamma fer at keypa. Páskaklipp fyri børn Børnini hugna sær óført á bókasavninum, har tey hava klipt páskaprýði. Lítla Sólvá, sitandi við bakinum til, litar eitt páskaregg