Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 7. apríl 2006  Heilt skjótt verður arbeiðið at gera grundstykkið byggibúgvið, boðið út og í summar skal sjálv byggingin byrjað Skúladepil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Arbeiðið at fyrireika bygg­ing­ ina av nýggja skúladepilin í Hovi gongur væl og fyrsta dagin verður fyrsti partur av arbeiðnum boðin út. Eyðbjørn Poulsen á Menta­ málaráðnum, sigur, at nú eru næstan øll loyvi fingin til vega. Grundstykkið er útvegað og Porkeris Kommuna hevur givið byggiloyvi til skúlan. Nú verður bara bíðað eftir eini skrivligari váttan frá friðingarmyndugleikunum um ætlanina. Hann vónar, at tað verð­ ur nú rundanum pásk­ini at boðini koma frá frið­ing­ar­ nevndini um, at ætlanin er góðtikin. Hann sigur, at í løtuni verður arbeitt við at gera projektið liðugt í sambandi við byggibúningina. – Ætlanin er so at arbeiðið at gera grundstykkið byggi­ búgvið, skal bjóðast út so skjótt, tilsøgnin frá frið­ ingarnevndini kemur og tað verður vónandi nú rundanum páskinki. – Tað verður lýst í bløð­ un­um, men tíðarfreistin verð­ur stutt, tí ætlænin er at taka støðu til tilboðini so skjótt sum gjørligt eftir páskir, so at farast kann undir sjálvt arbeiðið fyrst í mai mánaði. Eyðbjørn Poulsen sigur, at ætlanin er, at arbeiðið at gera grundstykkið byggi­ búgvið, skal vera liðugt á Ólavsøku. Samstundis verður arbeitt við fullari megi at projektera sjálvan skúlan og ætlanin er at bjóða sjálvt byggiarbeiðið út í mai, ella í øllum førum fyri summarfrítíðina. – Vit ætla at bera so í bandi, at tá ið grundstykkið er byggibúgvið á Ólavsøku, skal vera klárt at fara undir at byggja sjálvan skúlan so at arbeiðið kann halda fram uttan íhald. Arbeiðið at byggja sjálvan skúlan, verður bjóðað út í eini heildarútbjóðing og tað verður sostatt alt bjóðað út undir einum. Hann sigur, at sostatt held­ur tíðarætlanin, sum tey hava lagt og endamálið er framvegis, at skúlin skal verða liðugur fyrsta januar 2008. Skúladepilin í Hovi skal húsa studentaskúlanum í Suð­ uroy og heilsuskúla Føroya, sum nú er á Tvøroyri. Men ætlanin er eisini at musikkskúlin skal hava høli í skúlanum til fram­ førslur og og serlig til­tøk. Vanlig undirvísing í mus­ ikk­skúlanum verður ikki í Hovi, men møguleikar verða fyri serligari undirvísing og venjingum, har næmingar úr allari oynni verða savnaðir ávísar dagar. Miðnámsskúlin í Suðuroy verður ein sjálvstøðugur stovn­ur við egnari leiðslu. Fyrsti sparkivøllurin í Suðuroy eru nú gjørdur á Tvøroyri Sparkivøllur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta verður børnunum og teimum ungu á Tvøroyri eitt gott spæli- og lærupláss. Við hesum orðum handaði Óli Holm, formaður í Fót­ bóltssambandi Føroya Tvøroyrar býráð ein spild­ ur­nýggjan sparkivøll við snotiligum graslíki á. Hetta er ein av teimum smáu sparikivøllunum, sum evropiska fótbóltssambandi, UEFA, letur sín ríkiliga stuðul til at gera víða hvar fyri at hátíðarhalda 50 ára dagin hjá felagsskapinum. Eisini í Føroyum eru fleiri slíkir smávøllir gjørdir og nú er so tann fyrsti eisini í Suðuroy tikin í nýtslu á Tvøroyri. – Endamálið er eisini at stimbra áhugan fyri fótbólti og at stuðla upp undir menn­ ingina, segði Óli Holm. – Hesir smái vøllirnir eru við at geva óvitum og ungum ein eyka møguleika at menna fótbóltsevnini, legði hann afturat. Tilsamans eru og verða einir 40 slíkir smávøllir gjørdir kring landið við stuðuli frá UEFA, Fótbóltssambandi Før­ oya, Skipafelagnum, Lands­ stýrinum og Løgtinginum. Eisini Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyi fegn­að­ ist um hendan nýggja vøll­in. Tá ið hann tók ímóti vøll­ inum, heitti hann á øll í Suðuroy, sum íðka ítrótt um ikki at síggja kommunumark sum eina forðing, men at fara útum mark. – Finna ítróttarfeløgini saman, hevði tað ongantíð verið betri um kommunurnar fylgdu eftir, segði hann, tí skal Suðuroy aftur í fremstu røð, gerst tað bert við at leggja saman. Síðani handaði borg­ar­ stjórin landsliðsskip­ar­an­um og TB`aranum, Óla Jo­hannesen sparkivøllin til at lata víðari til børnini og ungdómin á Tvøroyri og allari oynni, sum hann segði. Eitt sindur av fólki varð komið saman, tá ið vøll­urin varð handaður og aftaná fór allur riðilin inn í ítróttarhøllina at fáa okkurt leskiligt. Seta spakan í fyrsta dagin til skúladepilin í Suðuroy Børn og ung á Tvøroyri fingið eitt fyrstafloks spæli- og lærupláss Teir fegnast um avbera snotiliga sparkivøllin á Tvøroyri, frá vinstru eru tað Pauli Einars­ son, býráðslimur á Tvøroyri, Kristin Michelsen, borgarstjóri, Óli Holm, formaður í Fótbóltssambandinum og Óli Johannesen, liðskipari á landsliðnum Týskvøldið samtykti Vágs Býráð at keypa eini hús í Vági til ym­iskt virksemi hjá børnum og ungum í býnum Børn og ung Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Børnini og ungdómurin í Vági fáa nú síni egnu hús. Týskvøldið samtykti Vágs Býráð endaliga at keypa eini hús í Vági til ym­iskt virksemið hjá børnum og ungum. Talan er um eini hús, sum Tryggingarfelagið Før­oy­ar eigur í Vági og sum Vágs Býráð kann fáa til keyps fyri 275.000 krónur og týskvøldið samtykti bý­ráð­ ið at játta pening til enda­ málið. Tað er ein bólkur, sum hevur arbeitt við kor­un­um hjá børnum og ung­um í visjón 2010 hjá Vág­bing­um, sum eisini hevur ar­beitt við at bøta um um­støð­urnar hjá børnum og ungum. Kirstin Strøm Bech, borg­ arstjóri í Vági, sigur, at hesin sami bólkur skal nú stinga út í kortið, hvat virksemi skal vera í húsinum, men tað er í øll­um førum hampiliga greitt, at húsið skal brúk­ ast til musikkskúla og ung­ dómshús. Møguliga skulu umvæl­ ingar og broytingar gerast, men tað er kommunan eisini sinnað til. Musikkskúlin húsar undir sera vánaligum um­ støð­um í gomlu komm­unu­ skrivstovuni, men hon er so skirvisligt, at hon rætt og slætt stendur til at rapa og hon er í so ringum standi, at tað loysir seg ikki at umvæla hana og tískil hevur býráðið samtykt at taka hana niður. Miðnámsskúlin hevur eisini bókagoymslu í gomlu kommunuskrivstovuni, men roynt verður nú at finna annað goymslupláss og borgarstjórin sigur, at ætlanin er at royna at taka húsið niður fyri jóansøku. Børn og ung Vági fáa egin hús Í hesum húsinum í mitt í Vági verður nú ungdómshús og musikkskúli Soleiðis fer nýggi skúladepilin í Hovi at síggja út og fyrirreikingarnar ganga sum ætlað. Sostatt verður arbeiðið at gera grundstykkið byggibúgvið, boðið út fyrsta dagin og í mai er ætlanin at bjóða arbeiðið at byggja sjálvan skúlan